mánadagur 14. mars 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
Hendan samgongan hev
ur sett ein bólk av serkønum
at koma við uppskoti til,
hvussu fiskivinnan kann
skipast, so hon verður eftir
politisku
ætlaninum
hjá
samgonguni.
Málið brennur ikki undir
samgonguni enn, tí lands
stýrismaðurin
við
fiski
vinnumálum hevur givið
bólkinum, sum er settur at
gera arbeiðið, til 1. august at
koma við einum uppskoti.
Bólkurin hevur Johnny
í Grótinum, stjóra á Lands
sjúkrahúsinum,
sum
for
mann.
Umframt sjálvan arbeiðs
bólkin, so eru tvreir fylgi
bólkar. Ein fyri vinnuna og
ein politiskur fylgibólkur.
Á júst hesum økinum er
friður til 1.august, men í sein-
astu viku kom eitt upprit frá
fyrisitingini í Løgtinginum
til eitt annað uppskot um
broytingar í fiskivinnuni.
Hetta uppritið var skriv
að eftir umbøn frá vinnu
nevndini í sambandi við
uppskotið frá landsstýris
manninum við fiskivinnu
málum, Høgna Hoydal.
Uppskotið var lagt fram
undan jólum og hevur til
endmáls at selja ein part av
fiskirættinum á uppboðs
sølu. Hetta skuldi gerast sum
ein roynd.
Við
lógaruppskotinum
fær
landsstýrismaðurin
heim-ild til í 2016 at selja
10.000 tons av makrel-kvot
uni, 5.000 tons av kvotuni
av norðhavssild, 25.000 tons
av kvotuni av svartkjafti
og 3.000 tons av kvotuni av
botnfiski í Barentshavinum
á uppboðssølu.
Hetta uppskotið hevur
ligið í vinnunevndini síðani
tað fekk 1. viðgerð.
Tað serliga við vinnu
nevndini er, at hóast sam-
gongan hevur Bjarna Hamm-
er, Javnaðarflokkurin, sum
formann, so hevur samgong
an sum er í Løgtinginum,
minnilutan í vinnunevndini.
Hetta kemst av, at tá ið
nevndirnar vóru valdar, tá
var ein avtala millum Nýtt
Sjálvstýri og samgonguna
gjørd um at standa saman
um nevndarbýti.
Hendan avtalan gjørdi, at
Nýtt Sjálvstýri fekk ein lim
í vinnunevndina og hetta
hevði við sær, at samgongan
ikki hevur meirlutan har.
Andstøðan í tingsalinum,
sum altso hevur meirluta í
vinnunevndini, hevur tí sitið
tungt á málinum og forða
fyri, at tað ikki kemur aftur
í Løgtingið.
Tey
vildu
fyrst
hava
eitt upprit frá umsitingini
í tinginum fyri at tryggja,
at um lógaruppskotið verð
ur samtykt, at so almennu
Føroyar ikki fáa endurgjalds
kav frá reiðarum, sum møgu
liga missa part av teirra rætt
indum.
Onki endaligt svar
Eftir meira enn tveir mán
aðir, so kom umsitingin í
tinginum við einum svari til
vinnunevndina.
Svarið er 18 síður langt,
men endaliga niðurstøðan
er, at tað er torført at svara
uppá um reiðarar fara at
vinna eitt møguligt endur
gjaldskrav móti almennu
Føroyum.
Niðurstøðan sigur kortini,
at tað er meira sannlíkt, at
missa tey reiðarí, sum hava
kvotur í Barentshavinum
partar av kvotunum, so
kunnu tey møguliga vinna
eitt endurgjaldskrav.
Grundgevingin er, at tey
sum fiska í Barentshavinum
og hava gjørt tað í mong eru
so fá og at tey reiðaríini øll
árini hava havt eginkvotur.
Tá ið tað snýr seg um
uppsjóvarfisk, so er støðan
øðrvísi, tí har eru skip kom-
in afturat gjøgnum árini,
uttan at hini hava lagt end
urgjaldskrav – og í flestu
førum hevur verið talan um
felagskvotur.
Við øðrum orðum, gevur
uppritið ikki nakað endaligt
svar.
Heldur fram
Hóast uppritið nú er alment
kent, so ætlar landsstýris
maðurin við fiskivinnumál
um ikki at taka uppskotið
aftur.
Høgni Hoydal hevur al-
ment sagt, at hann tekur
ikki uppskotið aftur, tí tað
er onki, sum bendir á, at tað
fer at kosta landskassanum
endurgjald.
Hann sigur eisini, at verð
ur eitt sakarmál reist, so er
hann tilreiðar at fara í rættin
at verja uppskotið.
Uppskotið er rættulgia
víttfevnandi og hevur til
endamáls at lata onnur enn
tey, sum nú hava kvoturnar,
fáa møguleika at keypa sær
rættindi til part av kvot
unum.
Rætturin at veiða kvot
urnar verður seldur at fiska
við ávísum fiskifari.
Tað verður soleiðis ikki
gjørligt at flyta rættin at
veiða á annað fiskifar við at
flyta veiðiloyvið.
Skotið verður upp, at tær
kvotur, sum verða keyptar
á uppboðssølu, vera egin
kvotur, men at hesar egin
kvotur tó ikki kunnu av
hendast øðrum at fiska.
Tann, sum bjóðar uppá
kvotur á uppboðssølu, má
fiska keyptu kvoturnar við
egnum fiskifari, sum hevur
veiðiloyvi, og bert við tí fiski
farinum, sum kvoturnar eru
keyptar til.
Nú verður so bíðað eftir
at
vinnunevndin
skrivar
álit og leggur tað fyri tingið.
Vinnunevndin hevur fingið
málið útsett, so leingi hon
hevur bíðað eftir uppritinum
frá umsitingini.
Umframt at andstøðan
er hart ímóti uppskotinum,
so er eisini ivi um, um onkrir
av samgongutinglimunum
eru serliga fegnir um at taka
undir við uppskotinum.
So eisini her er ein polit
isku snáðvingarsteinur.
Pensjón og heilsuverk
Tvey onnur stórpolitisk mál
eru afturat á dagsskránni.
Landsstýriskvinnan við
almannamálum, hevur ein
bólk, sum arbeiðir við pen
sjónsmálinum,
og
lands
stýriskvinnan við heilsu
málum hevur ein annar
bólk, sum arbeiðir við einari
menningarætlan fyri heilsu
verki.
Hetta eru stórmál, sum
røkka langt fram í tíðina.
Bæði hava stóra ávirkan á
vælferðina í Føroyum.
Pensjónsmálið snýr seg
um búskaparliga haldførið
uppá longri sikt – eini 20 ár
fram, meðan heilsuverkið
verður mett sum ein av
grundarsteinunum
undir
vælferðarsamfelagnum.
Í báðum førum skulu
stórar avgerðir takast, sum
bæði andstøða og samgonga
helst mugu taka undir við,
tí hetta eru avgerðir, sum
røkka nógv longur enn bert
hetta valskeiðið.
Politiska
handverkið
hjá
samgonguleiðarunum
verður av álvara roynt, og
tá ið hendan tingsetan fer
at halla, tá vita vit munandi
meira um, hvussu sterk sam
gongan er – og um hon fer at
halda valskeiðið út.
Fyrsta ítøkiliga avbjóðing
in er, tá ið málini um hjúna
bandslógina kom aftur í
Løgtingið.
POLITIKKUR
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður er
tilreiðar at fara í rættin
Sonja Jógvansdóttir er ein
av teimum, sum hevurlagt
uppskot fram uma t broyta
hjúnabandslógina. Hon er
eisini parlamentariskur
stuðul undir samgonguni
Akselv V. Johannesen,
løgmaður, sigur, at
hesaferð hava tey roynt at
arbeitt meira yvirskipað
við fíggjarkarmunum
Eyðgun Samuelsen heuvr ein
stóran pensjónsbólk sitandi
Sirið Stenberg hevur ein bólk,
sum skal menna heilsuverki