mánadagur 14. mars 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg dugi ikki at síggja fyri
mær, at tað fer at verða
ókeypis at koyra ígjøgn
um teir báðar undirsjóvar
tunlarnar, Norðoyatunnilin
og Vágatunnilin.
Tað staðfestir Hendrik
Old, landsstýrismaður í sam
ferðslumálum.
Annars eru tað fleiri nú
verandi,
og
fyrrverandi
politikarar, sum hava tví
hildið um, at tá ið tunlarnir
eru goldnir, skal tað verða
ókeypis at koyra ígjøgnum
teir.
Páhaldið hjá teimum er,
at tað er ein politisk avtala,
sum semja varð um, tá ið
tunlarnir vórðu gjørdir.
Hinvegin
hava
aðrir
politikarar ført fram, at tað
stendur ongastaðni greitt,
at tað skal verða ókeypis at
koyra ígjøgnum.
Henrik Old, landsstýris
maður í samferðslumálum,
sigur, at tá ið báðir tunlarnir
vórðu samtyktir, var hann
eisini í Løgtinginum, og hann
var enntá limur í vinnu
nevndini.
Og hann minnist einki til
eina slíka avtalu.
– Hevði ein slík avtala
verið gjørd, hevði eg vitað
av tí, hatta kenni eg einki til,
sigur Henrik Old.
– Eitt slíkt lyfti hevði utt
an iva verið skrivað niður
onkustaðni, men tað havi
eg ikki funnið, leggur hann
afturat.
Men tað er ikki bara hetta,
ósemja er um, tí politikarar
eru eisini ósamdir um, hvat
tað merkir, at tunlarnir skulu
vera goldnir.
Teir,
politikarar,
sum
krevja, at koyringin skal
vera ókeypis, hava ført fram,
at tað merkir at lánið í tunl
unum, skal vera goldið, og
so skal tað vera ókeypis at
koyra.
Men
aðrir
politikarar
leggja dent á, at tunlarnir eru
altso ikki goldnir, fyrrenn
landið eisini hevur fingið sín
partapening aftur.
Landið setti 160 milliónir í
Vágatunnilin og 235 milliónir
í Norðoyatunnilin, og undan
farni løgmaður, Kaj Leo
Holm Johannesen, gjørdi
greitt í einum svari til Poul
Michelsen, sum tá var løg
tingsmaður, at eisini parta
peningurin til landið skuldi
verða goldin, áðrenn tunlar
nir kundi metast at vera
goldnir.
Men alt hetta kann gera
tað sama, tí Henrik Old sigur,
at tað verður ikki ókeypis at
koyra ígjøgnum tunlarnar.
Hann leggur kortini afturat,
at spurningurin er ikki við
gjørdur í samgonguni, men
hann dugir ikki at síggja
fyri sær, at koyringin verur
ókeypis við tað fyrsta.
Men at prísirnir kanska
fara at lækka, skal hann lata
vera ósagt.
Hinvegin vísir hann á, at
sum støðan er nú, liggja inn
tøkurnar ikki nógv omanfyri
tað, sum tað kostar at reka
tunlarnar.
Dyrir at halda
Henrik Old vísir á, at tunlar
sum hesir, eru dýrir at halda.
– Teir hava eisini útgerð,
sum er serstøk fyri teir, og
sum tað ikki er neyðugt at
hugsa um í øðrum tumlum,
ella á vegakervinum sum
heild.
Eitt, hann hugsar um í
hesum sambandi, er pump
urnar, sum skulu halda tunl
arnar turrar.
UNDIRSJÓVARTUNLAR
Tað er eitt krav frá summum núverandi og fyrrverandi politikarum, at
tá ið undirsjóvartunlarnar eru goldnir, skal tað verða ókeypis at koyra.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er ikki samdur
TAÐ VERÐUR
IKKI ÓKEYPIS
AT KOYRA
Tað rætta er at gera
tunnil til Sandavágs
Tað átti at verðið gjørt, tá ið
Vágatunnilin varð gjørdur, men
politikarar fingu kaldar føtur
Áki Bertholdsen
– Tað einasta rætta er at
gera tunnil frá haðani
Vágatunnilin kemur upp
á Vágalandinum, yvir til
Sandavágs.
– Tað havi eg altíð hildið,
og tað haldi eg framvegis,
sigur Henrik Old, lands
stýrismaður í samferðslu
málum.
Hann skundar sær sam
stundis at staðfesta, at
ongin ítøkilig ætlan er um
hetta, men tankarnir eru
frammi.
– Men hetta átti í hvussu
so er at verið eina partur
av einum framtíðar sam
ferðslukervi, sigur lands
stýrismaðurin.
Hann vísir á, at Sanda
vágshálsur er eitt sera
ótespuligt stekkið at koyra
uppum á vetri, og har eru
ofta trupulleikar av ferðsl
uni.
Samstundis hevði tað
stytt teinin at koyra eitt
sindur.
– Longu tá ið Vágatunn
ilin varð gjørdur, førdi eg
fram, at tað rætta hevði
verið at latið hann kom
ið upp í Sandavági, ella at
gjørt tunnil, haðani tunn
ilin kemur upp, yvir til
Sandavágs, sigur hann.
Men hann sigur, at tað
var so stór mótstøða ímóti
at gera Vágatunnilin yvir
høvur, at politikarar fingu
kaldar føtur.
Tí varð bara talan um
at gera tunnilin so stuttan
sum gjørligt, og politikarar
stúrdu fyri, at fóru teir at
tosa um at gera tunnil til
Sandavágs eisini, fór bara
alt at detta niðurfyri, tí
mótstøðan var so stór yvir
høvur.
Men Henrik Old sigur, at
skulu vit hugsa um fram
tíðina, er ein framtíðar
tunnil yvir til Sandavágs,
eisini ein grundgeving fyri
at varðveita bummgjaldið
fyri at koyra ígjøgnum
Vágatunnilin.
aki@sosialurin.fo
STÚRDU
– Tað ráddi bara um at fáa tunnilin gjørdan, tí politikarar
stúrdu fyri, at alt fór at detta niðurfyri, sigur Henrik Old