mánadagur 14. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
FANTASTISKT U19-AVRIK
WOMEN’S TROPHY 2016
Framtíðin hjá føroyskum kvinnuhondbólti í landsliðshøpi sær bjørt út, eftir at U19-
kvinnurnar sera sannførandi vístu allari mótstøðu frá sær og fóru ósigraðar ígjøgnum
Women’s Trophy-kappingina í Georgia. Í finaluni vóru tær klassar betri enn Georgia
Hilmar Jan Hansen
– Hetta var ikki upp á nakran
máta ein lættkeyptur sigur,
tí líka sum vit, hevði Georgia
á veg í finaluna vunnið allar
sínar dystir trygt, so hvørki
av liðunum hevði roynt at
tapt ein dyst í kappingini.
Tað
segði
Flemming
Oliver Jensen, sum hevur
stjórnað U19-kvinnunum frá
síðulinjuni, samstundis sum
hann alla vikuna skemtaði
við, at hann bara var »av
loysari«.
Ferð eftir ferð vísti hann
eisini á, at liðið ikki hevði
havt møguleika at verið nóg
væl samanspælt, at avboð
høvdu verið, umframt skað
ar, so sum Katarina Høj, ið
bara fekk nakrar minuttir
í fyrsta dystinum yvir í
Georgia, áðrenn hon noydd
ist at lata seg leiða út.
Hóast
hetta
var
ein
finala, har Føroyar næstan
vóru á tvífaldum útivølli, tí
georgiska liðið jú spældi mitt
í sínum egna høvuðsstaði við
túsund mælskum og larm
andi áskoðarum, nervaði tað
onga løtu føroyska spælið, ið
heilt tíðliga í dystinum var,
sum tað átti at vera.
Gamaní, fekk georgiska
liðið fylgt við ta allarfyrstu
løtuna, men skjótt sást,
at her var í veruleikanum
klassamunur á liðunum, og
tann munurin bara øktist,
longri tað leið út á dystin,
og til síðsta vunnu føroysku
U19-kvinnurnar sera sann
førandi við dupult so nógv
um málum sum Georgia.
– At kvinnurnar so valdu
at hátíðar halda finalu
kjansin við sínum besta spæli
í allari kappingini, kann eg
bara vera glaður fyri, tí tað
vísti seg, at alt tað, sum vit
høvdu avtalað áðrenn, bleiv
hildið til punkt og prikkar,
staðfesti Flemming Oliver
Jensen, ið var sera væl
nøgdur við at kunna heysta
góðar fruktir av tí skroyp
iligu fyrireikingini, ið hevði
verið undan kappingini.
– Nú sóu vit, at av tí
at tingini eydnaðust hjá
okkum, bar einki til hjá
georgisku spælarunum, ið
blivu bangnir fyri at gera
mistøk. Samstundis sóu vit
frá føroyskari síðu framúr
skarandi gott verjuspæl og
gott spæl frá málverjanum,
og Georgia kom heldur ikki
til serliga nógvar málmøgu
leikar.
Føgur framtíð
Frøin var stór á føroysku
spælarunum, tá dystur var
lokin og takast kundi ímóti
bæði steypi og platti, um
framt sjálvandi gullheiðurs
merkjum. Hetta var fimta
royndin í Women’s Trophy,
og endiliga lukkaðist at
vinna, eftir at tað undan
farnu ferðir er endað við
finaluplássi, men so heldur
ikki meira.
Nú gekk alt upp í eina
hægri eind, og kappingin
hevur eisini víst, at framtíðin
hjá komandi kvinnulands
liðum í hondbólti sær bjørt
út, tí her er hópin av góðum
spælarum at taka av, so talan
er um eitt tilfeingi, ið veru
liga kann koma at gera vart
við seg um nøkur ár.
– Bara á hesum U19-
landsliðnum eru spælarar,
vit við vissu fara at síggja á
A-landsliðnum heilt skjótt
ella um nøkur ár, og um vit
bara taka málverjarnar, so
hava báðar rætt vakstrarlag,
rættan
kropsbygnað
og
rættan hugburð, og tær og
aðrar kunnu altso koma
langt, heldur U19-landsliðs
venjarin.
Og hóast hann kundi
hugsað sær at sæð fleiri
spælarar á All Star-liðnum,
ið varð kosið eftir finaluna,
fekk hann tríggjar av sínum
spælarum
við.
Annika
Fríðheim Petersen, sum var
kosin besti føroyski spælari
eftir tveir av dystunum, var
eisini kosin besti málverji í
kappingini, Magna Tórðar
dóttir var kosin høgri bakkur
og Tóra Eliasen besti verju
spælari.
Nú alt er av og úrslitið
bleiv tað optimala við gull
inum,
hevur
Flemming
Oliver Jensen eina rósu
aftrat at bera U19-kvinn
unum:
– Hetta var einki minni
enn ein framúrskarandi inn
satsur frá gentunum og vøk
ur propaganda fyri føroysk
an hondbólt!
hilmarjan@sosialurin.fo
Føroyar - Georgia 28 - 14 (11-6)
Finala, sunnudagin
Føroyar - Lettland 25-18 (11-6)
Hálvfinala, leygardagin
Føroyar - Belgia 21-14 (9-7)
Innleiðandi, hósdagin
Føroyar - Armenia 45-7 (19-1)
Innleiðandi, mikudagin
Føroyar - Estland 26-17 (12-7)
Innleiðandi, týsdagin
Málskjúttar
Maria Halsdóttir Weyhe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30
Tóra Eliasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27
Guðrið Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22
Siw Matras Larsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
Kristina Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12
Magna Tórðardóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
Jórun Bech Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
Beinta Bárðardóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Rannvá Dahl Hanusson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
Hanna H. Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
Bestu spælarar
Annika Fríðheim Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
Maria Halsdóttir Weyhe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
Magna Tórðardóttir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Aftast frá vinstru: Flemming Oliver Jensen, venjari, Margit Weihe Frímundsdóttir, Inga Dahl, liðleiðari, Gunnfríð Pálsdóttir
Nólsoy, Annika Fríðheim Petersen, Magna Tórðardóttir, Jórun Bech Nielsen, Hanna H. Hansen, Guðrið Poulsen, Katrin
Patursson, liðleiðari, Bára Krosslá Mortensen, fyrioterapeutur, Hallur Danielsen, ferðaleiðari. Fremst frá vinstru: Kristina
Poulsen, Katarina Høj, Siw Matras Larsen, Maria Halsdóttir Weyhe, Rannvá Dahl Hanusson, Tóra Eliasen, Beinta Bárðardóttir
Myndir: GeoNHF