Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 LANDSFUNDUR Áki Bertholdsen – Tað er øgiliga gevandi fyri ríkisfelagsskapin, at danska stjørnin hevur gjørt, at allir danskir stjórn­arbygningar skulu flagga við føroyska flagg­ in­um á ólavsøku og við grøn­lendska flagg­inum á grønlendska tjóðar­deg­ num. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Hann sipar til av­gerð­ ina hjá donsku stjórn­ini um, at á føroyska tjóðar- degnum, ólav­søkudag, 29. juli, skulu allir bygningar hjá donsku stjórnini, eisini sendistovur uttanlands, vinda Merkið í húnarhátt, og tað sama verður gjørt á grønlendska tjóðardeg­ num tann 21. juni. – Hetta setir londini í ríkisfelagsskapinum í mið­depilin og kann vekja áhugan hjá van­liga danskaranum fyri lond­ unum í ríkis­felagsskap­ in­um. – Sostatt kann eitt til­ tak sum hetta vera við til at upplýsa danir um ríkisfelagsskapin, sig­ur formaðurin í Sambands­ flokkinum. Og hann hevur nevni­ liga ofta varhugan av, at nógvir danir vita alt ov lítið um Føroyar, og at vit eru eitt upp­lýst, fram­ komið og vælvirk­andi sam­felag. – Eg vænti, at almennu føroyski og grønlendski flaggdagurin í Danmark fara at bøta um tað. Eisini danir Tað sama heldur Thomas Nolsøe Danielsen, fólka­ tingsmaður fyri Vinstra­ flokkin, sum var gestur á landsfundinum hjá Sam­ bandsflokkinum í gjár. Hann væntar avgjørt, at fleiri danir fara at fylgja eftir og at flagga við føroyskum flaggi ólav­søkudag, serliga teir, sum hava samband við Føroyar. Og tað ætlaði hann sær sjálvur at gera, verð­ur hann heima tá. Thomas Nolsøe Dan­ iel­sen er av føroyskari rót, tí hann er abbasonur Knút Nolsøe, sála, sum var høvuðsmaður fyri at útvega føroyskum sjó­ monnum, sum sigldu und­ ir krígnum, krígs­pensjón. VEKIR ÁHUGA Tað er við til at ríkisfelagsskapin í miðdepilin, at danir nú fara at flagga við føroyskum og grønlendskum flagggi eina ferð um árið Gevandi fyri ríkið at danir flagga við føroyskum flaggi UPPLÝSING Eitt tiltak sum hetta vera við til at upplýsa danir um ríkisfelagsskapin, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum við fundarfólki á landsfundinum leygardagin Lættari hjá føroyingum at flyta til Danmarkar FORÐING Nú verður ikki longur neyðugt at møta persónliga í Danmark at fáa grundlegjandi viðurskifti avgreidd Áki Bertholdsen – Nú fer tað at verða nógv lættari hjá føroyingum, sum ætla sær at flyta til Dan­ mark-ar í útbúgvar­ørindum, ella at arbeiða. Tað segði Thomas Nolsøe Danielsen, fólkatingsmaður fyri Vinstraflokkin, sum var gestur á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um vikuskiftið. Thomas Nolsøe Danielsen er av føroyskari rót, tí hann er abbasonur Knút Nolsøe, sála, sum var høvuðsmaður fyri at útvega føroyskum sjó­ monnum, sum sigldu undir krígnum, krígspensjón. Higartil hevur tað verið soleiðis, at fyri at fáa danskt p-tal, máttu føroyingar møta persónliga upp á skriv­stov­ uni í kommununi í Danmark, tey ætla at flyta til. Hann sigur, at hetta hev­ ur verið ein trupulleiki, eitt stórt tal av føroyingum hava havt. Við ongum p-talið ber ikki til at – Tað hoyrir ongastaðni heima, at føroyingar skulu vera noyddir at møta per­ són­liga í Danmark at fáa eitt p-tal sigur hann Tí fer danska stjórnin nú at broyta lógina, so at tað ikki longur skal vera neyðugt hjá føroyingum at møta persónliga í Danmark fyri at fáa eitt danskt P-tal til sín, ella til børn. Ístaðin skal tað bera til at venda sær til eina skrivstovu í Føroyum fyri at fáa eitt danskt p-tal. Thomas Nolsøe Danielsen segði, at hetta var eitt mál, Sambandsflokkurin hevur reist í samstarvi sínum við vinstra­flokkin í Danmark. Endamálið er at beina so nógvar marknaforðingar av vegnum sum gjørligt, og her er so ein forðing, sum er burturbeind. – Hetta er eitt dømi um, hvat tað ber til at av­ rika, høvdu føroyingar valt fólk­a­tingslimir, sum eru sinn­aðir at varðveita ríkis- felagsskapin, sigur hann Í friði og náðum Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at fyri at fyri at kunna søkja um upptøku á skúlum, fyri at kunna søkja um pening úr donskum stuðulsskipanum, og fyri at kunna seta seg á bíðilista eftir íbúð, dag­ stovna­plássi til børnini, o.s.fr. krevst eitt danskt p-tal. Men fyri at fáa eitt danskt p-tal, er neyðugt at møta per­sónliga upp á kommunu­ skrivstovuni í kommununi, ætlanin er at flyta til. – Men nú fer at bera til at venda sær til ein danskan myndugleika í Føroyum, og fáa eitt danskt p-tal haðani. – Sotatt fer at bera til at sita heima og fyrireika flyt­ ingina í friði og náðum í góð­ ari tíð, áðrenn ein flytir. MARKNAÐFORÐING Ein trupulleiki, nógvir føroyingar, sum flyta niður, hava rent seg í, verður nú beindur av vegnum, fingu sambandsfólk at vita á landsfundinum leygardagin