Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Peningurin, sum er settur av í ár, er ætlaður til kanningar, tekningar og ymiskt annað í samband við hesa ætlaðu verkætlan. Verður talan eisini um at byggja eina hádeild (7.-9. flokk), kann hetta møgu­liga gerast í einum skúla­sam­ starvi, men einki kann sigast um hetta í løtuni. Fuglafjarðar kommuna hevur á býráðsfundi hin 26. februar í ár samtykt at heita á MAP Arkitektar um at gera tekningar. Rønn Eliasen, ment-anar­ leiðari, sum er við í byggi­ nevndini fyri Fuglafjarðar kommunu, sigur, at tey hava hugt at skúlum kring landið, og í løtuni fer ein hoyring fram um, hvussu byggjast skal. Ikki hóskandi Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, sigur, at bygginevndin ætl­ andi skal verða liðug við sítt tilmæli í juni í ár, og síðan er ætlanin, at skúla­ verkætlanin skal leggjast fyri býráðsfund aftur 20. juni í ár. Rønn Eliasen sigur, at í skúlaverkætlanini verður áherðsla løgd á at fáa betri og hóskandi høli til tón­ leik, mussikskúla og horn­ orkestur. – Gamli skúli í Fuglafirði er frá 1936 og tann parturin, sum vit kalla nýggi skúli, er frá 1964. Vit hava tó nakrar serstovur, sum eru nýggjari, men skúlaviðurskiftini í Fugla­firði eru sum heild ov vánalig og ótíðarhóskandi, sigur Rønn Eliasen, ment­ anar­leiðari. Fuglafjarðar kommuna hevur í ár sett tvær miljónir krónur av í samband við eina ætlan at byggja nýggja grunddeild (1.- 3. flokk) og nýggja miðdeild (4.-6. flokk) Fuglafjørður skal hava hóskandi barnaskúla Í kvøld klokkan 19 verður almennur kunningarfundur um Eysturoyar- og Sandoyar­tunnilin í bygdahúsinum á Strondum Líkt er ikki til, at par­trol­ arar og djúpvatnstrolarar fara at fáa nakað serligt burtur úr í vár, nú besta fiskitíð er Hesa vikuna koma vænt­ andi fleiri partrolarapør inn at landa. Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur, tó at hetta er besta fiskitíð til upsa. Umframt upsa, fáa skip­ ini nakað av toski og longu sum hjáveiði. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at flestu djúp­vatnstrolarar eru til fiski­skap. – Væntandi koma tveir inn at landa í dag, og síðan kemur onkur seinni í vikuni. Djúpvatnstrolararnir fiska mest upsa, men heldur ikki hjá teimum roynist fiski­ skapurin. Fríggjadagin vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir fiska allir norðan fyri, og veiðan er toskur og hýsa. Trol­bátarnir fáa eisini nakað av longu og flatfiski. – Væntandi fór onkur av trolbátunum, sum sein­astu dagarnar hevur ligið við bryggju, út aftur um viku- skiftið, veit marknaðurin at siga vilmund@sosialurin.fo Andrea Danielsen var fyrsta búfólkið at flyta inn í Sjóvarlon á Strondum, har ætlanin er at hava alment hátíðarhald eftir páskir – Vit skulu hava betri skúlaviðurskifti í Fuglafirði, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari Mynd: Vilmund Jacobsen Eingin nýggj rampa Á borgarafundi í Nóls­oy herfyri spurdu nóls­ oyingar, um møguleiki er, at Ternan kann fáa eina nýggja rampu, soleiðis at skipið kann leggja at í Nólsoy í øllum veðri. Niels Kári Samuelsen segði vegna Tórshavnar kommunu, at møguligt er at brúka síðuportrið, men tá kunnu bilar ikki koyra í land. – Men, at gera eina nýggja rampu, kostar nógvan pening. SSL hava spart mannin burtur, sum skal halda springinum. Tað merkir, at Ternan bara kann leggja at, um skrúvan kann halda skipinum at bryggjuni, upplýsti Niels Kári Samuelsen. vilmund@sosialurin.fo Smáligt á upsaveiði Einki frættist um roktúrar á upsaveiði, tó at tað er besta fiskitíð Mynd: Vónin