Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 UNDIRSJÓVARTUNLAR Vilja fegin halda fram at rinda bummgjald Áki Bertholdsen Yvirhøvur eru føroyingar sinnaðir til at halda fram at rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgnum undir­ sjóvar­tunlarnar – eisini eftir at teir eru goldnir. Og hetta er eisini gald­ andi fyri vágafólk og norð­ oy­ingar Hetta vísir ein gallup­ kanning, felagið, sum rekur tunlarnar, hevur gjørt. Uni Danielsen, stjóri í felagnum, sum eigur og rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, váttar, at tey hava gjørt eina kann­ing, har føroy­ingar eru spurdir um prísir og ymisk onnur viður­skifti í sam­bandi við undir­sjóvar­ tunlar­nar. Men hann sigur, at talan er um eina kanning til innan­hýsis brúk, og tí ætlar hann ikki at al­ manna­kunngera hana. Men aðrastaðni frá hava vit fingið at vita, at kann­ingin vísir, at fólk hava sligið seg til tols við, at bummgjaldið skal halda fram – eisini vágafólk og norð­oyingar. Kanningin vísir, at sum heild halda eini 75 pro­sent av føroyingum, halda, at bummgjaldið skal varð­ veitast, men at tað skal vera lægri enn tað er nú. Hinvegin eru tað 15 - 20 prosent av fólkinum sum halda, at tað tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin. Úrslitið av kanningini er, at yvir 70 prosent av suður­oyingum, sandoy­ ing­um og eysturoyingum, halda, at bummgjaldið skal varð­veitast, men at tað skal vera lægri enn tað er nú. Hinvegin halda heili 85 prosent av teimum, sum búgva í Streymoy, at bumm­gjaldið skal varð­ veitast. Men meiri merkisvert er tað kanska, at eisini 55 pro­sent av vágafólki og norð­oyingum halda, at tað er rætt at bummgjaldið verður varðveitt, men at tað skal vera lægri enn tað er nú. Hinvegin halda sløk 40 prosent av vágafólki og Norðoyingum, at tað skal vera ókeypis at koyra, og so eru tað nøkur, sum ikki vita, ella onga støðu hava. Ikki eitt fólkakrav Henrik Old, landsstýris­ maður, sigur, at hann hev­ ur frætt um kann­ing­ina. – Úrslitið av henni er, at tað er ikki eitt fólkakrav, at koyringin skal vera ókeyp­ is, og tá ið summir politik­ arar tvíhalda um, at so skal vera, hevur tað ikki kjøl­ festi í fólkinum. – Fólk eru fyrireikað upp á at tey skulu halda fram at rinda, og hava slig­ ið seg til tols við tí, leggur hann afturat. Hann sigur, at tá ið hetta er støðan, er tað enn ein orsøk til at lata bumm­ gjaldið halda fram fyri at tryggja, at tunlarnir verða hildnir eftir forskriftunum, og at ábøtur verða gjørdar, sum hvørt sum krøvini herðast. – Kanningin vísir, at fólk eru greið yvir, at onkur skal rindast fyri raksturin, sigur Henrik Old. Ein framúr góð skipan Henrik Old heldur, at skip­ an­in, sum er nú, er heilt framúr. – Skipanin ber í sær, at hjá Vágafólki, og Norðoy­ ing­um, sum brúka tunnilin dag­liga, er tað í roynd og veru rættiliga bíligt at koyra ígjøgnum tunlarnar. Bílagasta haldið fyri at koyra ígjøgnum Vága­tunn­ ilin, kostar ikki meiri enn einar 25 krónur um dagin, og at koyra ígjøgnum Norð­oya­tunnilin kostar ein­ar 30 krónur um dagin. Og fyri einar 55 krón­ur ber til at koyra ígjøgnum báðar undir­sjóvar­tunlar­ nar hvønn arbeiðs­dag í ár­ inum. – Samstundis fáa tey eis­ini ferðastuðul frá land­ inum fyri at koyra til og frá arbeiði, so tilsamans er tað ikki so dýrt. Men tey, sum bara koyra ígjøgnum undir­ sjóvar­tunlarnar av og á, rinda oftani fullan prís, sum er 100 krónur hvørja ferð, og sostatt eru tað tey, sum rinda ein stóran part av inn­tøkunum hjá undir­ sjóvar­tunlunum, sigur lands­stýrismaðurin. – Hetta er tað besta við núverandi skipan, at tey, sum hava brúk fyri tunl­ inum hvønn dag, sleppa rættiliga bíliga, og tað er ein skipan, vit eiga at halda fast um, sigur lands­stýris­ mað­urin í samferðslu­mál­ um. aki@sosialurin.fo Ein gallupkanning vísir, at fólk eru sinnað at halda fram at rinda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar – eisini vágafólk og norðoyingar VILJA GJALDA Allarstaðni í Føroyum, eisini í Vágum og í Norðoyggjum, er fólk sinnað at halda fram at rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar, vísir ein kanning – Tær skulu haldast alla tíð­ina, og kosta eisini nógv í rakstri til streym, og ganga tær fyri, eru tunlarnir fullir av sjógvi eftir trimum, fýra døgum. – Sosatt skulu tær røkjast væl, og tí er neyðugt at hava eina skipan, sum ger, at hend­ir eitt tekniskt brek, skal tað bera til at senda boð eftir onkrum at umvæla tær alt fyri eitt. – Fara tær ein fríggjadag, nyttar ikki at bíða til mána­ dagin at fáa brekið um­vælt, tí tá eru tunlarnir fullir av sjógvi. Henrik Old staðfestir, at tað almenna í Føroyum er ikki júst víðagitið fyri at røkja vegir og tunlar væl. Tí stúrir hann fyri, at fáa undirsjóvartunlarnar upp í stóra pott hjá landsverki. – Politiski myndugleikin er sera trekur at játta Lands­ verki pening til at halda vegir, tunlar og brýr, og av­ leið­ingin er, at nógvastaðni er tað fallið í órøkt. – Landsverk metti fyri nøkr­um árum síðani, at tey høvdu eitt eftirsleip upp á yvir 300 milliónir, og tað eru ongar ábendingar um, at nøk­ur broyting kemur í. – Harafturat er greitt, at kilo­metrarnir av vegum og tunl­um, Landsverk skal halda, verða alsamt fleiri í tali. Samstundis verða alsamt harðari krøv sett til trygdina á vegum og í tunlum. Henrik Old sigur, at av tí, at tað gongur so illa at játta Lands­verki pening til hald, er tað ikki ráðiligt, at Lands­verk eisini skal fáa ábyrgdina av at halda undirsjóvar­tunlar­ nar. – Skulu ábøtur á undir­ sjóvartunlarnar setast inn í eina raðfesting hjá landinum, kann tað ganga rúm tíð, áðr­ enn nakað verður gjørt, sigur hann. – Skulu undirsjóvartunlar­ nir eisini upp í puljuna hjá Lands­verki, saman við vega­ kerv­inum annars, eri eg ikki eina løtu í iva um, at støðan fer at versna. Tí heldur Henrik Old, at tunlarnir liggja tryggari í ein­ um partafelagi, sum krev­ur pening inn frá teimum sum koyra, til at halda tunlarnar fyri. Hann sigur, at hann hevur eisini varhugan av, at tað er tolilig politisk semja um, at undirsjóvartunlarnir eiga eis­ini at rinda partapeningin til landið, aftur. aki@sosialurin.fo TRYGGARI – Tað er tryggari at hava undirsjóvartunlarnar í einum felag, sum tekur pengar frá teimum sum brúka teir, ístaðin fyri at leggja teir undir Landsverk, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum