mánadagur 14. mars 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
KAPPINGIN ER VORÐIN HARÐARI
Hondbóltsfelagið Kyndil er fylt 60 ár. Einaferð í tíðini var felagið einaráðandi í føroyskum manshondbólti,
men kappingin er harðnað nógv síðani stórleikatíðina. Sosialurin hevur tosað við formann felagsins
StÍF - H71 21-27 (12-12)
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Allan Norðberg 5, Fríði R.
Djurhuus 4, Marius Joensen 1, Jógvan G. Joensen 1, Kjartan
Johansen 1, Pætur Johansen 1 og Danny Brandt 1
H71: Peter Krogh 11, Rúni Vest Højgaard 5, Mark Lausen-
Marcher 4, Jónas Djurhuus 3, Tróndur Arge 2, Sigmundur
Dahl 1 og Hans Kári Hansen 1
VÍF - VB 37-31 (16-16)
VÍF: Marianna Holm Jacobsen 12, Agnas Olsen 7, Kathe
Frederiksen 6, Durita C. Jojic 4, Brynja Rógvadóttir 3, Jórunn
Gudmunsen 1, Daniella Joensen 1, Randi Virgarsdóttir 1,
Beinta Sveinbjørnsdóttir 1 og Lív Ingdorsdóttir 1
VB: Danijela Mistric 12, Ingrida Kuodyte 10, Gurið K.
Mortensen 4, Una Nolsøe 2, Carol Symphor 2 og Rúna
Jacobsen 1
Neli Heldarskarð
Hin 10. mars 1956 varð grøna
hondbóltsfelagið úr høvuðs
staðnum, Kyndil, sett á stovn.
Sostatt fylti felagið 60 ár
farna hósdag, og hevur tað
verið við til at mynda før
oyskan hondbólt í øllum hes
um árum.
Í teimum fyrstu árunum
hjá
grøna
høvuðsstaðar
felagnum domineraði fel
agið fullkomiliga føroyskan
manshondbólt.
Kyndil
vann á fyrsta sinni føroya
meistaraheitið hjá monnum
í 1958, og síðani steðgaði fel
agið ikki aftur við at vinna
meistaraheiti í bestu mans
deildini. Frá 1958 til 1967 vann
Kyndil mansdeildina hvørt
ár, níggju ár á rað, og frá 1969
til 1974 varð øll mótstøða enn
einaferð skúgvað til viks, tá
ið kyndilsmenn vunnu seks
meistaraheiti á rað.
Tá ið felagið fylti 25 ár í
1981 hevði mansliðið vunnið
meistaraheiti heili 19 ferðir.
Eftir
1981
hevur
Kyndil
vunnið
meistaraheiti
11
ferðir, og hava kyndilsmenn
tískil vunnið meistaraheitið
í føroyskum manshondbólti
30 ferðir. Hetta merkir, at
Kyndil er nógv mest vinn
andi felagið í føroyskum
manshondbólti – næst í røð
ini er VÍF, ið hevur vunnið
meistaraheitið í manshond
bólti 22 ferðir.
Tískil má manshondbólt
urin metast at vera stóri,
søguligi stoltleikin í Kyndli,
tí at ígjøgnum árini hava
kyndilskvinnur ikki havt
gullkrónur um hálsin meira
enn seks ferðir í landskapp
ingarhøpi. Kvinnuliðið hjá
Kyndli vann á fyrsta sinni
meistaraheitið í 1964, og
seinast bleiv tað vunnið í
2014. Í føroyskum kvinnu
hondbólti er tað núverandi
oddaliðið í Hvonndeildini,
Neistin, sum er nógv mest
vinnandi
felagið
í
før
oyskum
kvinnuhondbólti.
Neistakvinnur hava vunnið
meistaraheitið heili 40 ferðir.
Kappingin er harðnað
Sosialurin hevur tosað við
Una Arge, ið er formaður í
Kyndli. Formaðurin vísir á,
at tað stendur væl til í felag
num, men tó er kappingin
ímillum feløgini harðnað
somikið nógv, at tað er ógvu
liga torført at liva upp til
stórleikatíðina,
ið
serliga
vardi frá 1956-1981.
– Felagið hevur tað gott.
Vit hava í øllum deildum
vunnið 43 steyp í lands
kappingum og steypakapp
ingum síðan 2010. Trý av
hesum steypunum vunnu
menninir
og
kvinnurnar
í
2014.
Vinnarasiðvenjan
verður sostatt hildin í hevd
í Kyndli. Mansliðið vann
óhoyrt nógv fyrstu árini,
næstan hvørt ár. Væntast
kundi, at kappingin fór at
harðna, og tað gjørdi hon eis
ini. Serliga VÍF fór at gera um
seg, og nógvir vóru tvídystir
nir millum tey bæði feløgini
í 80'unum og 90'unum.
Kyndilsmenn vunnu eisini
í 2004, 2006 og 2007, men
tíðirnar eru nógv broyttar,
tí nógv fleiri feløg kappast
nú um meistaraheitið – VÍF,
Kyndil, H71, KÍF, Neistin og
StÍF. Kappingin er javnari
nú enn nakrantíð. Nýggjar
hallir í Hoyvík og Kollafirði,
og eisini hallir á Skála og í
Vestmanna bøttu nógv um
møguleikarnar
at
breiða
hondbóltin út í fleiri økir,
sigur Uni Arge.
Tað er ikki bara innan
hýsis ímillum hondbólts
feløgini, at kappingin er
hørð, tí at eisini eru aðrar
ítróttargreinir,
serliga
í
høvuðsstaðarøkinum, sum
sjálvandi vilja hava so nógv
íðkandi sum gjørligt fyri sítt
felag. Eisini er tað ein stórur
trupulleiki, at hondbóltsfel
øgini hava so vánaligur um
støður at virka í, um saman
borið verður við til dømis
fótbóltsfeløgini í høvuðs
staðnum.
–
Kappingin
millum
hondbóltsfeløgini er hørð,
og hondbólturin er í kapping
við aðrar ítróttagreinir, ikki
minst í Havn, har fótbóltur,
fimleikur,
flogbóltur
og
frælsur ítróttur hava sterka
støðu. Avbjóðingin er at
bjóða børnum og foreldrum
so góð tilboð sum gjørligt.
Tað krevur góða fyriskipan,
góðar venjarar og góðar
hallarumstøður. Í løtuni eru
hallarumstøðurnar í Havn
út av lagi, tí alt ov fáir tímar
eru til ymsu liðini, og hond
bóltsfeløgini
hava
ongar
veruligar bústaðir eins og
til dømis fótbóltsfeløgini.
Vit vóna inniliga, at alt hetta
verður nógv betri, tá høllin
á Hálsi er útbygd, sigur Uni
Arge víðari.
Sum formaður í hond
bóltsfelagi í høvuðsstaðnum
kennir hann alt til, hvussu
torført tað kann vera at fáa
putlispælið at ganga upp, tá
ið hallartímar skulu býtast
ímillum feløgini í ymsu
ítróttargreinunum,
sum
venja innandura í Tórshavn.
Kvinnurnar
standa seg væl
Sum áður nevnt í greinini, so
er stórur munur á, hvussu
ofta ávíkavist mans- og
kvinnuliðið hjá Kyndli hev
ur
vunnið
meistaraheiti.
Uni Arge vísir á, at føroyska
kvinnudeildin fyrr var sera
dominerað av einum ávísum
liði, men tó er kappingin
blivin javnari seinastu 25
árini. Eisini leggur hann
áherðslu á, at tað stendur
væl til hjá kyndilskvinnum
í løtuni.
– Ein orsøk til stóra munin
ímillum talið av meistara
heitum hjá mans- og kvinnu
liði Kyndils er, at Neistin
nærum altíð hevur havt
eitt sera sterkt kvinnulið, og
at Neistin setti seg tungt á
trónuna hjá kvinnunum, eins
og Kyndil setti seg á trónuna
hjá monnunum. Men tann
dominansurin er als ikki so
týðiligur seinastu 25 árini,
har
bæði
Kyndil,
Skála,
Stjørnan, VÍF, VB og Tjaldur
hava vunnið kvinnudeildina.
Kvinnuliðið hjá Kyndli hevur
verið antin í steypafinalum,
FM-finalum ella í báðum
finalunum seinastu trý árini,
so kyndilskvinnur standa
seg sera væl nú.
Í yngri deildunum sær
eisini gott út við fólki.
Yvirhøvur hava vit góðar
vónir um framtíðina við okk
ara 200 spælandi limum og
sera ídnu hjálparfólkum og
stuðlum, vóru seinastu orð
ini frá Una Arge.
Mansliðið hjá Kyndli er í
løtuni nummar fýra, har liðið
hevur møguleika at røkka
einum bronsuheiðursmerki,
men tó ikki meira enn tað. Í
landskappingini hjá kvinn
um er líkt til, at júst sum í
fjør, so verða tað Neistin og
Kyndil, ið hittast í avgerandi
FM-finalunum.
Hoyvíkingar í finaluni
Sum væntað verður H71
annað av liðunum í FM-
finalunum í manshondbólti.
Hetta bleiv endaliga staðfest
í dag, tá ið H71 vitjaði StÍF í
høllini á Skála.
Fyrr í hesum kappingar
árinum hava strandingar
argað H71, sum alt kapp
ingarárið hevur verið greitt
oddalið. Millum annað var
StÍF fyrsta liðið, sum vann
ímóti H71 í hesum kappingar
árinum. Hetta var í dysti í
Hoyvíkshøllini í desember.
Dysturin á Skála í dag
var partvíst javnur. Í fyrra
hálvleiki var onki, ið skilti
liðini, og fóru tey til hálvleiks
við støðuni 12-12. Í seinna
hálvleiki settu hoyvíkingar
tó trumf á og vunnu við seks
málum.
Endaliga
úrslitið
gjørdist 27-21 til H71.
Sigurin hjá H71 merkir, at
tað er matematiskt ómøgu
ligt hjá KÍF, sum er nummar
trý, at innheinta hoyvíking
arnar. Sostatt verður H71
annað liðið í mansfinalunum.
VÍF nærkast
FM-finalunum
Fríggjakvøldið varð ein dyst
ur spældur í FTZ-deildini,
og var hann ímillum Team
Klaksvík og VÍF, sum eru
ávíkavist nummar sjey og
tvey í bestu mansdeildini í
hondbólti.
Onki var at siga til, at VÍF,
sum hevur eitt finalupláss at
spæla fyri, var stórfavorittur
undan dystinum. Og tað
bleiv eisini til ein greiðan
sigur til útiliðið, ið vann við
heili 14 málum. Endaliga úrs
litið gjørdist 42-28 til VÍF
eftir hálvleiksstøðuna 25-16.
Toppskjúttar
hjá
VÍF
vóru teir útlendsku Nicklas
Selvig og Filip Jojic, ið báðir
skoraðu 10 mál.
Úrslitið
fríggjakvøldið
merkir, at VÍF hevur 28 stig
fyri 20 dystir. Harvið eru
vestmenningarnir
fimm
stig aftanfyri H71 á fremsta
plássi, men samstundis eru
teir seks stig frammanfyri
KÍF, ið er nummar trý. Tó
hevur VÍF spælt ein dyst
meir enn KÍF.
Team
Klaksvík
hevur
framvegis sítt fyrsta stig til
góðar.
VÍF-kvinnurnar hanga í
Einasti dysturin, sum er
blivin spældur í Hvonndeild
ini hetta vikuskiftið, var tann
í Vestmanna, har VÍF og VB
hittust sunnudagin.
Hóast 13 stig skiltu liðini
undan dystinum, so var
hetta ikki til at síggja í fyrra
hálvleiki, har liðini vóru púra
jøvn – hálvleiksstøðan var 16-
16.
Í seinna hálvleiki var
søgan tó ein onnur, tí at tá
byrjaðu vestmenningar at
renna undan og vunnu at
enda 37-31.
Spenningurin í Hvonn
deildini snýr seg um, hvat
lið fer at spæla FM-finalur
ímóti Neistanum. Munurin
ímillum nummar tvey og
trý, Kyndil og VÍF, er bara
eitt stig.
Tó hava kyndilskvinnur
spælt ein dyst færri enn VÍF,
og tískil má metast, at Kyndil
er favorittur at fara avstað
við seinna finaluplássinum.
Neistakvinnur mangla bara
at vinna ein dyst afturat, so
er finalupláss teirra endaliga
tryggjað.
Kappingin er javnari nú enn nakrantíð. Nýggjar
hallir í Hoyvík og Kollafirði, og eisini hallir á Skála
og í Vestmanna bøttu nógv um møguleikarnar at
breiða hondbóltin út í fleiri økir, sigur Uni Arge
Savnsmynd