mánadagur 14. mars 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Danjal av Rana
Leygarkvøldið fekk tónleika
árið 2015 hjá Eivør Pálsdóttir
eitt virðiligt punktum. Á
tónleikafagnaðinum
FMA
fekk
hon
fýra
heiðurs
lønir, í stóran mun fyri
systirútgávur sínar Slør og
Bridges.
Eivør
gjørdist
ársins
songkvinna og ársins ein
staklingur í bókinum popp/
rokk, Slør gjørdist ársins
útgáva í sama bólki og Eivør
fekk eisini heiður fyri ársins
húsa fyri systurútgávurnar
Slør og Bridges. Harumframt
fekk
Tróndur
Bogason,
maður Eivør, heiðurin sum
ársins framleiðari, millum
annað fyri arbeiði sítt á út
gávunum hjá Eivør.
Eivør er kanska vorðin
von at fáa tónleikaheiðurs
lønir í Føroyum, tí um vit
hyggja at vinnarunum frá
FMA undanfarin ár og Planet
Awards, sum gekk undan, so
er Eivør hon, ið hevur fingið
flest virðislønir.
Hóast hetta var hennara
fyrsta virðisløn fyri ársins
sangara í FMA-høpi, tó at hon
hevur verið tilnevnd fleiri
ferðir, so fekk hon hendan
heiðurin heili fýra ferðir
undir Planet Awards, í 2005,
2006, 2009 og 2012. Tilsamans
hevur Eivør Pálsdóttir fingið
átta virðislønir í Planet
Awards og FMA-høpi, um
framt tær fýra, hon fekk
leygarkvøldið. Næst henna
koma Lena Andersen og
Benjamin, ið hava vunnið
fimm
virðislønir
hvør.
Umframt tær átta føroysku
tónleikavirðislønirnar, hevur
hon fingið virðislønir bæði í
Danmark og í Íslandi.
Sjálv sigur Eivør, at 2015
uttan iva hevur verið tað
árið, hon hevur framleitt
mest. Umframt fløgurnar
Slør og Bridges, kom fløgan
um kópakonuna, At the
Heart of a Selkie, sum Eivør
framførir saman við DR Big
Band út.
– Umframt hasar tríggjar,
so kom The Color of Dark
hjá mær og Ginman eisini
út á heystið 2014, so tað
hevur verið ein virkin tíð
hjá mær, jú. Tó, so hava vit
arbeitt við kópakonuni í
eini fýra ár, so tað var eitt
sindur tilvildarligt, at hon
gjørdist liðug júst nú. Slør
og Bridges eru hinvegin
nærum tvíburafløgur, tær
eru
skaptar
samstundis,
sigur Eivør Pálsdóttir.
Harumframt hevur hon
eisini gjørt filmstónleik til
eina røð hjá BBC, ið nevnist
The Last Kingdom, saman
við John Lunn. Sendirøðin
er ein víkingasendirøð, ið
fer fram í níggjundu øld,
bygd á bøkurnar The Saxon
Stories. Tað norrøna og
norðurlendska fær tí nógv
pláss í røðini.
– Tað var John Lunn, ið
setti seg í samband við meg.
Hann hevði hoyrt Trølla
bundin á Youtube og var
hugtikin av ljóðmyndini í
sanginum. Tí spurdi hann,
um vit kundu samstarva um
at gera tónleikin til The Last
Kingdom, tí hann leitaði eftir
onkrum, ið kundi geva send
ingini røttu norðurlendsku
ljóðmyndina,
sigur
Eivør
Pálsdóttir.
Fyrsta
sesongin
av
røðini er farin aftur um bak
og onnur er í gerð. Eivør
Pálsdóttir er tó ikki heilt
vís í, hvussu nógv hon fer at
fáast við tónleikin til aðru
sesong.
– At gera tónleik til eina
sendirøð er heilt øðrvísi,
talan er um eina heilt aðra
tilgongd, ein heilt annar
máti at gera tónleik. Tað
eru so nógv onnur atlit at
taka. Eitt nú er nærum allur
tónleikurin til sendirøðina
uttan orð. Tey fáu orðini
sum eru, syngi eg tó á
føroyskum, tað haldi eg er
nokk so stuttligt, sigur Eivør
Pálsdóttir.
Eftir fýra útgávur í hálvt
annað ár skulu vit tó ikki
vænta nakað nýtt frá Eivør
júst enn.
– Tilgongdin við hesum
útgávunum hevur verið long
og krevjandi, og eg eri fegin
um tað, sum eg havi skapt.
Nú má eg byrjað av nýggjum
aftur, fáa nýggj hugskot. Tað
er kanska at taka ov rívan
til at siga eitt nýtt kapittul,
men kortini, so leiti eg eftir
onkrum nýggjum, sigur hon.
Hon lovar tó kortini, at hon
fyrstu tíðina fer at framføra
tað, sum er á nýggju út
gávunum.
Eivør Pálsdóttir fekk fyri
kortum starvsløn frá Menta
málaráðnum í trý ár. Tað er
tó eingin ávís verkætlan í
væntu hjá songkvinnuni.
– Eg havi ikki nakað ávíst,
sum eg nú fari at arbeiða við,
men starvslønin frá Menta
málaráðnum loyvir mær at í
nógv størri mun raðfesta tað
skapandi og arbeiða miðvíst.
Eg fái við hesum frælsi at
skapa tað, eg havi hug til,
eins og eg kann halga meg
meiri at tí at skapa, heldur
enn at nýta tíðina upp á at
fáa tað fíggjarliga at mala
runt, sigur Eivør Pálsdóttir.
NÚ MÁ EG BYRJA
AV NÝGGJUM
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
Fýra útgávur seinastu 18 mánaðirnar krevja
sítt og Eivør Pálsdóttir fer nú at leita sær
nýggjan íblástur til komandi útgávur.