mánadagur 14. mars 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
FØROYA ARBEIÐARAFELAG
KOSTAR NÓGV ARBEIÐSPLÁSS
Tað er ikki órímiligt at seta teimum sum fáa rættindi at fiska og at ala,
treytir, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag
Áki Bertholdsen
Fiskur, sum føroysk skip
fiska, og laksur, føroyskir
alarar ala, skal virkast í Før
oyum.
Tað halda tey í Føroya Ar
beiðarafelag.
Felagið hevði aðalfund
um vikuskiftið og har fegn
aðist formaðurin, Georg F.
Hansen um, at tað gongur
gott í alivinnuni, og í nøkrum
pørtum í fiskivinnuni.
Kortini
heldur
hann,
at landsins myndugleikar
mugu herða krøvini um
laksalús, tí tað tykist ikki
sum at vinnan sjálv er før
fyri at fáa tamarhald á støð-
uni.
– Laksurin skapar nógv
arbeiðspláss, men tað hevði
verið ynskiligt, at størri
partur av honum varð hag
reiddur í Føroyum, so at
arbeiði gjørdist meira sam-
anhangandi.
Georg F. Hansen mælir
tí til, at størri avgjald verð
ur lagt á alilaks, sum verður
fluttur óvirkaður av landin-
um.
– Í løtuni fer sera nógv
ur óviðgjørdur laksur av
landinum, tí prísurin er so
góður. Men fyri verk-manna-
fjøldina er tað ikki gott og eg
haldi ikki tað er órímiligt,
at treytir vera settar, sig-ur
formaðurin í Føroya Arbeið-
arafelag
– Vit skulu jú øll kunna
vera her, leggur hann afturat.
Støðugari arbeiði
Hann ásannar, at uppsjóvar
fiskurin kastar eisini nógv
arbeiði av sær, men eisini
á hesum er arbeiðið alt ov
óstøðugt, tí næstan helvt-
ina av árinum er lítið og einki
arbeiði á uppsjóvar-virkj
unum.
Tí vil hann eisini hava,
at uppsjóvarfiskurin verður
meir hagreiddur í Føroyum,
so at arbeiði verður meira
støðugt á teimum virkjunum
eisini.
Hinvegin
hevur
fiski
skapurin eftir botnfiski verið
sera vánaligur hesi seinastu
mongu árini og tað hevur
verið ringt fyri tey, sum ar
beiða á flakavirkjunum.
– Nøkur virkir keypa
frystan fisk til virkingar, og
hetta gevur meira støðugt ar
beiði á virkinum.
Tað eru eisini fleiri før
oyskir bátar, sum frysta
umborð og avreiða í Føroy-
um, sigur Georg F. Hansen,
sum eisini fegnast um, at
frystilínuskip, og trolarar,
sleppa yvir á Flemish Cap at
fiska, og síðani avreiða fiskin
í Føroyum til virkingar.
Hinvegin heldur hann, at
tað hevði rímiligt at kravt,
at eisini ein stórur partur av
okkara kvotu í Barentshavi
fiski varð avreiddur í Føroy-
um til virkingar.
Tí vónar hann, at lógin
verður herd, soleiðis at meg
inparturin av øllum fiski
verður avreiddur í Føroyum
til virkingar.
– Tað skuldi eisini verðið
kravt at høvd, ryggir og inn
vølir skuldu komið til høldar,
og harvið skapt meira arbeiði
á landi, leggur formaðurin í
Føroya Arbeiðarafelag aft
urat.
IKKI ÓRÍMILIGT
- Tað er ikki órímiligt at krøv verða sett reiðarum og alarum fyri at skapa støðugari arbeiði í Føroyum, heldur Georg
F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, høgrumegin á myndini. undir Liðini á honum sita nevndarlimirnir,
Karla Einarsson og Sunrid Vang. Standandi er tað Palle Olsen, bókhaldari í Føroya Arbeiðarafelag
Nevndin
óbroytt
Nevndin í Føroya Ar
beiðarafelag
heldur
fram
óbroytt
hetta
næsta árið.
Tað er greitt eftir
aðal-fundin um viku
skiftið.
Á
aðalfundinum
stóðu tríggir nevndar-
limir fyri vali, og teir
vóru Elin Sørensen í
Havn, sum er næstfor
kvinna, Sunrid Vang í
Froðba og Julia Hansen
í Æðuvík.
Tær
stillaðu
allar
tríggjar upp aftur og tær
vórðu allar afturvaldar í
eitt tvey ára skeið aft
urat.
Samstundis varð Elin
Sørensen afturvald til
næstforkvinnu.
Hinir
nevndarlim
irnir í Føroya Arbeið
arafelag, eru Georg F,
Hansen
úr
Miðvági,
sum er formaður, Karla
Einarsson
í
Rituvík,
Jógvan Páll Johansen
í Haldórsvík og Suni
Mortensen í Hovi, og tey
standa fyri vali næsta
ár.
Sleppa nú at draga limagjaldið frá í skatti
Tað er formað
urin í Føroya
Arbeiðara
felag ikki í
Áki Bertholdsen
Í Føroya Arbeiðarafelag taka
tey fult undir við uppskot
inum, Sonja Jógvansdóttir,
tingkvinna, hevur lagt fyri
Løgtingið um, at fólk skulu
sleppa at draga limagjaldið
til fakfelag frá í skatti.
Løgtingið viðgerð upp
skotið í løtuni, og tey ivast
heldur ikki í, at tað fer at
verða samtykt.
Uppskotið hevur einaferð
verið lagt fram áður. Tað var
fyri tveimum árum síðani, tá
ið táverandi tingkvinnurnar,
Rigmor Dam og Eyðgunn
Samuelsen, løgdu uppskotið
fram.
Tá varð tað felt, og tey,
sum feldu tað, vóru Sam
bandsflokkurin, Fólkaflokk
urin og Miðflokkurin.
Sjálvstýrisflokkurin var
ikki til staðar í Løgtingum,
tá ið atkvøtt varð.
Men
bæði
Tjóðveldi,
Framsókn og Javnaðarflokk
urin, atkvøddu fyri tí ta ferð
ina.
– Hesir tríggir flokkarnir
sita nú í samgongu, og tí
ivast vit ikki í, at uppskotið
fer at verða samtykt hesa
ferð, sigur Georg F. Hansen,
formaður í Føroya Arbeið-
arafelag.
Hann sigur, at hetta er
ein skipan, sum er galdandi í
okkara grannalondum.
– Sum støðan er í dag,
kunnu arbeiðsgevarar draga
limagjaldið til arbeiðsgevara
felagið frá í skatti, men fak
felagslimir kunnu ikki draga
sítt limagjald frá, sigur Georg
F. Hansen.
– Verður uppskotið sam
tykt, so eru partarnir á ar
beiðsmarknaðinum
javn
settir.