mánadagur 14. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LANDSFUNDUR
SAMKYND
SKULU HAVA
GRUND
LEGGJANDI
RÆTTINDI
SERLÓG FYRI SAMKYND Men tað skal ikki vera við hjúnabandslógini,
og tí skal ein serlóg gerast, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum
Áki Bertholdsen
Uppskot er lagt fyri Løgting
ið um at loyva samkyndum
at giftast.
Bárður á Steig Nielsen
heldur, at tað er burtur úr
vón og viti, so illa sum hetta
málið er handfarið, tí hjá
honum er eingin sum helst
ivi um, at hetta er at atkvøða
samkynt hjúnalag inn um
kirkjugátt.
– Hjá mær er kirkugátt
in markið og Sambands
flokkinum hóvar ikki, at Løg
tingið tekur sær frælsi til at
lóggeva inn um kirkjugátt,
sigur hann.
– Tað stendur í kirkju
lógini, at borgarliga gift hjún
kunnu fáa hjúnalagið signað
í kirkjuni og tað tulka nakrir
løgfrøðingar sum um at tey
hava ein rætt til tað.
Bárður Nielsen sigur, at
tað eru summi sum siga, at
tað samkynd kunnu ikki fáa
hjúnalagið signað í kirkjuni,
tí ongar forskriftir er fyri,
hvussu tað skal fara fram.
– Tað kann væl vera, men
eg fari ikki at kloyva kirkjuna
í tvey um hetta málið, leggur
hann dent á.
Nærkast eini semju
Hinvegin er hetta eitt mál,
har hvør tinglimur kann
atkvøða eftir síni egnu sann
føring og Sambandsflokk
urin arbeiðir nú innanfloks
fyri at finna eina felags støðu
til málið, sigur formaðurin.
Og enn veit hann ikki um
nakar fer at atkvøða fyri
uppskotinum um at loyva
samkyndum hjúnalagi.
– Hinvegin ásannar Sam
bandsflokkurin, at allir borg
arar hava grundleggjandi,
borgarlig rættindi, og tey
rættindi eru vit sinnað at
tryggja samkyndum, sigur
Bárður Nielsen.
– Føroyar hava bundið seg
til at halda mannarættindi,
og spurningurin um rættindi
til samkynd er av slíkum
slag, sigur hann.
Hann sigur, at sostatt er
Sambandsflokkurin sinnað
ur at viðgera spurningin um
rættindi til samkynd.
Men tað skal ikki vera at
broyta
hjúnabandslógina
soleiðis, at tað fer inn um
kirkjugátt, men í eini lóggávu
fyri seg.
Hann sigur, at eftir hans
ara tykki kann talan vera
um eina skipan við skrásett
parlagi av onkrum slagi.
– Tað taki eg sjálvur fult
undir við, og flokkurin er
rættiliga tætt við at finna
eina felags støðu, sum tryggj
ar rættindi hjá samkyndum.
Men tað skal vera uttan at
lóggeva inn um kirkjugátt
og um tað so kallast skrásett
parlag, ella okkurt annað,
fer so viðgerðin at vísa, sigur
Bárður á Steig Nielsen.
Annars hevur ein av
tinglimunum
fyri
Sam
bandsflokkin, Kaj Leo Holm
Johannesen
áður
boðað
frá, at hann vil hava fólka
atkvøðu
um
spurningin
um samkynt hjúnalag, men
tann spurningurin er ikki
við í viðgerðini í Sambands
flokkinum, sigur Bárður á
Steig Nielsen.
EIN SEMJA ER NÆR
- Vit eru sinnaður at tryggja samkyndum grundleggjandi,
borgarlig rættindi og í Sambandsflokkinum eru
vit nokk so nær eini semju um, hvussu tað kann
gerast, uttan at blanda kirkjuna upp í, sigur
Bárður á Steig Nielsen, formaður í flokkinum
Taka fult undir
við samkyndum
hjúnalagi
FULLUR STUÐUL Skulu
tey ungu vilja kennast
við Sambandsflokkin, má
flokkurin hugsa um tey mál,
sum rørast í ungdóminum
Áki Bertholdsen
– Vit taka hundrað prosent
undir
við
uppskotinum
um at loyva samkyndum
hjúnalagi
Tað staðfesti Árni G.
Nielsen, formaður í Unga
Sambandinum,
á
lands-
fundinum hjá flokkinum í
gjár.
– Hetta er ein støða,
vit hava tikið í Unga Sam
bandinum, vit hava tikið
hesa støðu, tí vit viður
kenna, at tey samkyndu eru
ein partur av samfelagnum.
Nógv, sum eru ímóti at
loyva samkyndum hjúna-
lagi, eru tað tí at tey stúra
fyri, at so fara samkynd at
kunna giftast í kirkju.
– Heldur ikki vit í Unga
Sambandinum vilja hava
samkynd
skulu
kunna
giftast í kirkju, staðfestir
formaðurin.
Men hann sigur, at í hes
um sambandi er einki at
stúra fyri.
– Eftir uppskotinum, nú
nú liggur frammi, er tað ikki
so, at samskynd SKULU
kunna giftast í kirkju, men
at tey KUNNU.
Og Árni G. Nielsen sigur,
at vil Sambandsflokkurin
vera ein flokkur, sum tey
ungu vilja kennast við, má
flokkurin eisini vísa vælvild
í teimum málum, sum rørir
ungdómin, sigur hann.
VIÐURKENNA
– Vit viðurkenna, at samkynd eru ein partur í
samfelagnum, sigur Árni G. Nielsen, formaður í
Unga Sambandinum, vinstrumegin, saman við
Eivin Jacobsen, fyrrverandi tingmanni