mánadagur 14. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Dreiv,
Traðarvegur 26, 100
Tórshavn, skrás.nr. 5542,
sks.nr. 3-118/2015, verður
hildin endaligur
skiftifundur hósdagin
tann 7. apríl 2016 kl.
09:30, á skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
til roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á 46,655181
% til priviligeraði krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 10. mars 2016
TROTABÚGV
Í trotabúnum P/F Børkin,
hjánøvn: BSV, BSV Búðin,
BSV Sikring, BSV Tilfar,
Bygningssnikkaravirkið
B.S.V., Sikring, Træsmiðjan,
Smyrilsvegur 4 - Postboks
1087, 100 Tórshavn, skrás.
nr. 3985, sks.nr.
3-133/2014, verður hildin
endaligur skiftifundur
fríggjadagin tann 8. apríl
2016, kl. 09.30, á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
til roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á 89,3492 %
til priviligeraði krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 09. mars 2016
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Aksel
Funding, Tórgarðsgøta 7,
100 Tórshavn, føddur
tann 13. marts 1918,
deyður tann 11. februar
2016, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Ester Jenny
Funding, verða við hesum
biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
53/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 8. mars 2016.
Námsfrøðingur
til Dagstovnin
í Vági
Søkt verður eftir námsfrøðingi vegna
barsilsfarloyvi í tíðaravmarkað starv fram til 1.
Januar 2017.
Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og
náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran kemur
at seta sín dám á gerandisdagin.
Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er
ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og
dugir at seta tær mál.
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari
menning, har tú kanst verða við at mynda og
seta tín dám á stovnin.
Setanarviðurskifti
Starvið eri normeraði til 35 tímar um vikuna.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Løn sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður
hjálparfólk sett fyribils.
Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í
hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mars 2016
kl. 12.00
Vágs kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
ella á vagur@vagur.fo
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til
Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343
ella eikilund@vagur.fo
TVINGSILSSØLA
Mikudagin tann 13. apríl 2016, kl. 13:00 verður á
Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn
hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 95b, Nólsoy –
Krókagøta (Lambamýrubrekka), AS nr. 2-25/2015.
Talan er um eini hús í trimum hæddum á uml. 59 m2
hvør hæddin, ið eru bygd í 1931. Húsini hava stoypta
grund og klødd við timbri. Klædningurin er frá 1998.
Takið er úr aluminium og er skift í 2000. Vindeyguni
eru frá 1985 uttan eitt, ið er frá 1973.
Húsini eru nærri innrættað soleiðis:
Miðhædd: Durur/gongd, baðirúm, køkur, spísistova,
stova. Frá gongini er trappa uppá loft og lemmur
niður til kjallaran.
Loftshædd: Ein partur er innrættaður til eitt kamar,
annars er óinnrættað.
Kjallarahædd: Óinnrættað.
Húsini eru í rímiligum standi, men treingja til ábøtur.
Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv.,
Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr.
5665401), sum kann geva nærri upplýsingar um
ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá
nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
FØROYA FÚTARÆTTUR,
TANN 11. MARS 2016.
TVINGSILSSØLA
Mikudagin tann 13. apríl 2016, kl. 13:00 verður á
Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn
hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 457a,
Tórshavn – Bøkjarabrekka 14 (AS nr. 2-24/2015).
Talan er um eini hús í tveimum hæddum á uml. 100
m2 hvør hæddin, ið eru bygd í 1960’unum. Húsini
hava stoypta grund og eru klødd við timbri. Takið
er úr aluminium. Vindeyguni í ovaru hæddini er frá
1988 og vindeyguni í niðaru hæddini er frá 1995,
uttan eitt, ið er skift í 2015.
Húsini eru nærri innrættað soleiðis:
Miðhædd: Durur, gongd, stova, køkur, bryggers,
spísistova, wc, baðirúm, 1 kamar, hjúnarúm og
vaskirúm. Frá bryggers er trappa uppá ovastaloft,
har ein partur er innrættaður til eitt kamar. Frá
hjúnarúminum er ein lítil altan.
Kjallarahædd: Hæddin er deild í tveir partar, har íbúð
er í einum parti og eitt stórt goymslurúm og eitt
baðirúm eru í einum parti. Í íbúðini er durur, gongd,
køkur, 2 kømur, baðirúm, stova og fýrrúm.
Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv.,
Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr.
5665401), sum kann geva nærri upplýsingar um
ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá
nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
FØROYA FÚTARÆTTUR,
TANN 11. MARS 2016.
eblaðið
sos.fo
www.gevidblod.fo