Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 UNDIRSJÓVARTUNLAR Tað eru ikki vit sum taka avgerðina Áki Bertholdsen – Tað verða ikki vit, sum kunnu taka avgerð um at avtaka bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum undir­ sjóvar­tunlarnar. Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í felagnum. Hann staðfestir, at tað verður ein politiskur spurn­ing­ur burturav, og av tí sama hevur hann sjálv­ur onga meining um spurn­ing­in. – Okkara uppgáva er at reka tunlarnar eftir teim­ um lógum, sum eru í gildi, og tað gera vit, sigur hann. Hetta merkir, at bumm­ gjald verður kravt so at tunlarnir skulu hava nóg mikið av inntøkum til at rinda skuld aftur, og til at rakstur og ábøtur. Lánini goldin Uni Danielsen sigur, at lán­ið í Vágatunlinum er goldið, og í 2020 er lánið í Norð­oya­tunlinum eisini goldið. Á seinasta aðalfundi í Vága­tunlinum fyri einum ári síðani, vóru boðini frá Jørgen Niclasen, táverandi lands­stýrismanni í fíggjar­ málum, at tunnilin skuldi latast landsstýrinum á 14 ára føðingardegnum, tann 10. desember í ár. – Samstundis skuldi greiða fáast á øllum lógar­ verk­inum í tí sambandi, sigur Uni Danielsen – Men tað hendi so ikki meiri, leggur hann afturat. Hann sigur, at tískil verður bíðað eftir politisk­ um boðum um, hvussu verð­ur við tunlinum, um hann skal handast land­ inum, ella um hann fram­ hald­andi skal vera undir fel­ag­num, og um bumm­ gjald­ið skal varðveitast. Munandi bíligari Annars eru prísirnir fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar munandi lækkaðir, so hvørt skuldin hevur verið goldin, og ráðini hava verið til at lækka prísin. Og í dag eru tey bílig­ astu haldini tveir triðingar bíligari enn tey vóru í fyrst­uni. Og Uni Danielsen sigur, at nú nærkast prísurin mark­inum fyri, hvussu lágur hann kann vera fyri at felagið framvegis skal hava ráð til at halda tunn­ ilin. Tað er nógvur teknikk­ ur, sum skal haldast, bæði pumpur, ljós, og annað, men tað klára vit væl og virð­iliga við gjaldinum, sum nú er, leggur hann aftur­at. – Men gjaldið verður ikki avtikið, fyrrenn vit fáa politisk boð um tað, og lógin verður broytt, tí vit skulu hava nóg mikið av inn­tøk­um til at halda tunn­ilin, og til neyðugar ábøtur. Í løtuni eru inntøkurnar hjá tunlinum nóg mikið til at leggja vit upp fyri, at trygdar­krøvini til tunlar­ nar kunnu verða herd, sig­ ur stjórin. Hann sigur, at skuldi tað hent, ber til hjá felagnum at taka lán, og fíggja tað við bummgjaldinum. Annars vísir Uni Danielsen á, at tað er mun­ andi bíligari at ferð­ast nú vit hava fingið undir­ sjóvar­tunnil, enn tað var framm­an­undan, tá ið ferjur­nar sigldu. – Tá ferjurnar sigldu, kost­aði tað 180 krónur hjá ein­um bilførara og bili at sigla báðar vegir, umframt at ferðafólkið í bilinum eis­ ini skuldu rinda fyri ferða­ seðil. – Men hjá teimum, sum brúkar tunnilin hvønn dag, ber nú til at ferðast fyri 25-30 krónur um dagin til­samans við fullum bili av ferða­fólki, sigur tunla­ stjórin. aki@sosialurin.fo Tað eru politikararnir, sum gera av, um bumm­ gjaldið skal avtakast, ella ikki, sigur Uni Danielsen, stjóri í felagnum, sum eigur og rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin ING ELLA IKKI? BÍÐA – Vit bíða eftir boðum frá politikarunum um, hvat vit skulu gera, sigur Uni Danielsen, stjóri í felagnum, sum eigur og rekur Norðoyatunnilin og Sandoyartunnilin. Hann vísir á, at tað stend­ ur í lógini, at: ... Tunnilseigaranum er heimil­að at áseta og krevja inn nýtslu­gjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunn­ils­anleggið ... Men Jørgen Niclasen vísir samstundis á, at í við­merk­ ing­unum til lógina stendur: ... Ætlanin er, at nýtslu­ gjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum ... – Almenna fatanin hev­ur eisini verið, at nýtslu­gjøld­ini einans skuldu fíggja láns­ gjøldini, og at tunn­ilin skuldi latast landinum, tá lánið úr Íleggingargrunninum var aftur­goldið, segði Jørgen Niclasen. Hann vísir á, at tað stend­ ur eisini í viðmerk­ingunum til lógini um Vágatunnilin, at ... Ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rent­ur og avdráttir til láni ... Men táverandi lands­ stýris­maður ásannaði, at so­ leiðis sum lógin og við­merk­ ing­arnar eru orðað, kann tví­dráttur verða um, hvussu hon skal tulkast í sambandi við, nær tunnilin er út­goldin og kann avhendast land­ inum. Tí staðfesti hann, at hann ætlaði at fylgja »polit­ isku ætlanini við tunnils­ felagnum« og tí fór hann at leggja uppskot fyri Løg­ting­ ið, har tað skuldi stað­fest­ ast, at einki bummgjald skal vera, eftir at lántøkan er aftur­goldin, og tunnilin gerst ogn hjá landinum, »soleiðis sum alla tíðina hevur verið al­menna fatanin«. Men tað var ósemja í undan­farnu samgongu um spurningin, og uppskotið frá Jørgen Niclasen kom ongan­ tíð. aki@sosialurin.fo ÓSEMJA Tann stóri spurningurin er, um tað varð ein politisk avtalað, at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum undir­sjóvar­ tunlrnar – og nær bummgjaldið so skuldi avtakast So verður tað galdandi fyri bæði undirsjóvartunlarnar og Strandferðsluna