Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 162 - 27. august 2004 Nr. 162 - 27. august 2004 17 Nýggja leiklistaráðið er nú mannað. Ann- ika Sølvará verður fyrsti formaður ráðs- ins LEIKLISTARÁÐ tíðindaskriv Leiklistaráðið hevur heim- ild í løgtingslógini um Tjóðpall Føroya. Við hes- um er fyrsta stigið at stovn- seta Tjóðpall Føroya tikið, og gongur sum ætlað fer stovnurin veruliga í gongd við leiklistaliga virksemið 1. januar 2005. Leikistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ein av uppgávum leiklista- ráðsins er at seta stjóran fyri Tjóðpallin. Leiklista- ráðið hevur harumframt aðrar yvirskipaðar uppgáv- ur í sambandi við yrkisleik- list og leiklist sum heild. Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk. Landsstýrismað- urin skal tilnevna tvey um- boð, harav annað verður formaður. Hinir limirnir í leiklistaráðnum verða til- nevndir av ávikavist Leik- arafelag Føroya, Meginfel- ag áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Før- oya, Tórshavnar kommunu umframt eitt umboð fyri starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya. Anniku Sølvará, seturs- skrivari á Fróðskaparsetri Føroya, er útnevnd til for- mann í leiklistaráðnum, og Martin Mouritsen, leiðara á Musikkskúlaskipanini, til ráðslim. Hinir limirnir í leiklista- ráðnum eru: Laura Joensen fyri Leikarafelag Føroya, Dánjal Joensen fyri Megin- felag áhugaleikara Føroya, Jón Thorsteinsson fyri Listafólkasamband Føroya og Jákup Simonsen fyri Tórshavnar kommunu. Sum starvsfólkaumboð hevur landsstýrismaðurin fyribils tilnevnt Jenny C. Petersen, fyrisitingarleiðara í Leik- húsinum Gríma, í leiklista- ráðið til nýggi stovnurin er komin at virka. Leiklistaráðið fer til verka beinanvegin og verð- ur væntandi lýst eftir stjóra til Tjóðpall Føroya seinni í heyst. Leiklistaráðið mannað Annika Sølvará er útnevnd sum fyrsti formaðurin í leiklistaráðnum Skótalív – besta lív fyri okkum er Soleiðis byrjar ein skótasangur, sum vit plaga at syngja, tá skótarnir sita runt um legubálið Tíðindaskriv Skótarørslan, sum byrj- aði í Bretlandi fyri skjótt 100 árum síðani, hevur nógv gott at geva børnum og ungum í dag. Við at fara út í náttúruna við teimum, læra tey at leggja merki til alt tað vakra, vit har síggja og at fara væl um, og at bera seg skilagott at á gongutúrum. Síðani læra tey at gera okkurt til matna uttan- dura, og eisini at arbeiða saman í felag, soleiðis at hvør hevur sína upp- gávu at loysa. At sita runt um legu- bálið og syngja ella framføra okkurt skemt, dámar skótun eisini væl. Síðani verður kvøldið endað við andakt og skótabønin sungin. Vit KFUM og KFUK skótar leggja eisini dent á, at vit eru við í einum kristinum felagsskapi, soleiðis at kristintrúgvin hoyrir við til lívið. Skótalív – besta lív fyri okkum er, mangt og hvat læra vit har á hvørji ferð stuttligt er altíð tá hvønn ein bjartan dag, gjøgnum dal – upp um fjøll fert tú í góðum lag. Dagur hvørvur, og nátt er nær, góði Guð faðir ver hjá mær og tær, gevur manga góða stund, alt vit byggja á kristina grund. Skótafundir eru hvørja viku: Mánakvøld klokkan 19: Yngri og eldri smáskótar (frá 7 til 10 ár) Týskvøld klokkan 19: Miðskótar (11 til 14 ár) Hóskvøld klokkan 19: Ungdómsskótar (ung frá 15 ár og eldri, fyrsti fundur 26. aug.) Skótafundirnir verða hildnir í KFUM og KFUK í Klaksvík Teitur á drúgva konsertferð Teitur Lassen er farin á eina nýggja konsert- ferð, sum fer at varða í 11 vikur TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Teitur Lassen hevur sein- astu árini verið nógv á ferð við tónleikinum hjá sær. Langt áðrenn hann fekk sáttmála við plátufelagið Universal ferðaðist hann nógv í USA og Europa. Endamálið var at spæla allastaðni, har hann slapp framat, at hitta fólk í tónleikavinnuni og at skriva nýggjar sangir. Hetta gav eisini úrslit, tá ið hann gjørdi sáttmála við Universal, og síðani hevur fingið ein fløgu givnað út kring heimin. Síðani »Poetry and Aero- planes« kom á marknaðin í USA, Europa og aðra- staðni, hevur Teitur havt ein ørgrynnu av framførslum – bæði smærri og størri. Teitur hevur serliga spælt í USA, men hann hevur eisini fleiri ferðir verið á vitjan í Norðurlondum. Nýggj konsertferð Nú er Teitur farin á eina nýggja konsertferð, og hesaferð er hann ikki einsa- mallur um framførslurnar. Hann hevur ein bólk saman við sær, og Teitur og hans- ara tónleiakrar fara kom- andi 11 vikurnar at spæla í átta londum. Mikukvøldið hevði Teitur konsert í Los Angeles, og síðani verða aðrar konsertir í USA. Frá 1. september til 11. september spælir Teitur í Norðurlondum, síðani skal hann vitja Týskland, Holland, Eysturríki, Ong- land og Kanada, áðrenn konsertferðin endar í USA síðst í oktober. Teitur hevur gjøgnum sínar mongu konsertir fing- ið alsamt fleiri fjepparar, og sølan av fløguni hjá honum hevur gingið støðugt hetta seinasta árið. Tann nýggja konsert- ferðin fer uttan iva at økja enn meira um áhugan fyri tí føroyska tónleikaranum. Næstu 11 vikurnar skal Teitur Lassen hava konsertir í 8 londum Málfundur í Føroyum Tíðindaskriv Dagarnar 27. og 28. aug- ust verða umleið 50 norð- urlendskir málfrøðingar savnaðir til fundar í Havn. Talan er um tann árliga norðurlendska málfundin, sum hesa ferð verður hild- in í Føroyum. Tað eru tær norðurlendsku málnevnd- irnar, sum skiftast um at skipa fyri fundi. Á fund- inum hittast umboð fyri málnevndirnar í Norður- londum. Umboð eru úr Danmark, Noregi, Svø- ríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Í ár er tað Føroyska málnevndin, ið skipar fyri. Hetta er 51. árið, at hesin fundur verður hild- in. Seinast hann varð hild- in í Føroyum var í 1998. Evnið fyri henda fundin er málnormering og mál- broytingar. Stuðlað hava Málráð Norðurlanda, Tórshavnar býráð, Føroya banki, Føroya sparikassi, Letter- stedtska föreningen, Smyril Line og Fróðskap- arsetur Føroya. Leygarkvøldið 28.august kl 23.30-03.30 verður stórt Dj-show og karaoke tiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nýggjar karaokefløgur eru komn- ar til landið, og leygar- kvøldið verður fyri fyrstu ferð høvi at royna sang- gávurnar til nýggju kara- oke-fløgurnar. Millum hundratals løgini eru eru m.a. This love hjá Maroon 5 og Summernights úr filminum Grease. Eisini verður Dj-show, har Elin í Stórustovu og Jákup Jacobsen verða vertir. Elin í Stórustovu fer, umframt at vera vertur, at royna seg sum Dj, saman við Mark Joensen. Eyst- uroyarleiðin (505220), Havnarleiðin (595959) og Vágaleiðin (217752) koyra til tiltakið, sum kostar 120 kr. eys Dj og karaoke- show List í Focus Fríggjadagin tann 27. august frá klokkan 16 til 18 sýnir Eyðun av Reyni fram í Galerie Focus í Gríms Kamb- ansgøtu 20. Framsýn- ingin er opin fram til tann 10. september. C M Y K 17 16