Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Víkingur prógvaði í ársins fyrsta dysti, at teir helst halda eitt gott støði aftur í ár. HB hinvegin hevði í Runavík prógv­að, at tað kanska skal vænt­ast meira av teimum, enn fyrst varð hildið, og hetta høvdu teir møguleika at stað­festa á heimavølli í Gunda­dali í gjár, har HB og Víkingur nevniliga brustu saman. Hjá HB var Fróði Benjamin­sen nú aftur tøkur, men venjarin, Jan Dam, hevði tó valt at geva øllum teimum 11, sum vunnu ímóti NSÍ, álitið aftur, og fyrrverandi lands­liðs­leikarin byrjaði tískil á bonkinum. HB omaná Víkingur var rímiliga væl við fyrstu løtuna, men tað tóktist eins og teir trektu seg eitt sind­ur aftur og lótu leiklutin upp til HB. Tað er ógreitt, um tað var tilvitað, men um so var, so var tað helst fyri at lúra eftir umstillingum, sum Víkingur eisini fekk nakrar av í fyrra hálvleiki. Tað plagar Víkingur at fáa nógva nyttu burturúr, men HB hevur eina heilgardering við sera kvikum bakkum, so hesaferð var ilt hjá Víkingi at fáa nakað burturúr um­ still­ing­unum. Javnan gekk tað inn yvir veingirnar, men av­ger­andi spælingarnar og inn­leggini vóru ikki nóg vanda­mikil ella neyv, og HB-verjuleikararnir komu hvørja­ferð ímillum og ruddaðu burt. Tá ið umleið eitt korter var farið, mátti málverjin hjá Víkingi, Geza Turi, berast av vøllinum eftir samanbrest við Ara Mohr Olsen hjá HB. Ístaðin kom Elias Rasmussen á vøllin at verja Víkinga- málið. Mál HB setti seg bara meiri og meiri á spælið. Serliga á mið­ vøll­inum høvdu Tróndur Jensen og Rókur av Fløtum Jespersen hópin av plássi at flyta bóltin sum teimum lysti, og mótsatt Víkingi, so fekk HB bakkarnar við í álops­spælið og tað gjørdist stund­um vandamikið. Tað var eisini júst ein av bakkunum, sum fekk av­ger­ andi týdning fyri HB beint áðrenn bríkslað varð til hálv­leiks­steðg. Jógvan Rói Davidsen var komin framvið í høgra borði, har hann var trýst­ur av Hanusi Jacobsen, men við framúr snildum fekk hann rikið seg leysan, spældi bóltin til Christian R. Mouritsen, sum við bleyt­ um boga sneiddi bóltin tætt undir málið, har Rókur av Fløtum Jespersen bara skuldi seta innaru síðuna á. Fram­úr uppspæl og 1-0 til HB í hálv­leiks­steðginum. Umbýtt Í seinna hálvleiki vóru leik­ lutirnir nærmast umbýttir. HB hevði nú leiðsluna og kundi lata meira upp til Víking og síðani sjálvir dúva upp á umstillingarnar. Víkingur hevði meiri pláss at spæla bóltin runt, men HB hugsavnaði seg um at standa væl á vøllinum, og hetta gjørdi tað trupult hjá Víkingi at spæla seg fram til teir heilt stóru møguleikarnar. Hetta tóktist at órógva teir úr Gøtu og Leirvík, tí sum tíðin leið kom bara meiri og meiri tendring í. Kanska var tað hetta, sum var avgerandi fyri, at teir vunnu seg inn aftur í dystin. Í eini roynd at binda um í verjupartinum, so setti HB gamla liðskiparan, Fróða Benjamin­sen, á vøllin. Hann lá heldur frammarliga í mið­ vallar­ketuni, men megnaði í eyð­kendum stíli at seta onkra takkling ígjøgnum. Javnaðu Tað var nevniliga soleiðis, at dysturin lat seg fullkomiliga upp teir seinastu 20 min­utt­ 3 TEITUR M. GESTSSON Tók sær av tí, hann skuldi, og vísti myndughleika í HB-feltinum. Sakleysur, tá ið Víkingur fekk mál. 5 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Gjøgnumgangandi framúr avrik toppað við einari snildari detalju, ið førdi til 1-0-málið. Dagsins maður hjá heimaliðnum. 3 JÓHAN T. DAVIDSEN Hann heldur saman upp á HB- verjuna, sum hevur lagt væl frá landi í hesum kappingarárinum. 4 BARTAL WARDUM Enn eitt avrik, har hann var eyðsýndur og stinnur í verjupartinum, og var eisini ágangandi í hinum feltinum við deyðbóltsstøður. 2 ÁRI MOHR JÓNSSON Í verjuni var í lagi, gav tó okkurt fríspark burtur, og fremri á vøllinum vantaði góðska á innleggunum. 3 CHRISTIAN R. MOURITSEN Spældi sær av við bóltin og førdi til onkra vandastøðu hinvegin, men vakra uppleggið til málið hálar hann upp á miðal. 3 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Átti eina góða inn-um-spæling, men annars rættiliga ósjónligur burtursæð frá málinum, sum somuleiðis hálar hann upp á miðal. 4 TRÓNDUR JENSEN Arbeiddi skilagott í motorrúminum hjá HB, har hann fekk nógv pláss og legði góðar framrættaðar spælingar. 3 PÁL M. JOENSEN Tað kom ikki serliga nógv frá hansara beinum hendan dystin, og varð hann eisini útskiftur tá ið leiðslan skuldi verjast. 4 ARI MOHR OLSEN Rann helst meira enn nakar annar á vøllinum – satt stríðsavrik, har kvikleikin eisini skapti honum góðar støður. 3 TEIT JACOBSEN Miðalgott avrik hjá unga HB- framherjanum, sum torir betur og betur og sær út til at mennast skjótt. SPÆLARAMETING HB MEINAR TAÐ Í ÁLVARA Ágangandi spælistílurin heldur fram hjá Jan Dam og HB, sum eisini halda fram við at spæla FM- avbjóðarum eitt puss. Hesaferð var tað Víkingur, ið hevði tað trupult ímóti einum ungum og taktiskt væl skipaðum HB-liði, sum má takast í ramasta álvara 1 til 6 FÓTBÓLTUR DYSTURIN HESA VIKUNA Geza Turi mátti berast av vøllinum tá ið bara eitt korter var farið. Hann meiddi sær lærið í samanbresti við Ara Mohr Olsen hjá HB. Ungarski málverjin sigur, at talan ikki er um álvarsligan skaða, og at hann helst bara skal hava nakrar dagar at koma seg í. Jógvan Rói Davidsen: Dagsins spælari í Gundadali