Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 UMMÆLI Hon, sum hevur livað sítt alt ov friðarliga lív E g taki ta nýggjastu bókina hjá Rakel í hondina, tá ið eg tørni inn. Hon, sum róði eftir ælaboganum. Eg suffi. Eg orki ikki, hugsi eg. Orki ikki at lesa um sjálvmorðshótt ung og sinnisliga sjúk foreldur. – Tað er í stuttum tað, sum eg higartil haldi meg hava hoyrt um bókina…Hesi evni hava verið ein stórur partur av arbeiðslívi mínum tey síðstu 10 árini. Tí suffi eg. Perman er tung í reyðum liti og svørtum. Ætlar hon, sum stend­ ur ovast á tromini, at tveita seg í havið? Eg hyggi gjøllari. Hon stend­ur so føtt, kropsburðurin er opin og álitisfullur, hon tekur ímóti lívinum, vísir tí ikki frá sær. Vind­ urin fýkur í hárinum og í kjólanum, og á reyðu luftini eru tónar, nokk so kámir, men har eru nógvir sekstanda­deilstónar, haldi eg meg síggja. Hví rør hon eftir ælaboganum? Hevði væntað, at hon rann eftir æla­boganum. Vendi bókini, áh, har er ein hvítur árabátur við eini gentu í. »Søgan um Argantael er um sálarkvøl, um ov lítlan og ov nógvan kærleika, um sakn og angist hjá eini ungari kvinnu,« stendur uppi yvir myndini. Tað er seint, men eg lesi og lesi. Havi hug at lesa bókina út í eitt, tí hon er bæði spennandi og hug­ fangandi. Men eg haldi, at eg má bíða við restini til í morgin, so eg upp­fangi alt ordiliga. Eg eri púra paff av bókini. At Rakel hevur skrivað um so tungar tilveruspurningar á henda hátt, so spennandi, hugtakandi og flótandi og í støðum poetiskt, tað undrar meg. Mær hevur altíð dámt væl bøkurnar hjá Rakel, og Veiða Vind er ein dýrgripur í mínum privata bókasavni, men henda bókin er heilt øðrvísi, ætlað einum øðrum aldursbólki, og eg siti við kensluni av, at Rakel dugir kanska betri at skriva til ung og vaksin – og gomul, sum meg – enn til børn. Fremst í bókini sigur Rakel, at hon hevur lurtað eftir Enigma Varia­tions hjá Edgar Elgar, meðan hon skrivaði. Kanska er tað tí, at kapitl­arnir eru rættiliga ymiskir og ójavnir til longdar, onkur er tólv síður, onkur annar bara hálvaaðru síðu, men kortini hevur søgan ein fastan bygnað. Í fyrstuni tykist søgan traditio­ nel, byrjanin við at Argantael stend­ur og skræðir dagbókina sund­ur og tveitir leparnar á sjógv og framhaldið, har hon minnist pápa sín greiða pápabeiggjanum frá, hvussu sinnisliga ørlig, mamma Argantael var. Men so kemur eitt annað flog yvir søguna. Søgan gongur fyri seg uppá gott eitt hálvt døgn, frá seint leygar­ kvøld til nakað út á sunnudag. Í hesum tíðarbili roynir Argantael at finna ein máta at gera enda á sær sjálvari. Ímeðan ferðast hon aftureftir í tíð og vitjar farna hendingar, so at lesarin fær innlit í nógv viðurskifti í lívi hennara. Hetta serliga vinalagi við Sebastian; tey eru sálarsystkin. Har er Ena, vinkonan, sum hevur nógv øðrvísi uppvakstartreytir enn Argantael við einum pápa, sum drekkur og bukar hana og mammu hennara. Hjúnabandið hjá for­eldrum hennara frá tí, tey vóru ný­forelskað. Forelskilsi í Dagani, sum Argantael er púra býtt uppií. Og so kemur Morgana upp í leikin. Morgana við tí reyða hárinum og tí frælsa sinnalagnum, Morgana, sum ger, sum henni lystir. Argantael leing­ist sjúkliga eftir henni. – Men hvørji bond eru millum Dagan og Morganu? Hvat hendir teirra mill­ um? Hetta, at vera kynsliga drigin móti báðum kynum, verður í bókini lýst við hita og innlivan. Lýsingin av tí sterka atdráttinum millum Argantael og Morganu í kapitlinum Várofrið er á einum øðrum støði enn restin av bókini og sera poet­ isk. Várofrið er skrivað, meðan høvundin lurtaði eftir Le Sacre du Printemps hjá Igor Stravinskij. Tað sigur kanska eitt sindur um tónleikin hjá Stravinskij, at hann flytir inspiratiónina á eitt annað støði. Søgan ferðast aftur og fram í tíð og flættar hendingar í lívin­ um hjá Argantael saman við líkn­ andi hendingum í lívinum hjá Sebastiani. Hon sigur frá sinnisliga sjúku mammuni og kensluliga kalda pápanum, sum kanska ikki er so kaldur, men heldur afturlatin, aft­ur ímóti kensluliga heita pápa Sebastian. Tíðin, aftaná at mamm­an hevur tikið seg sjálva av døgum. Tíðin, sum er ein marra og ein vanlagna, sum smittar. Hetta, at vanlagna smitt­ar, kemur fyri fleiri ferðir. Hvussuleiðis Argantael vinnur á síni sálarkvøl, skal eg ikki siga her, tað byggir seg líðandi upp í síðsta kapitli gjøgnum eitt støðugt vaksandi cres­cendo, sum verður steðg­að mitt í klimaks. in sera flottur endi, sum ber framhaldið av søguni í sær innan í les­ar­an­um. Bókin er sum heild skriv­að í løttum, flót­andi máli. Kapittulin, har pápin greiðir beiggj­an­um frá hjúna­bandi sínum, er eitt sind­ur knortluttur; tað speglar kanska pápan, sum ong­antíð hevur dugað at tosa um seg sjálvan, og tá ið hann ger tað, verður tað knort­lutt. Onkur orð og vend­ingar eru, sum eg undr­ist á. Hvat feilar verð­ ur sagt fleiri ferð­ir (hvat bagir). Pápi var við til mína føðing (pápi var við, tá ið eg var føddur), tekur hana um miðjuna (tekur um miðj­ una á henni) og orð sum feikur og ignorera. Onkur mynd er eitt sindur óheppin, serliga tann at ælabogin kleyrar niður í ein dýrgrip, Lunds­ húsini. At kleyra okkurt niður fyri fót er at oyðileggja tað so at siga, og í hesi hending stendur annað beinið á ælaboganum beint niður í húsini hjá ommu Argantael, húsini, sum hava verið hennara friðskjól í barnaárunum, húsini, sum hon skal arva. Eisini hongur myndin av æla­ bog­anum saman við hesum nýggju, ókendu kenslum, hon hev­ur fyri Morganu. Morganu, sum hon vil gera alt fyri. Bókin er sera væl egnað til næm­ ingar í 9. og 10 flokki og í mið­námi antin til frílestur ella til høvuðs­ lestur, tí at hon nemur við fleiri evni, sum er sera viðkomandi hjá ung­um í dag. Tað kann vera, at nógv vaksin ikki tíma at lesa bøkur, sum snúgva seg um ung, tannáringar, men eg haldi, at henda bókin er ein perla til vaksin fólk eisini. Føroyar kunnu vera stoltar av, at vit verða umboðað við hesi bókini. – Tað skuldi ikki undra meg, um hon vann… Sonja Schneider Ummæli av bókini »Hon, sum róði eftir ælaboganum« eftir Rakel Helmsdal. Bókin er innstillað til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins, sum verður latin í august 2016. Henda virðisløn verður latin annaðhvørt ár. Høvundar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi luttaka. Rakel var innstillað til hesa virðisløn í 2010 við bókini Várferðin til Brúnna. Bókin kemur eisini við á listan IBBY Honor List 2016 (International Board on Books for Young People). Hesin listi verður givin út annaðhvørt ár og umfatar bøkur, sum eru framúrskarandi væl skrivaðar, teknaðar og týddar. Avgerðandi fyri úrvali er, at bøkurnar verða mettar at umboða tað besta í barnabókmentum í heimlandinum.