Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HENDA KAPPINGIN LÍKIST IKKI TEIMUM UNDANFARNU NSÍ málverjin kendi seg mest sum arbeiðsleysan ímóti KÍ, og arbeiðsgrevini á Skála vunnu fulla úrtøku ímóti meistarunum, sum ikki vóru fyrireikaðir uppá, at heimaliðið fór at vera so ágangandi Jóannes Hansen Øll hava mist, og øll hava vunn­ið. Ársins landskapping líkist frá fleiri teimum undan­farnu. Tað er ikki kom­ ið fyri síðani í 1990 ella fyri 26 árum síðani, at einki lið hevur havt fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini, og at øll liðini hava vunnið úr­tøku burtur úr tveimum teim­um fyrstu umførunum. HB hevði leingi kós ímóti heimasigri ímóti Víkingi, og harvið sá tað leingi út til, at Jan C. Dam og hansara menn skuldi vera teir einastu, sum fóru at standa við fullum stigatali eftir tvey tey fyrstu umførini. Víkingarnir vóru treiskir, og tað eydnaðist teimum at javna til 1-1. Harvið er Víkingur topplið, og harvið er HB næstfremst. Málverjin var arbeiðsleysur Efítir tepra 1-0 sigurin í tor­ føra útidystinum ímóti TB, var avbjóðingin hjá KÍ at halda fram ímóti NSÍ, sum var vónbrot í fyrsta umfari á heima­vølli ímóti HB. Í gjár var øðrvísi. Teir gulu og svørtu fóru til hús við 3-1 sigri, og talan var um sannførandi sigur, hóast Páll A. Klettskarð beinanvegin legði ágangandi heimaliðið fram­um. So fekk NSÍ um endan, og gestirnir hugdu ongantíð aftur um seg aftur. KÍ lið­ for­maðurin Jonas Flindt Rasmussen gjørdi sjálvmál, tá ið hann eftir innlegg frá Árna Frederiksberg varð kroystur av Pól Jóhannusi Justinussen. KÍ liðformaðurin heldur hesa støðuna vera avgerandi: – NSÍ fekk sinniliga yvir­ skotið, og síðani runnu vit aftan á teimum. Kanska var tað frægari í seinna hálvleiki, men vit høvdu stórar trupul­ leikar at fáa tingini at hanga saman, sigur Jonas Flindt Rasmussen. Árni Frederiksberg legði NSÍ framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir frí­spæl­ ing frá Klæminti A. Olsen. Tá ið heimaliðið royndi at spenna álopsbogan, svaraði NSÍ aftur. Klæmint A. Olsen skoraði til 3-1, eftir at Einar Tróndargjógv hevði spælt hann leysan. Hetta man vera eitt tað lakasta avrikið, sum klaks­vík­ingar hava víst á heima­vølli í langa tíð. Petur Andreassen, sum átti upp­ leggið til KÍ málið, varð tikin av vøll­inum eftir hálvan tíma. Í staðin fyri at spæla við tveim­um á toppinum, mundi ætlanin vera, at inn­ skifti Súni Olsen skuldi fáa skil á samanspælið, men so­ leiðis gekk tað ikki. Á vong­ verj­unum vóru spælarar, sum ikki eru vongverjar. Fram­rættað í borðunum vóru Jóannes Bjartalíð og Heðin Klakstein í fjør fram­ úr, tá ið teir skoraðu og løgdu upp til eina rúgva av málum. Í gjár bar heldur einki til hjá teimum. Nýggi NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen sigur tað soleiðis: – Eg var mest sum ar­ beiðs­leysur størsta partin av tíðini. Hugburðurin var heilt øðrvísi, enn hann var í fyrsta umfari. Vit vunnu nógv teir flestu nærdystirnar og returbóltarnar, og spælið hjá okkum hekk betri saman. Argjamenn halda seg hava meiri uppiborið Í Fuglafirði fegnaðust tey í heimaleguni, tá ið Rúni Gaardbo hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Máltalvan vísti 1-0. Einsamalla málið skoraði Andy Olsen lítla løtu undan steðg­inum. Karl Løkin steðg­ aði AB álopi, hann spældi til Adeshina Lawal, sum aftur spældi Andy Olsen leysan, og so var 1-0. Málskjúttin fegnast saman við liðfeløgunum: – Í Gundadali ímóti B36 fingu vit einki burturúr. Tí var 1-0 sigurin á AB ógvuliga kær­komin. Vit løgdu hampu­ liga væl fyri, men síðsta hálva tíman kendu vit trýst á okk­um. Tíbetur hildu vit tørn, sigur Andy Olsen. Eftir 4-1 tapið í Gundadali var fokus á verjupartinum hjá ÍF, sum varð sagdur ikki at hava verið so góður: – Nú kunnu vit ikki siga nakað um verjuspælið, tí vit hildu nullið. Miðverjarnir – Bogi Reinert Petersen og Jan Ó. Ellingsgaard – vóru fínir, og sum heild rigg­aði verju­ part­urin væl. Vit lut­taka jú allir í verju­spæl­inum, sigur Andy Olsen. Oliver Korch var ikki komin fyri seg eftir skaðan í Gundadali fyri viku síðani. Hallgrím G. Hansen vardi mál­ið, og hann helt tætt. Gunnar Christiansen var nýggj­ur á vongverjanum í høgru. AB miðverjin og lið­for­ mað­urin Rói Danielsen er vón­brotin: – Talan var um tætta og javna uppgerð. Teir sektaðu eitt mistak hjá okkum og skoraðu sigursmálið. Men vit høvdu fleiri góðar møgu­ leik­ar. Eitt nú rakti Bárður Olsen tvørtræið við frísparki. Tað koppaði ikki okkara veg. Vit kundu akkurát tað sama vunnið, sum at ÍF vann. Um væl hevði vitað við, so høvdu vit havt seks stig. Nú hava vit eitt! Hesaferð var Árni G. Nielsen millum teir fyrstu ellivu hjá AB. TB vónbrotið var øgiligt Tá ið Petur Reinert bríksl­ aði fyri síðstu ferð á Svanga­ skarði í gjár, vísti talvan 1-1. Eftir spælarunum og við­ halds­fólkunum at døma, so kundi B68 havt vunnið og TB havt lagt rygg til tap. Svørtu og hvítu TB spæl­ ararnir sóu troyttir og vón­brotnir út, meðan B68 spæl­ararnir hoppaðu og fegn­að­ust. Orsøkin var tann, at B68 í evstu løtu vann eitt stig, og at TB í síðstu sekund­ unum misti tvey stig. Tá ið minni enn ein min­ uttir restaði av tíðini, sum dóm­arin hevði lagt aftrat, vildu heimamenninir hava brots­spark, tí teir hildu, at mið­verjin Jóhan Dávur Højgaard varð steðgaður óreglu­liga í brotsteiginum. Men dómarin tagdi, og so sá tað út til, at TB skuldi vinna. Men ein hálvan minutt seinni bríkslaði dómarin fyri frí­sparki til B68 eitt vet til vinstru og tveir metrar uttan­vert brotsteigin. Hákun Edmunds­son smekkaði til, og bólturin streyk framvið mann­garðin og í málið! At tað endaði javnt og harvið við at TB bara hevði eitt og ikki trý stig við sær suður aftur, kann seinni í ár fara at vísa seg at hava verið lykla­støða! – Tað hevði verið tungt, um vit taptu. TB var omaná í fyrra hálvleiki, og tá skoraðu teir eitt fínt mál. Sum seinni hálv­leikur leið, trýstu vit nógv undan lotinum, sum varð frískari. Vit høvdu møgu­leikar, og tíbetur eydn­ aðist tað at enda. Vit eru ósigr­aðir, og tað taka vit við okkum, men tað hevði sjálvandi verið betri, um vit FÓTBÓLTUR FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Av mjav. Tróndur segði tað so væl, bæði vóru verri. Nú burdu vit havt klórað okkum til seks, men standa eftir við einum stigi. No good.75 stig eftir at spæla um. KRISTIAN JOENSEN KÍ Katastrofa!! Um vit ætla okkum út at flúgva komandi ár, so mugu vit taka okkum alvorliga saman. Tapa móti einum bygdaliði á heimavølli. Tillukku við FM NSÍ SÆBJØRN LEITI ÍF Fínt spæl vóru nógv betur enn AB í dag so nú gongur tað tann rætta vegin  Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB Eiga allan fyrra hálvleik, men velja at leggja okkum aftur at verja í seinna. Úrslitiđ mátti tí blíva so. Framyvir skulu vit spæla álopsfótbólt allan dystin. LISSI MOURITSEN B36 Hevði ynskt vit kundi spælt í 90 min. Aftrat ! Men halt kipp eg eri skuffa !  Men hallów - vit koma sterkt aftur Giti at nógv hava tapt tippingina JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Har norðuri verður gingið so høgt uppí Eurovision. Í 1987 høvdu Ísrael ein frálíkan sang, sum tó ikki vann. Í dag kemur niðurlagið í sama sangi til sín rætt niðri í um­klæð­ingarrúminum! Hupa hule hule hule ! Gott spæl, gott veður, gott sunkist! Klassamunur!