mánadagur 14. mars 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIRSJÓVARTUNLAR
Tað eru nakrir politikarar sum tvíhalda um, at
tá ið undirsjóvartunlarnir eru afturgoldnir, skal
tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum teir
Áki Bertholdsen
Teir tvíhalda um, at tað var
ein politisk avtala, tá ið farið
varð undir tunlarnar.
Men tað eru eisini fleiri
politikarar sum ikki vilja
kennast við eina slíka avtalu.
Tað er eisini ósemja um,
hvat tað merkir, at tunlarnir
eru afturgoldnir. Summi siga,
at tað er tá ið lánini eru gold
in, men onnur siga, at parta
peningurin, landið setti í
teir, skal eisini rindast aftur.
Partapeningurin er tilsam
ans 395 milliónir krónur.
Tað er eisini greitt, at tað
stendur ongastaðni, at tað
skal vera ókeypis at koyra
ígjøgnum tunlarnar.
Tey, sum vilja hava ókeyp
is koyring, hongja seg í hesi
brotini í lógini um Vágatunn
ilin, har tað stendur, at:
... Tá útveganarkostnað
urin er fult afturgoldin, og
P/F Vágatunnilin stendur
sum eigari, verður alt anlegg
ið, uttan viðurlag, avhendað
landinum til ognar ...
Og tað stendur eisini, at:
... Við útveganarkostnaði
skilst tær samlaðu byggiút
reiðslunar til vegir, brúgvar
og tunnilsgerð v.m. ...
Og tey hongja seg í hetta
brotið í lógini um Norðoya
tunnilin, har tað stendur at:
... Tá útveganarkostnað
urin er fult afturgoldin, og
P/F Norðoyatunnilin stend
ur sum eigari, verður alt
anleggið uttan viðurlag av
hendað landinum til ognar ...
Og lagt verður afturat, at:
...Við útveganarkostnaði
skilst tær samlaðu byggi
útreiðslurnar til vegir og
tunnilsgerð v.m. ...
Í
viðmerkingunum
til
Norðoyatunnilin
stendur
eisini, at :
...
Felagið
ber
allan
rakstrarkostnað
av
tunl
inum, til hesin verður av
hendaður
landinum
til
ognar. Tá yvirtekur lands
kassin rakstrarútreiðslurnar
av tunlinum ...
Kaj Leo og
Jørgen ósamdir
Í 2013 spurdi Poul Michelsen,
sum tá var Løgtingsmaður,
Kaj Leo Holm Johannesen,
sum var løgmaður, hvat tað
merkti, at allur útveganar
kostnaðurin
skal
rindast
aftur og um tað bara varð
hugsað um lánini, ella um
tað eisini varð hugsað um at
partapeningurin skuldi rind
ast aftur.
Táverandi
løgmaður
segði, at eisini partaparta
peningurin skuldu rindast
aftur. Hann segði, at:
... Eftir lógini skal úveg
anarkostnaðurin
gjaldast
aftur bæði tann parturin,
sum er fíggjaður við eginpen
ingi og tann parturin, sum er
fíggjaður við láni ...
Men
Jørgen
Niclasen,
sum var landsstýrismaður í
fíggjarmálum í undanfarnu
samgongu, hevði eina aðra
fatan.
Í einum svari upp á
fyrispurning frá Eivin H.
Jacobsen, táverandi løgtings
manni, segði Jørgen Niclasen
í juni í 2014, at longu tá ið
tunnilin varð samtyktur í
Løgtinginum, var ætlanin at
nýtslugjaldið einans skuldi
fíggja lántøkuna.
Nú mugu vit skjótt taka støðu til, hvussu nógv tað skal kosta at
ferðast við Strandferðsluni og ígjøgnum undirsjóvartunlarnar,
og um allir tunlarnir skulu leggast í eitt felag
Taka støðu til prísin fyri at sigla og koyra
Áki Bertholdsen
Nú verður tað neyðugt hjá
okkum at taka støðu til,
hvussu almenna samferðsl
an skal skipast.
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður
í
sam
ferðslumálum.
Sum tað sæst í hinum
greinunum, eru Vágatunnilin
og Norðoyatunnilin við at
vera goldnir, og tað skundar
sjálvandi undir málið, og tí
má ein avgerð takast í næstu
framtíð, sigur hann.
Og tað eru fleiri møgu
leikar, heldur hann.
Sum Henrik Old sigur í
øðrum greinum, ætlar hann
ikki, at tað skal verða ókeyp
is at koyra ígjøgnum undir
sjóvartunlarnar.
Men hann ásannar kort
ini, at møguleikarnir eru
fleiri, og ein møguleiki er at
síggja alt samferðslukervið
sum eina heild.
Ein møguleiki er at leggja
allar núverandi, og framtíðar
undirsjóvartunlar í eitt felag,
og at reka teir, sum eina eind,
har tunlar, sum kasta nakað
av sær, eru við til at rinda
fyri tunlar, sum geva hall.
Ein møguleiki er eisini
at gera eina samhaldsfasta
samferðsluskipan, men so
skal tað eisini vera galdandi
fyri Strandferðsluna.
Í hesum sambandi er tað
ein møguleiki at ein ferða
seðili verður keyptur, og
so er hann galdandi fyri
dagin, sama hvussu nógvum
strandferðsluskipum, ferð
ast verður við, ella hvussu
nógvum tunlum, koyrt verð
ur ígjøgnum.
– Tað eri eg ikki ósamdur
í, sigur Henrik Old.
Vil hava semju
Henrik Old sigur, at annar
máti er at gera tað púra
ókeypis, men so verður tað
galdandi fyri bæði undir
sjóvartunlarnar og Strand
ferðsluna.
– Tað fer ikki at bera til,
at summi skulu sleppa at
koyra ígjøgnum undirsjóvar
tunlarnar fyri einki, og sam
stundis halda, at tað er púra
sjálvsagt, at teir verða hildnir
til fulnar fyri landsins rokn
ing.
Henrik Old sipar til tað,
hann sigur í aðrari grein um,
at í løgtingum eru ómetaliga
ringur vilji til at játta Lands
verki nógv mikið av pengum
at halda tunlar, vegir og brýr.
Kortini vil Henrik Old
ikki leggja seg fastan á nakra
ávísa loysn fyri ikki at forða
fyri eini semju. Henrik Old
sigur, at hetta eru stórir og
grundleggjandi spurningar,
støða skal takast til. Sostatt
krevur tað eina nágreiniliga
viðger, og tí vil hann eisini
hava allar flokkar við í eini
semju, fyri at hon skal halda
í framtíðini.
Hann sigur, at enn hevur
ikki nakað serligt kjak verið
um spurningin, tí hann hev
ur ikki verið frammi í tíðini.
Men í politikki eru tað fleiri
sum halda, at alt samferðslu
kervið skal leggjast saman í
eitt.
Hann sigur, at tá ið
Løgtingið er farið í summar
frí, og tað verður eitt sindur
friðarligari aftur, fer hann at
at seta sjøtul á tað politisku
viðgerðina.
aki@sosialurin.fo
ÓKEYPIS KOYR
GRUNDLEGGJANDI VIÐGERÐ
– Hetta eru stórir og grundleggjandi spurningar, støða
skal takast til. Sostatt krevur tað eina nágreiniliga
viðger, sigur Henrik Old, landsstýrismaður