Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 Vilmund Jacobsen Í oysandi regni helt Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, grækarismessurøðu á Sandi leygardagin. Men, var tað vátt undir sjálvum hald­in- um, var tað so mikið betri at sleppa undir tak eftir frá- líka røðu og felagssang, har Sands kommuna bjóðaði bollar og heitt kakao. – Tað er mær fortalt, at tit her í Sandoynni hava hátíðarhildið grækarismessu í mong ár. Tað er tekin um siðbundið og mentað fólk, sum velur felagsskapin og mentanararvin. Slíkum havi eg stóra virðing fyri. Sjálv eri eg av teirri fatan, at mentanararvur og sterk fe­lagsskapskensla eru av­ gerandi fyri trivnað og framtíð í eini bygd, eini oyggj – og einum landi. Sirið Stenberg vísti á, at tað at hátíðarhalda og koma saman um siðbundin tiltøk, knýtir fólkið saman. – Tað tykist eins og hug­ urin og tørvurin at leita aftur til røtur, innihald og traditiónir er veksandi fyri nútíðar menniskja. Møguliga er hetta ein avleiðing av tí meldri, sum nútíðar menn- iskja livir í, har nærum alt er eitt frítt val. Landsstýriskvinnan vísti á, at strongd tykist vera ger- andiskostur, og tú hoyrir meira og meira um størri frástøðu millum ættarlið og menniskju sum heild, og individualisma og sjálvsøkni tykjast hava fastatøkur á al­ samt størri parti av okkara fólki. – Tá hava vit tørv á tradi­tiónum og siðum, sum kunnu skapa fastan karm um tilveruna og geva okkum tann tryggleika, sum flest øll onkusvegna søkja. Tað er júst í nærveru og í beinleiðis relatiónum við onnur menn- iskju, at vit mennast sum menniskju – sum bygd, sum oyggj og sum fólk, segði Sirið Stenberg m.a. í røðu síni á Sandi. Fríggjadagin, tá Fiska­mark­ naður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru bara tvey ísfiska-línu- skip til fiskiskap. Eitt var undir Íslandi og eitt undir Føroyum. Skipið, sum hevur fisk­að undir Íslandi, landar vænt­ andi fyrst í hesi vikuni. Veið­an er ein blandingur av toski, hýsu, longu og brosmu. Línuskipið, sum fiskar undir Føroyum, er nýliga byrjað túr og kemur ikki inn aftur at landa fyrr enn síðst í hesi vikuni ella fyrst í aðru viku. Skipið undir Føroyum fær mest av longu. Trý føroysk frystilínu­ skip eru í løtuni til fiskiskap í íslendskum sjógvi. Onnur línuskip, sum hava ligið seinastu dag-ar­ nar, fara væntandi út aftur, tá streymurin batnar. Streymurin verður harð­ur teir fyrstu dagarnar, men batnar, sum vikan gong­ur. ­ Útlit eru til, at veðrið verður gott, og tí verður roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar. Út­ róðrarbátarnir fáa mest av toski og nakað av hýsu, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo Streymurin batnar, og veðrið verður gott hesa vikuna Á aðalfundi hjá Maskin­meistara­felagn­ um um vikuskiftið vórðu nevndarlimirnir, John Højsted og Jóan Petur Patursson, aftur­valdir. Valdir tiltakslimir eru Hans Ingvard Joensen og Petur Skeel Dahl Alice Simonsen er frá 1. mars í ár sett í starv sum leiðari í Áarlon, dagstovninum í Kvívík. Hon gjørdist útbúgvin námsfrøðingur í 1995 Vilja seta størri fisk út í ringar Marine Harvest er í holt við eina munandi útbygging av smolt­ støðini á Hellunum. Fram­leiðsluorkan verður væl meira enn tvífaldað, tá útbyggingin er liðug. – Útbyggingin fevnir um 8.000 rúmmetrar í mun til teir 4.700 rúmmetrarnar, sum eru í løtuni. Endamálið er at fáa størri smolt at seta út og at hava fiskin styttri í sjónum. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, sigur, at miðalvektin av smoltinum í dag er umleið 140 gram, men ætlandi skal vektin økjast upp í 650 gram, tá útbyggingin er liðug. Eisini fer talið av smolti at økjast munandi. – Alt verður størri við hesi útbygging – og ikki bara hølini. Eitt nú verður tíðin, sum smoltini vera á støðini, longd við umleið einum hálvum ári. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at við útbyggingini fer fiskurin at verða styttri í sjónum, og vónin er at vinna tað aftur við færri vansum av ymiskum slag, eitt nú við minni lús og færri sjúkum og tí, sum kann fylgja við at hava fisk gangandi í ringunum á sjónum. Henda útbyggingin er tann fyrsta hjá Marine Harvest-samtakinum yvirhøvur, sum miðar eftir at fáa so stóran fisk. – Útbyggingin fer at kosta 100 milliónir krónur, sigur stjórin í Marine Harvest í sam­ røðu við heimasíðuna hjá Fiskaaling. Á aliráðstevnuni herfyri varð kunngjørt, at smolt­støðin á Hellunum var tann smoltstøðin í landinum, sum hevði best úrslit farna ári. Tær báðar sjógvalistøðirnar, sum høvdu besta og næstbesta úrslitið, høvdu báðar fingið smolt av Hellunum. vilmund@sosialurin.fo Eitt sløð av línufiski - Vit hava tørv á traditiónum og siðum, sum kunnu skapa fastan karm um tilveruna og geva okkum tann tryggleika, sum flest øll onkusvegna søkja, segði Sirið Stenberg í grækarismessurøðu Nærvera knýtir fólkið saman