Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR NÚ NÆRKAST AT STÓRAR POLITISKAR AVGERÐIR SKULU TAKAST TINGINUM Samgongan hevur sitið síðani hálvan september í fjør – nú nærkast tíðin, tá ið hon má taka politiskar avgerðir Árni Gregersen Millum jólanna samtykti sit­andi samgonga fíggjar­ lóg­ina fyri 2016 og tær lógar­ broytingar, sum fylgdu við, men annars eru ongar stórar politiskar avgerðir tiknar, með­an hon hevur sitið. Nú nærkast tíðin, tá ið samgongan aftur noyðist at semjast um størri avgerðir. Sum hvørt ár, so fylla fíggj­arkarmarnir fyri kom­ andi árini nógv. Hesir fíggj­ ar­karmar skulu latast Løg­ ting­inum innan 1.apríl og eru grundarlagið undir fíggj­ar­ lógunum komandi árini – fyrst og fremst fyri 2017. Samgongufólk hava sam­ an við embætisfólkum úr fíggj­ar­málaráðnum verið við Gjógv í nakrar dagar, har tey hava arbeitt við fíggjar­ tølunum komandi árini. Í hesi vikuni verður sein­ asta hond løgd á, tí ætlanin er at leggja fíggjarkarmarnar fyri tingið áðrenn tingið fer í páskafrí. Landsstýrið hevur ætlan­ ir um at leggjar karmarnar í tingið næsta mánadag, men longu fríggjadagin er ætlanin at almannakunngera, hvussu samgongan hevur valt at fá fíggjarlógina at hanga sam­ an komandi árini. Stýra við fíggjarlógini Árliga fíggjarlógin eru karm­ arnir fyri, hvussu samfealgið verður stýrt. Tað er soleiðis, at ongir peng­ar kunnu krevj-ast inn ella gjaldast úr lands­ kass­an­um, uttan so at hetta er heim­ilað í einari lóg og fíggjar­lógin er grundarlagið undir hesum lógum. Við øðrum orðum, so eru yvir­ordnaðu karmarnir, sum verða lagdir fram seinast í vikuni, eisini tað, sum fíggj­ ar­lógin verður gjørd eftir sein­ast í hesum árinum. Ábendingar um hvat sam­ gongan ætlar vera tí at síggja í tí, sum landsstýrið leggur fram. Politikarar hava nevnt, at í veruleikanum verður fíggj­ ar­lógin gjørd tvær ferðir, men upprunaliga er tað ikki ætla­nin við fíggjar­karm­un­ um. Aksel V. Johannesen, løg­ maður, sigur, at tey í ar­beið­ num hesa ferð hava roynt at arbeitt yvirskipað við kørm­ unum, so farið er ikki í smá­ lutir. Annar politikkur Men politikkur er annað enn fíggjarlóg. Fleiri stórmál liggja á borð­inum, sum fara at leggja trýst á samgonguna at vita hvussu sterk hon er. Hjúnabandslógin hevur verið til viðgerðar rættuliga leingi. Í løtuni verður form­ liga sagt, at bíðað verður eftir álitinum um málið frá rættarnevndini. Trivnaðarnevndin er lið­ug við sítt álit, men tað verð­ur ikki lagt fra fyrr enn rættar­nevndin eisini er klár við sín­um álitið. Rættarnevndin skal taka støðu til fleiri tekniskar spurn­ingnar í sambandi við broytingarnar í hjúnabands­ lógini, tí er álitið ikki komið enn. Men støðan er so mik­ið spent nú, at tað er iva­samt um Løgtingið fer at sam­ tykkja at loyva sam­kyndum at gift­ast. Eftir landsfundin hjá Sam­bandsflokkinum um viku­skiftið segði formaðurin Bárður á Steig Nielsen, at sambandsflokkurin greitt er ímóti, at Løgtingið fer at lóggeva inn um kirkjugátt. Hetta hongur saman við, at ein broyting er gjørd í uppskotinum. Upprunaliga var skotið upp, at samkynd ikki kundu giftast í kirkju, men heta er nú tikið burtur, tí kirkjan sjálv avger, hvør verður giftur har. Við øðrum orðum er lagt upp til, at kirkjan sjálv tekur støðu til hendan spurningin. Sambandsflokkurin er ímóti at lóggeva inn um kirkju­gátt og Fólkaflokkurin er enn meira avgjørdur. Hann tekur als ikki undir við lógar­uppskotunum og tað ger Miðflokkurin heldur ikki. At støðan gerst so greið leggur alt størri trýst á sam­ gonguna. Samgongan hevur bert 16 tinglimir aftanfyri seg, men harumframt er Sonja Jógv­ ansdóttir, leysgangari, eisini parlamentariskur stuðul hjá samgonguni. Sonja Jógvansdóttir er ein teirra, sum hevur lagt upp­ skotini fram og hon vil hava tey samtykt. Hon hevur ikki á nakran hátt hótt samgonguan um málini ikki koma ígjøgnum, men onki er at ivast í, at verða trupulleikar av at fáa má­lini ígjøgnum, so kann tað fáa parlamentariskar av­leiðingar fyri sitandi sam­ gongu. Álitini verða løgd fram í hesi vikuni. Sjálvandi kann onkur at­ kvøða øðrvísi enn ein­støku flokkarnir, tí lógar­upp­skot­ ini um at loyva sam­kyndum at giftast, verða roknað sum etisk mál. Og flestu flokkarnir hava sagt, at í etiskum málum hava flokslimir fullan rætt at atkvøða eftir egnari sann­ føring. Í løtuni er hetta eitt mál, sum ongin torir at siga, hvønn veg tað fellur. Tað javn­vigar á einari knívsegg í løtuni. Fiskivinnan Nýskipanin av fiskivinnuni hevur verið eitt stórmál í føroyskum politikki seinastu 10 árini.