Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2004 15 – Ætlaðu samráðing- arnar um lønarsteðg afturfyri at skattir og avgjøld skulu lækka, hanga í einum ógvuliga klønum trái TRÝPARTA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tosið um lønarsteðg í Føroyum er ræðandi. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum, vil framvegis ikki hoyra talan um trýparta- samráðingar ímillum fak- feløg og arbeiðsgevarar øðrumegin og Landsstýrið hinumegin um kostnaðar- støðið í Føroyum. Tosað hevur leingi verið um at fakfeløgini og arbeiðsgevarafelagið áttu tikið samráðingar upp við landsstýrið um kostnaðar- støðið í Føroyum. Í tí sam- bandinum skuldi fakfeløg- ini binda seg til at halda aftur í lønarkrøvunum, ella kanska enntá góðtaka, at lønin als ikki hækkar meiri. Afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at klkka skattir og avgjøld. Men í Sosialinum í gjár segði Bárður Nielsen, at skuldi slíkar samráðingar verða, mátti øll tey umleið 40 fakfeløgini í landinum fyrst semjast um eitt felags útspæl. Tað verður neyðugt at landsstýrið fær ein – og bara ein – part av samráðast við og tí mugu øll fakfeløg- ini standa saman um eitt út- spæl til landsstýrið hesum viðvíkjandi, heldur lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um. Hann sær nevniliga stórar trupulleikar fyri sær, skuldi tað hent, at landsstýrið ger avtalur við nøkur fakfeløg, sum onnur fakfeløg síðani ikki vilja góðtaka. Hingartil er tað bara ar- beiðarafeløgini og arbeiðs- gevarafelagið, sum hava tosað saman um trýparta- samráðingar og tey skuldu hava fund aftur í næstum, har tey skuldu royna at finna eitt felags útspælt til landsstýrið. Men eftir tí, sum Bárður Nielsen sigur, verður tað neyðugt, at tey fáa øll hini yvir 30 fakfeløgini á al- menna og privata arbeiðs- marknaðinum við fyri at ætlanin kann gerast veru- leiki Hanga í klønum trái Men nú er tað greitt, at trý- partasamráðingar um kostnaðarstøðið í Føroyum hanga í einum ógvuliga klønum trái. Starvsmannafelagið er eitt tað størsta og máttmikl- asta fakfelagið í landinum við túsundtals limum. Og Starvsmannafelagið vil ikki hoyra talan um at vera við í slíkum trýparta- samráðingum. – Vit hava altíð hildið at spurningurin um skattir og avgjøld og spurningurin um sáttmálasamráðingar, eru fullkomiliga hvør sítt smál, sum undir ongum umstøð- um skulu blandast saman, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum – Og tað støðuna hevur felagið enn, sigur hann. Hann sigur, at spurning- urin um sáttmálasamráð- ingar eru um at fáa eina rættvísa løn fyri útint ar- beiði. Spurningurin um skattir og avgjøld er hinvegin ein spurningur um, hvussu nógv tað almenna skal krevja frá fólki fyri at varð- veita tær tænastur, sum tað almenna eigur at veita í ein- um framkomnum samfel- agi. – Og tað almenna eigur ongantíð at krevja meiri í skatti og avgjøldum, enn neyðugt. Útlitini ræðandi Men Gunnleivur Dalsgarð ávarar eisini staðiliga ímóti trýpartasamráðingum, har skattalættar og lønarlag verða tvinnað saman. – Eg stúri fyri, at verða hesi bæði tengd saman, fer skattalættin at enda at føra við sær, at vælferðarsam- felagið verður skert. – Verður skattalættin ov stórur, fær tað almenna minni at ráða yvir. Og sostatt fær tað almenna eisini minni ráð til at veita borgarunum tær tænastur, sum vit vanliga nevna væl- ferðartænastur. – Hetta eru natúrligar tænastur í einum vælferðar- samfelagi, sum vit øll eiga at fáa ágóðan av, uttan mun til, hvørja støðu, hvør ein- stakur hevur í samfelagn- um. – Spurningurin er so, hvar hesar tænastur so enda, tá ið tað almenna ikki hevur ráð at veita tær longur? Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at enda hesar tænastur á privatum hondum, er van- lukkan fullkomin. Hann sær fyri sær, at endin verður, at tey, sum frammanundan hava lága løn, eisini skulu noyðast at gjalda fyri natúrligar væl- ferðartænastur, sum eru grundleggjandi eftir hans- ara tykki og sum vit øll eiga at betala til, samhalds- fast. – Sostatt er stórur vandi fyri, at alt hetta tosið um trýpartasamráðingar at enda kunnu forkoma tí s a m h a l d s f a s t a samfelagnum, sum vit byggja okkara tilveru á. – Hetta eru ræðandi útlit, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Harafturat sita politik- ararnir við tí valdinum, at skuldi tað hent, at tað manglar í onkustaðni, so kunnu teir altíð krevja meiri inn í skatti. – Ein rímiligur skattur er hinvegin tað, sum tryggjar okkum tað samhaldsfasta samfelagið, sum vit liva í og sum vit eiga at varð- veita, leggur hann afturat. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur, at tað er hent alt ov lítið í málinum um trýpartasamráð- ingar um kostnaðar- støðið í Føroyum TRÝPARTA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var formaðurin í Havn- ar Arbeiðsmannafelag, sum á sinni luftaði tankan um trýpartasamráðingar um lønarlagið í Føroyum. Hans Joensen mælti til, at fakfeløg og arbeiðsgevarar tosaðu saman og fóru til landsstýrið við einum fel- ags uppleggi. Endamálið skuldi vera, at fakfeløgini bundu seg til at lataveravið at krevja lønarhækking. Men afturfyri skuldi lands- stýrið binda seg til at lækka skattir og avgjøld munandi, so at keypiorkan kundi veksa, hóast lønin í krónum og oyrum, stendur í stað. Endamálið skuldi vera t forða fyri, at kostnaðar- støðið ikki hækkaði meiri, tí tað er longu so høgt, at tað er ein bági fyri kapping- arførið hjá vinnuni. Men eitt aðalmál hjá for- manninum í Havnar Ar- beiðsmannafelag er eisini, at gjógvin ímillum tey tímaløntu á privata arbeiðs- marknaðinum og tey fast- løntu á almenna arbeiðs- marknaðinum ikki skuldi gerast enn djúpari enn hon er. Tað merkir, at lønarmun- urin ímillum tey alment løntu og tey tímaløntu, skuldu ikki veksa meiri tí nú má stættarmunurin ikki veksa meir. Hetta var orsøkin til verkfallið seinast og tað stendur Hans Joensen fram- vegis fast við. Men Hans Joensen harm- ast um, at alt ov lítið er hent í spurninginum um trý- partasamráðingar. – Tað sær út til at líka- sæla valdar á økinum, sigur hann. Tað hevur verið ein fund- ur og ein skuldi vera aftur nú. Men hann hevur onki hoyrt og tað sær ikki út til at nakar hevur hug at tosa um viðurskiftini, sigur hann. Kortini heldur hann at tað er framvegis ætlanin at fáa eitt kjak ílag um hesi viðurskiftini fyri at vita um tað ber til at koma víðari. Hann sigur at hann hevur fingið tað fram, sum hann hevur havt upp á hjartað. – Bólturin er spældur til politikarar, fakfeløg og ar- beiðsgevarar, men tað tyk- ist ikki sum at tað er nakar serligur hugur til at tosa um trýpartasamráðingar. Men eitt er greitt, stað- festir hann: Skulu vit hava lønarsteðg fyri at hjálpa vinnulívinum, skulu vit hava bindandi avtalur frá landsstýrinum um skatta- og avgjaldslætta og vit skulu eisini hava bindandi avtalur um, at fleiri avgjøld verða ikki sett í gildið. Tað hevði eisini verið skilagott at fingið eitt príseftirlit, so at ikki prísirnir hækka ógrundað. Kortini heldur hann, at okkurt má gerast. – Heldur hendan gongdin fram, har bæði lønir og prísir verða trýst uppeftir, stúri eg fyri gongdini, sigur Hans Joensen. – Hinvegin haldi eg, at fingu vit eina avtalu við landsstýrið um lønir, skattir og avgjøld, høvdu vit sloppið undan nógvum ósemjum og kanska høvdu vit enntá sloppið heilt undan verkføllum. Ov tíðliga Jan Mortensen í Vinnuhús- inum sigur, at gongd er í málinum. Arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar hava havt ein fund og skulu hava ein aftur í heyst. Á hesum fundinum skulu partarnir tosa um, antin tað ber til at semjast um nøkur felags tiltøk. Hvat úrslitið verður, er alt ov tíðliga at siga nakað um enn. Men endamálið er eisini at byggja eitt størri álit upp ímillum partarnar. Tosið um skattalætta og lønarsteðg er ræðandi – Tað er stórur vandi fyri, at hetta fer at forkoma tí samhalds- fasta sam- felagnum og tað er ræðandi, sigur Gunnleivur Dalsgarð Harmast um líkasælu Tað er alt ov lítið hent. Men hendir onki, stúri eg fyri gongdini, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag 15 14 Nr. 162 - 27. august 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin var 120 ára føðingardagur hildin í Sjónleikar- húsinum í Havn í sambandi við at tví- burasystrarnar Tóta Sørensen og Oda Andreasen fyltu 60 ár Nógv fólk komu á gátt og talur vórðu hildnar. Um- framt familju, vinir, og kenningar, komu eisini nógvir starvsfelagar og kundar hjá føðingardags- børnunum. Bæði Tóta og Oda kenna nógv fólk og koma í sam- band við nógv fólk í sínum arbeiði. Báðar eru tær sjálvstøð- ugar vinnurekandi og ar- beiða í sama grannalag í miðbýnum í Havn, Tóta sum frisør og Oda sum zoneterapeutur. Oda ar- beiðir eisini sum pleygari á deild 6 á Landssjúkra- húsinum. Tóta og Oda føðingardag í Sjónleikarhúsinum: Um 350 fólk í 120 ára føðingardag Tvíburasystrarnar Tóta Sørensen og Oda Andreasen hildu sín 60 ára føðingardag í Sjónleikarhúsinum seinasta leygardag Mynd: Johnny Lohse Borðreitt var við nógvum góðum. Á myndini síggjast Regin og Vilbjørg Eikhólm, Solveig Sørensen, og Martin Røsvik Mynd: Johnny Lohse Jens Mohr og konan, Hervør Mynd: Johnny Lohse Guðrið Wilhelmsen og mamman, Sigga Jensen Mynd: Johnny Lohse Tóta og maðurin, Sørin Pram Sørensen Mynd: Johnny Lohse C M Y K 14