fríggjadagur 27. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 162 - 27. august 2004
Nr. 162 - 27. august 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Dagurin
27. august.Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í
Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni
har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.
Tummas fór frá okkum
mánamorgunin, eg sá
hann liggja í songini.
Hann búði stutt á Eirar-
garði, flutti inn 1. juli.
Ólavsøkuaftan í ár fóru
vit øll á Eirargarði í býin,
seinni um kvøldið vóru
vit í føðingardag hjá
Sannu. Tummas snakkaði
ikki nógv, sum hann
plagdi, áðrenn hann bleiv
sjúkur. Meðan hann búði
á Eirargarði, kom hann
ofta inn í stovuna og setti
seg niður, fór síðan upp at
ganga og steðgaði so á.
Við hvørt kom hann inn í
køkin, og fekk sær eitt
málingarull at skriða sær
við um ryggin.
Leygarkvøldið, áðrenn
hann doyði, vóru vit øll
ein gongutúr runt á øk-
inum umkring Eirargarð,
og samlaðust aftaná uppi
á hjá Esbern til ein
drekkamunn. Tummas sat
við endan av borðinum,
og fekk sær kaffi og ís við
lagkøku saman við okk-
um. Tá hugsaði eg ikki, at
hann tveir dagar seinni,
fór at verða deyður. Tað er
so løgið at hugsa sær.
Vit arbeiddu saman
nógv ár á gamla verk-
staðnum Vón, Tummas
var altíð í so góðum lag,
og dámdi so væl at
syngja. Hann var í føð-
ingardag hjá mær, tá eg
fylti 30 ár, tá var hann ikki
vorðin sjúkur. Tað árið
Verkstaðurin brendi, vóru
vit á summarlegu við
Verkstaðnum í Franka-
ríkið. Tá vit koyrdu í bussi
á ferðini, sang Tummas
altíð tað fyrsta av sang-
inum From a Jack to a
King. Eisini vóru vit á
summarlegu við Frítíðar-
heiminum í Íslandi í 1999.
Eg haldi, at hann var
byrjaður at verða sjúkur
tá, tí hann datt mitt í tí
heila, og hann breyt eina
tonn.
Eg minnist, at tá eg
plagdi at tosa við Tumm-
as, endaði hann altíð við
at siga: "Heilsa Ólavi
beiggja tínum", teir kend-
ust frá fyrr av.
Hvíl
í
friði
góði
Tummas.
Emma Vágoy
Minningarorð um Tummas Poulsen
Fríggjadagin
27.08.04
fyllir
Kári
Sólstein
í
Klaksvík 30 ár. Kári er
sonur Katrin og Alexander
Peter (Alex) Sólstein, fyrrv.
skúlastjóra í Klaksvík.
Hann
er
uppvaksin
á
Vágsheygnum í Klaksvík,
og sum smádrongur var
Kári
sum
flest
aðrir
drongir, spældi fótbólt,
kowboy og bil. Sjálvdan
var farið langt, eitt sindur
heimføðisligir hava teir
verið, tí oftast vóru teir
omanfyri „speglið" Her var
býarmarki í teirra verð.
Børnini spælt var við vóru
m.a. Mouritz hjá Oslu hjá
Mouritz hjá OyraKristoffir,
Linda hjá Ruth hjá Mariu,
Fróði hjá Helenu hjá Jákup
Paula hjá Dia hjá Davinu,
Sjúrði systkinabarn hans-
ara, Luddi hjá Helga hjá
Mariu Laksafoss.
Eftir loknað skúlagongd í
fólkaskúlanum fór hann til
Gøtugjógv og tók students-
prógv. Seinasta árið í
studentaskúlanum
tók
hann, í tí tá spildur nýggja
skúlanum á Kambsdali.
Kári fór 20 ára gamal at
tæna, sum húskallur. Hetta
var í ísrelsku kibbutz bygd-
ini Yad Hannah.
Undirhaldsvirksemið
hevur altíð havt stóran
áhuga hjá hesum mannin-
um, og ofta er hann at
hoyra og síggja til mong til-
tøk sum vertur, frásøgu-
fólk, osv. Sjónleikari er
hann framúrgóður, tað hev-
ur hann víst í verki millum
annað við Klaksvíkar Sjón-
leikarafelag. Eins og flestu
í familiu hansara hevur
hann eisini tónlistarligar
gávur, og hann hevur mill-
um
annað
spælt
við
Klaksvíkar Hornorkestri.
Mangan stuttligan túr
hevur hann verið innan-
landa og uttanlanda, oftast
saman við Øssur hjá Eigil
hjá Eydnu hjá Kristinu hja
Skard, Petur hjá Hildu-
gunn, Sjúrði hjá Borgu o.ø.
Hvat hesir kundu finna
uppá saman, var ikki at
vita, oftast høvdu teir tað
øðiliga stuttligt. Einaferð
var hann í ferð við at ræna
Unibank í Lemvig. Íklædd-
ur víkingaklæðir, træsvør
og skjøldur, var biðið um
"alle pengene" - tvey sek-
und gingu so vóru øll í
skelli láturi, ið inni vóru.
Slíkar beistagerðir vóru/-
eru hansara "speciali"
Kári er best kendur sum
ÚF vertur í barnasending-
um
og
Barometrinum.
Maðurin sum kann finna
uppá mangt og hvat í ÚF,
hevur altíð havt áhuga fyri
hesum arbeiðinum, og tí er
hann komin á røttu hyll.
Hvør minnist ikki "Gís-
mund" - hann fekk hvørt
mansbarn at flenna. Áhug-
in at framleiða undirhald
bleiv styrktur tá Kári var á
miðlaskúla í Danmark eftir
loknað students útbúgving.
Ávíst tilknýtið hevur hann
eisini havt við Studio
Pegasus
Eisini gekk hann í spor-
um faðir síns, tá hann valdi
at fara í Læraraskúla.
Fyrsta árið gekk hann í
Danmark, men so slapp
hann inn í Føroyum har
hann eisini gjørdi seg lidn-
an. Eftir lokna útbúgving
fór hann í starv hjá ÚF har
hann hevur verið síðani.
Tað segist, at hann hevði 10
túrakort við flogfarinum
hjá Atlantic Airways tá
hann gekk á læraraskúla í
Danmark. Mamman skuldi
havt keypt tað til hann, tí
honum longdist so illa.
Hetta bleiv tó ongantíð
váttað.
Tær verður ynskt ein
góðan føðingardag, við vón
um bjarta framtíð.
Heilsan
Skyldfólk á bygd
Kári Sólstein farin um tey trýati
27. august 1944 giftust
Hannefía og John William.
Hon var dóttir Agnes og
Oliver
Emil
Thomsen,
vanliga nevndur Oliver í
Gøtu.
Mamma er fødd úti í
Lávíkunum 5. september
1922, har hon traðkaði sín-
ar barnaskógvar. Í barna-
skúlanum gekkst henni væl
og tá realskúli varð settur á
stovn um tað mundið tá hon
var um at vera liðug at
ganga í skúla, heppnaðist
tað henni eisini at fáa
realprógv og eina góða
barlast við í lívinum.
Mamma arbeiddi ymiskt
fyrifallandi tað tíðina hon
gekk í skúla og tíðina
aftaná. Arbeiðsgenta var
hon hjá fastir síni Lenu hjá
Óla Gaard, sum hon helt
sera nógv av og eisini
hjálpti hon Elini á støðini í
Lávíkunum. Støðin var tá í
húsunum hjá Elini (har
Hjørdis Klein, sála seinni
búði) og sostatt grannahús
við húsini hjá abba.
Undir krígnum arbeiddi
mamma á telefonstøðini,
sum tá var bygd við Ósánna
ella umleið har sparikassa-
útbygningurin oman ímóti
ánni nú er. Hon hevur títt
og ofta sagt frá um tilburðir
í samband við telefon-
støðina undir krígnum og tá
bumbutíðin var uppá tað
ringasta, passaði hon einsa-
møll støðini, tí øll vóru
flýdd undan bumbuhóttan.
Eftir kríggið syrgdi Janus
Djurhuus, skald fyri, at
mamma fekk eina lítla
sømdargávu frá landsstýr-
inum fyri tænastuna undir
krígnum.
Øll míni barnaár vóru
sera trygg, tí eg, sum flestu
á mínum aldri vóru so
heppin at hava mammu
heima við hús nærum
hvønn dag, so hóast pápi
var til skips, so var mamma
altíð í køkinum at taka sær
av mær og systkinum
mínum.
Pápi er sum helst flest
vita sonur Dáva í Gerðum,
føddur 27. juli 1923, og er
uppvaksin á Vágsheygnum.
Eftir lokna skúlagongd, fór
hann í læru á Varpinum hjá
pábabeiggjanum Kjølbro. Í
vígslubrævinum stendur tó
"vognmand". Tað var tó
soleiðis, at Óli beiggi hans-
ara byrjaði taxakoyring og
pápi og vinmenn koyrdu
fyri Óla, til pápi sjálvur
byrjaði at koyra taxakoyr-
ing. Men seint undir krígn-
um fór hann til skips og
sigldi við eitt nú Draga-
bergi og Sjúrðarbergi fyrstu
tíðina eg minnist. Seinast í
50-unum fór hann við
Skálanes sum skipari og
var skipari har, minniliga
túrin tá Skálanes brendi í
Grønlandi.
Í 1960 tóku Dávamenn-
inir seg saman at byggja
eitt flakavirki úti á vestur-
síðuni og har arbeiddu
hann, Hans Jákup og Óli øll
árini til teir seldu virkið.
Eisini var hann við í rækju-
skipinum Horizont, sum tó
fekk sera stutta livitíð.
Nú tit bæði njóta tykkara
lívskvøld, vil eg takka
tykkum fyri tað tit hava
verið fyri okkum systkinini
og ynskja tykkum hjarta-
liga tillukku á diamant-
brúdleypsdegnum.
Heilsan
Oliver
Til diamantbrúðarparið Hannefíu og John William Joensen
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Valdemar Djurhuus
so brádliga andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prest, sangarar, familju, vinir, kenningar,
grannar, starvsfelagar og øllum tykkum, sum mintust
pápa og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna
Dagny, Karl, Jóhan og Esther
Tøkk
Tykkum øllum, ið vitjaðu meg á sjúti ára
degnum, takki eg hjartaliga.
Tøkk fyri gávur, blómur, telegram og heils-
anir um telefonina av ymiskum slag frá bæði
nær og fjar.
Blíðastu heilsanir frá
Hensari
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Tað var sera hugstoytt, tá
ein vinmaður ringdi til
mín tíðliga mánamorgun-
in tann 16. august, og bar
mær tey tungu boðini um
at Regin far farin frá
okkum.
Hóast eg visti at Regin
hevur verið heilsuveikur
tey seinastu tvey árin, so
varnaðist tað meg ikki at
fáa hesi boðini. Eftir sam-
røðuna mátti eg seta meg
stillan eina løtu, og stað-
festa, at nú var aftur ein av
mínum góðu og trúføstu
vinum ikki meira.
Seinnapartin leygardag-
in sat Regin so lívsfróður
inni í stovuni heima hjá
sær sjálvum, tá hann byrj-
aði at føla seg illani til
passar, og út á seinna-
partin sunnudagin bleiv
støðan so hættislig at
hann
bleiv
fluttur
á
Landssjúkrahúsið, og áðr-
enn midnátt sunnukvøldi,
andaðist hann stillisliga,
70 ára gamal. Hósdagin
12. august hevði hann
verið á Eiði í 90 ára føð-
ingardag hjá mostrini.
Regin var ættaður úr
Nólsoy, fór sum flest allir
unglingar tá í tíðini til
skips, tá skúlatíðin var av,
og sigldi hann bæði við
sluppum og trolarum,
eisini róðu hann út nøkur
summar í Grønlandi.
Tá Regin hevði verið til
skips í nøkur ár, gavst
hann við sjólívinum, og
fór undir timburarbeiðið
saman við pápanum og
beiggjanum, og er tað
eisini frá tí tíðini sum
timburmaður, at tey flestu
kendu Regin.
Regin varð giftur við
Oddfríð Wang úr Froðba,
tey fingu trý børn, dóttr-
ina Birgittu og synirnar
Jóhan og Lauritz, og
barnabørnini eru tvey.
Tá eg í 1971 skuldi fara
undir at byggja hús í
Havn, var tað tá mín góði
vinur Skála Palli, sum
gjøgnum son sín skaffaði
mær tríggjar fittar og
raskar
nólsoyingar
at
byggja húsini. Hesir vóru
Regin, beiggi hansara
Eyðin og Jalgrím Jacob-
sen, sáli vanliga nevndur
Jalli, allir tríggir tá ógiftir.
Harafturat luttóku eisini í
arbeiðinum pápi teirra
Olevinus og svágurin
Tummas, vanliga nevndur
Tummas á Hólmi.
Betri vælgjørdari og
fittar menn enn hesar
fimm nólsoyingar kundi
eg neyvan fáa til at smíða
húsini, tað sum sermerkti
teir allar var, hvussu laga-
ligir teir vóru í allar mát-
ar, tá tað kom út ímóti
endanum av arbeiðinum,
tá innrættan skuldi gerast,
og tá vit vildu hava veggir,
skáp o.a. flutt og broytt,
so var hetta ongantíð
nakrar trupulleiki. Gloymi
heldur ongantíð tær góðu
og hugnaligur løtur vit
mangan høvdu uppi við
Hoyvíkstjørn meðan hús-
ini stóðu í ger, tá var tað
meira frítt enn tað er í
dag, hús okkara og trý
onnur stóðu tá í ger har
um leiðir. Tað var mangan
hugnaligt at fara framvið,
og sita og nýta ein
kaffimunn saman við
hesum fimm hugnaligu
og stuttligu nólsoyingum,
sum altíð høvdu okkurt
skemtiligt at bera fram.
Síðani gingu nøkur ár til
eg ein vakran summardag í
1976 møtti Regin og Jalla
á Kongabrúnni, og sjálv-
andi fullu vit í prát saman,
eftir at vit ikki høvdu sást
síðani húsini vóru bygd.
Tá var Regin vorðin giftur
og var eisini blivin pápi, og
í prátinum fekk eg eisini at
vita, at Regin hevði keypt
grundstykkið uppi við
Hoyvíkstjørn, beint eyst-
anfyri húsini hjá okkum.
Tá Regin síðani fór at
byggja húsini seinast í
sjeytiárinum, komi vit at
síggjast meira, og við
tíðini komu tøtt vinabond
at verað knýtt millum
heimið hjá Regin og Odd-
fríð í Fútalág 12 og heim
okkara í Tjarnarlág 4.
Eg og Regin komu at
hava eitt so tætt knýtt
samstarv, at tað er trupult
at útgreinað. Hvørja ferð
tá eitt ella annað skuldi
gerast heima hjá okkum
ella
hjá
teimum,
so
hjálptu vit altíð hvørjum
øðrum, og uppbygt bleiv
eitt so stórt vinalag, álit
og trúvirði millum okkum
báðar, sum tað á nakran
hátt kann gerast millum
tveir persónar her á fold.
Tá nakað stórt umvæling-
ararbeiðið skuldi gerast,
so varð farið oman til
Regin, og hóast hann til
tíðir tókst við okkurt ar-
beiðið og hevði nógv um
at vera, so legði hann alt
frá sær, og gav sær altíð
stundir til mín.
Regin hevði tað best, tá
hann hevði nógv um hendi
av handaligum arbeiði at
gera. Tað sum serliga ser-
merkti Regin var, at hann
var av tí rættað gamla
skúlanum, einki skuldi
koyrast burtur, men nýtsla
skuldi og kundi fáast
burturúr øllum. Altíð til
reiðar at veita eina hjálp-
andi hond, tá heitt varð á
hann, og Regin hevði
eisini tær ómetaligu góðu
gávur, at hann var arbeiðs-
samur og brúkti skil og
skynsemi við øllum, ið
hann tókst við. Var hegnis-
maður burturav, dugdi alt
og hevði skil fyri øllum
handaligum arbeiðið, og
var eina standandi at koma
við góðum ráðum um alt.
Hann var framúr væl-
gjørdur í øllum tí, ið hann
tókst við, gekk høgt uppí,
at dagsins verk skuldi
síggja gott út í fólksins
eygum, tað vóru fá sum
spurdu um hvussu skjótt
arbeiðið varð gjørt, men
at tað vóru fleiri sum
eygleiddu hvussu arbeiðið
varð gjørt. Regin hevði,
frá skaparans hond, fingið
tær góðu gávur, at hann
var bæði treiskur og tolin,
og kom hetta sostatt eisini
at verað hansara stóra
styrki ígjøgnum alt lívið,
tí
hvussu
illani
tað
mangan gekk í hond, ja so
gavst hann ikki, fyrr enn
arbeiðið varð útint.
Tí varð tað eisini, ein
vøkur løta í dómkirkjuni
hósdagin 19. august við
jarðarferðina hjá Regin, tá
dómprósturin byrjaði talu
sína við at endurtaka
orðini í øðrum ørindi úr
vakra sálminum hjá Linu
Sandell, "Sum tín dagur
skal tín styrki vera" og
endurtók eisini somu orð
úr 5. Mósebók, kapittul
33. Eftir prædikuna bleiv
hesin sami sálmur hjá
Linu Sandell: "Bert ein
dag, eitt bil í senn eg fái"
sungin
við
fullsettari
dómkirkju. Trúgvi at øll
tey mongu, sum vóru
samlaði hendan dagin í
dómkirkjuni, mundu ver-
að samd um, at hendan
jarðarferðin lýsti persónin
Regin til fulnar.
Saknurin og tómrúmi í
grannalagnum
her
í
Tjarnarlág er stórt, nú
eingin Regin er at síggja
meira, tí her í gøtuni var
hann ofta at síggja, og var
blivin ein gøtumynd, men
uppaftur størri er hetta hjá
tykkum góða Oddfríð,
Birgitta, Jóhan og Lauritz,
sum mist hava ein góðan
og trúfastan mann, pápa
og abba, og sum eisini
hevði so nógva umsorgan
fyri tykkum øllum.
Tankarnir
eru
hjá
tykkum øllum í hesi sorg
tykkara,
sum
rakti
tykkum so brádliga, við
ynski um, at Harrin
ríkliga skal signa og
styrkja tykkum í sorgini.
Við hesum orðum vil eg
lýsa frið og æru yvir
minnini um kæra og trú-
fasta vin mín Regin
Hansen.
Páll
Til minnis um vinmannin Regin Hansen
C
M
Y
K
13
12