mánadagur 14. mars 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Umhvørvisavleiðingar
og ábyrgd
Kári Thomsen
O k k a r a
náttúru- og
umhvørv
i s v e r n d -
arlóg
fyri
sjógv-
og
h a v u m -
hvørvið er
Løgtingslóg nr. 58 frá 26.mai
2011, og hevur hon sum
endamál at verja náttúru og
umhvørvi, at varveita livikor
menniskjanna, vistskipanir
og djóra- og plantulív, so at
samfelagið kann verða ment
á
einum
burðardyggum
grundarlagi.
Málið við lógini er at varð-
veita eitt reint og ríkt hav og
at fyribyrgja og avmarka
dálking
av
havi,
strond
og luft og aðra ávirkan á
náttúru og umhvørvi frá
virksemi, ið kann seta heilsu
menniskjanna í vanda, hótta
vistskipanir og livandi til
feingi í havinum, vera til
bága fyri lógliga gagnnýtslu
av havinum og tilfeingi tess,
skaða náttúru- og ment
anarvirði á og í havinum,
fram við strendurnar og á
havbotninum, ella skerja re
kreativ virði.
Nei,
okkara
lóg
um
verju av havumhvørvinum
fevnir IKKI um ovurstóru
dálkingina frá alivinnuni,
men einans um dálking frá
skipum, flogførum og hav
støðum
(boripallum
o.t.),
og tí letur Landsstýrið bara
standa til og eitrandi dálking
at halda fram uttan minstu
fyribyrging ella tryggjan av
havumhvørvinum.
Fløkjur kunnu væl vísa
seg tá lógir skulu smíðast,
og í hesum døminum við
nýggjari
havumhvørvis
verndarlóg, vísa viðmerking
ar til løgtingsmál nr. 47/2004
frá 21.februar 2005, at aling
er fevnd av Løgtingslóg nr.
134 um umhvørvisvernd frá
1988. Henda lóg hevur so
at siga somu endamál sum
havumhvørvislógin,
men
tó uttan avgerandi áset
ingina, at t.d. aling, ið ávirk
ar náttúru og umhvørvi
munandi, ikki kann setast i
verk uttan góðkenning frá
landsstýrismanninum,
og
at ein slík góðkenning IKKI
kan veitast fyrr enn um
hvørvisárinsmetingar
eru
gjørdar.
Og sjálvt um havum
hvørvislógin frá 2005 um
røður aðra dálking í breiðum
týdningi, so vil Umhvørv
isstovan, ið umsitur lógina,
tulka tekstin soleiðis, at al
ing einans er fevnd av um
hvørvisverndarlógini
frá
1988 – kanska tí einki bein
leiðis krav er um umhvørvis
árinsmetingar.
At Umhvørvisstovan gev
ur
umhvørvisgóðkenning
til
aling
sambært
Um
hvørvislógini, frítekur ikki
loyvishavaranum at lúka
løgtingslógina um verju av
havumhvørvinum. Og sjálv
andi
skal
umhvørvisgóð
kenningin verða treytað, at
onnur viðkomandi lóggáva,
ið her heilt greitt er lógin um
verju av havumhvørvinum,
eisini skal verða gingin á
møti.
Prógvað er inntil fleiri
ferðir at kemisku evnini
brúkt verða í lúsabasingini
eisini taka lívið av øðrum
krabbadjórum, smákyktum
og djóraplankton o.ø., og at
hesi evni enntá finnast aftur
í lidnu vøruni.
Laksalýsnar eru blivnar
mótstøðuførar móti øllum
evnum, og sær út til at tær
eisini gerast mótstøðuførar
móti feskum vatni. Hvørjar
avleiðingarnar
verða
tá
laksalús trívast í okkara
vøtnum, áum og løkum, er
ikki gott at vita, men at av
leiðingarnar verða ógvus
ligar er lítið at ivast í.
Støðan í alivinnuni er
ikki haldbar har túsundatals
tons av kemiskum evnum
verða latin á sjógv, og har alt
livandi á firðunum so við og
við fánar burtur. Sjálvsøgd
rættindir at fara við tráu ella
báti í fjørðin, eru skúgvað til
viks til frama fyri einstakar
føroyskar
og
útlendskar
privatar fyritøkur, og tað,
fáast kann av seiði og øðrum
smáfiski, er ikki mannaføði
vegna fóðringina í alivinn
uni.
Hjá øllum alifyritøkunum
er dálkingarstøðan støðan
hin sama, og eru, sum er, bert
fáir firðir har kemisk evni
ikki verða latin beinleiðis á
sjógv í aliringarnar og ann
ars dumpað út i firðirnar
frá brunnbátinum Hans á
Bakka.
Umhvørvisstovan
ger lítlar og ongar kanningar
av dálkingarstøðuni, og er
kunnleikin til lívfrøðina á
firðunum tí sera lítil. Og
allíkavæl verður hildið áfram
at geva nýggja aliloyvi sjálvt
um staðfest er ovurstór og
eitrandi dálking, ið ikki kann
sigast at verða uttan tídning,
og har vit eisini eftir fleiri
ár síggja, at tamarhald ikki
fæst á lúsabasingarstøðuni
og dálkingini. Í slíkum førum
heimilar
Umhvørvislógin
smb. kap.5 §34 landsstýrinum
at
banna
framhaldandi
rakstri og møguliga at krevja
fyritøkuna, virkið ella útbún
aðin burtur.
Alivinnan
lúkur
ikki
treytirnar í Umhvørvislógini,
hon lúkur heldur ikki áset
ingar í lóg um verju av hav
umhvørvinum, og fremur
við dumping av kemiskum
evnum brot á alla galdandi
havumhvørvislóggávu.
Heilsu- og Innlendismála
ráðið umsitur lógina um
verju av havumhvørvinum,
men vil ikki fylgja ásetingum,
at góðkenningar til virksemi
á sjónum, ið ávirka náttúru
og umhvørvi munandi, ikki
kunnu veitast fyrr enn mett
er um avleiðingar.
Umhvørvisstovan hevur
12. januar í ar gjørt veg
leiðing um góðkenning og
umhvørvisárinsmeting
av
verkætlanum á sjónum og í
sjóvarmálum, við ávísing til
kap.13. í lógini, og til hvørji
evni skulu viðgerast í slíkari
kanning, og kann ikki snúgva
sær undan, at aling eisini
er fevnd av hesum krøvum
sjálvt um góðkenning til
eitt alibrúk er sambært Um
hvørvislógini.
Umhvørvislóg og havumhvørvislóg
Nei, tað
verður ikki
lóggivið
inn í trúar
samfeløg!
Tór Marni Weihe
limur í landsnevnd
Unga Tjóðveldsins
H e l d u r
enn
at
siga sum
er,
at
politiskur
taktikkur
l i g g u r
h a n d a n
avgerðina, so velur formað
urin í Sambandsflokkinum,
Bárður Nielsen, at bera
seg undan við ósannind
um. Nei, Bárður! Uppskot
ið lóggevur ikki samkynt
hjúnaband inn í trúarsam
feløg, og tað veist tú væl
sjálvur!
Formaðurin
í
Sam
bandsflokkinum hevur nú
staðfest, at flokkurin ikki
ynskir at javnseta sam
kynd við aðrar borgarar í
samfelagnum. Tað er ein
erlig sak. Vit liva í einum
fólkaræði, og tað er í lagi, at
fólk hava ymsar áskoðanir.
Men tað, sum eg ikki
kann hava virðing fyri,
er orsøkin til, at Sam
bandsflokkurin ikki fer at
atkvøða fyri borgarligum
hjúnabandi til samkynd.
Tí at orsøkin er als ikki, at
flokkurin ikki tekur undir
við broytingini. Tingmenn
fyri
Sambandsflokkin
hava enntá alment boða
frá, at teir taka undir við
uppskotinum.
Tí átti Bárður Nielsen,
tá hann fór í útvarpið at
greiða frá støðuni, sum
flokkurin hevur tikið, at
víst á, at ávís tingfólk fyri
flokkin tóku undir við upp
skotinum, og ynsktu at
atkvøða fyri, men at flokk
urin hevði gjørt nakrar
taktiskar metingar, og var
komin til ta niðurstøðu, at
flokkurin kundi vinna fleiri
veljarar við at lata vera við
atkvøða fyri uppskotinum.
Tað høvdu fólk skilt. So
leiðis er politikkur, og eftir
hondini eru vit von við
tílíkt – eisini um vit ikki
taka undir við tí.
Men tað gjørdi Bárður
Nielsen ikki. Av onkrari
orsøk hevur hann hildið,
at frægari var ikki at siga
sum var. Kanska var Bárður
ikki heilt sannførdur um,
at veljarar taka undir við
taktiska
trekkinum
hjá
flokkinum, og tískil var
best, at teir ikki fingu at
kenna sonnu orsøkina.
Tá
útvarpstíðindi
gjørdu samrøðu við Bárður
Nielsen, var tað tí ikki tann
sanna søgan, ið varð søgd. Í
staðin vísti Bárður Nielsen
á, at flokkurin ikki kann
taka undir við, at lóggivið
verður inn um kirkjugátt
og inn í trúarsamfeløg. Í
sær sjálvum er tað ein púra
legitim grundgeving, og
sjálvt
samgongutingfólk
høvdu tikið undir við Bárði
Nielsen og felt uppskotið,
um so var, at lóggivið var
inn í trúarsamfeløg.
Men
Bárður
Nielsen
veit væl, at uppskotið ikki
lóggevur nakað sum helst
inn um kirkjugátt ella inn
í trúarsamfeløg. Uppskotið
snýr seg útilokandi um
borgarliga vígslu, og tí er
ongin ivi um, at Sambands
flokkurin roynir at brúka
trúarsamfeløgini sum und
anførslu.
Tíverri, er tað ikki óvan
ligt í politikki, at tílíkar
metodur verða tiknar í
brúk.
Taktikkur
verður
tikin fram um politikk,
og politikkarar royna at
spinna søgur, soleiðis at
tær siga nakað heilt annað,
enn tað, ið veruliga gongur
fyri seg.
Eg trúgvi kortini, at í
hesum føri hevur Sam
bandsflokkurin gjørt ein
taktiskan feil. Veljararnir
fara helst at gjøgnum
skoða, hvat gongur fyri seg,
og at tá ið alt avtornar, so
stendur
Sambandsflokk
urin ivaleyst veikari um
eina viku, enn hann gjørdi
í gjár.
Men soleiðis er poli
tikkur.