mánadagur 14. mars 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GEZA TURI
(ov stutt inni til meting)
3
BÁRÐUR J. HANSEN
Leingi hevði Víkingur ikki
bóltin nóg nógv til at hann varð
spældur upp, men kom meir og
meir við og endar á miðal.
3
ATLI GREGERSEN
Eina vánaliga temjing tíðliga,
men var annars ágangandi og
breyt spælið nakrar ferðir.
2
ERLING D.
JACOBSEN
Misti tveir óneyðugar bóltar
tíðliga í seinna hálvleiki og tapti
onkran innanhýsis rennidyst. Ikki
besti dysturin frá hansara síðu.
2
HANUS JACOBSEN
Slapp lítið upp í part
í álopspartinum og varð
fullkomiliga settur av tá ið HB
legði seg á odda 1-0.
5
ANDREAS
LAVA OLSEN
Var her, har og allastaðni.
Kropsliga yvirlegin, sum kom
til gagns í báðum endum. Mest
eyðsýndi víkingurin.
1
JOBIN
DRANGASTEIN
Stóð seg illa í dystinum um
miðvøllin, eina miseydnaða
upprudding, sum kundi ført til
mál, og misti Rók í uppdekkingini
til 1-0-málið. Útskiftur tíðliga.
4
GERT HANSEN
Tók av álvara
arbeiðshandskarnar upp á, tá ið
liðið hevði brúk fyri tí, og so trein
hann eisini fram og skoraði.
3
SØLVI VATNHAMAR
Fekk ikki reiðiliga frið at telva
fótbóltin hann vanliga ger, men
tað kom fram í løtum.
4
HANS PAULI
SAMUELSEN
Eyðkent avrik á vonginum, har
hann altíð slapp sær skilagott av
við bóltin og var skapandi. Legði
upp til málið.
3
PHILIP DJORDJEVIC
Varð spældur í onkra góða
støðu og rann seg til tað sama,
men fekk ikki nokk burturúr tí og
má enda á miðal.
2
ELIAS RASMUSSEN
(innsk. í 16min.) Kundi
hildið onkrari skotroynd betur
og verið meiri agressivur við
deyðbóltsstøður, men skaðin var
avmarkaður og fekk einki gjørt
við HB-málið.
irnar. Bæði liðini løgdu sjáld
sama nógv fyri, og til tíðir
var dysturin eisini harðligur.
Málmøguleikar
vóru
nakrir báðar vegir. Hjá HB
var tað eftir umstillingar, har
serliga Ari Mohr Olsen tví
sporaði seg til góðar møgu
leikar. Einuferðina var hann
nærmast púra leysur, men
Elias Rasmussen bjargaði,
og minuttin seinni brendi á í
hinum endanum, har Philip
Djordjevic eisini kom í góða
støðu. Teitur M. Gestsson
bjargaði.
Víkingur spældi seg fleiri
ferðir í góðar støður, og tá ið
10 minuttir vóru eftir, fekst
hol á. Hans Pauli Samuelsen
sendi hornaspark innfyri, og
har fekk Gert Hansen fótin á
bóltin og javnaði til 1-1.
Nú kundi alt henda. Hóast
góðir møguleikar vóru báðar
vegir, so mundi Hans Pauli
Samuelsen eiga tann besta,
tá ið hann fimm minuttir
fyri dystarlok sparkaði ein
leysan bólt á stongina.
Nærmari enn hetta kom
hvørki av liðunum, sum tísk
il máttu semjast um eitt part
í einum til tíðir frálíkum
dysti, har serliga dystarendin
var lívligur og stóð fyri
sera góðum undirhaldi fyri
áskoðarunum.
albinus@sosialurin.fo
SPÆLARAMETING
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
HB - Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Rókur Jespersen 45.
1-1: Gert Hansen 80.
Dómari: Lars Müller
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan
Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Tróndur
Jensen, Pál Mohr Joensen (Fróði Benjaminsen, 62.) - Christian
R. Mouritsen, Rókur Jespersen (Adrian Justinussen, 80.),
Teit Jacobsen (Magnus Egilsson, 62.) – Ari M. Olsen
Gult kort: Bartal Wardum, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen
Venjari: Jan C. Dam
Víkingur: Geza Turi (Elias Rasmussen, 16.) – Bárður J. Hansen, Atli
Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Gert
Hansen – Andreas Lava Olsen (Magnus Jarnskor, 87.), Jobin Drangastein
(Heðin Hansen, 66.), Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic
Gult kort: Hanus Jacobsen, Bárður J. Hansen
Venjari: Sámal Erik Hentze
FÓTBÓLTUR
Tað er stuttligt at fara til
dyst, tá ið taktikkurin er so
greiður og sjónligur. Tá ið
lækkar ímóti endanum verður
hondbremsan tó slept, og
tá borðreiddi dysturin við
tveimum liðum, ið stríddust
sum stóð tað um lív – llívligt
og sera gott undirhald.
Reglurnar eru herdar, styttri
er frá gulum kortum til
leikbann. Hetta sást ikki í
hesum dystinum, har leikarar
fingu sær býtt, óneyðug
og uppøst gul kort. Tað
er eitt endamál við herdu
reglunum – stýr tær betur,
hóast tú ert ónøgdur.
Ein av mest eyðsýndu leik
arunum á Víkinga-liðnum,
Andreas Lava Olsen, var ikki
nøgdur við at fáa eitt stig
ímóti HB.
– Nei, tað eri eg ikki. Vit
koma eftir øllum stigunum.
Tað gera vit altíð. At skula
brúka ein heilan hálvleik upp
á at fáa stýr á øllum dyst
inum meira ella minni, um
framt at vit hava kjansirnar,
tað kann man ikki vera nøgd
ur við, sigur Andreas og peik
ar á onkrar trupulleikar.
– Tað er tað sama sum
seinast. Vit spæla út í síður
nar og fáa ikki ordiliga miðj
una upp í, men tá ið vit so fáa
pressið við, so hava vit tað,
sigur Andreas.
Víkingur
hevur
fingið
nýggjan venjara í ár, har
Sámal Erik Hentze hevur
avloyst Sigfríð Clementsen,
men hann heldur ikki, at tað
hevur elvt til stórbroytingar,
sum ávirka til tað ringa.
– Tað er nógv av tí sama.
Hann gongur eisini upp í at
koyra upp á nógv skjótálop
og blanda tað saman við eitt
sindur av skjótum fótbólts
spæli. Tað haldi eg eisini vit
gera til tíðir, so vit skulu bara
fáa fingurin úr reyvini, sigur
Andreas Lava Olsen.
albinus@sosialurin.fo
ANDREAS LAVA OLSEN
»SKULU FÁA FINGURIN ÚR«
JÓGVAN RÓI DAVIDSEN
»VIT FÓRU EFTIR ØLLUM«
Hóast HB hesaferð fekk vitj
an av Víkingi, sum er spátt
at vera ein av FM-kandidat
unum, so var eingin bardón
hjá HB-arunum. Jógvan Rói
Davidsen sigur, at hann und
an dystinum ikki hevði selt
hann fyri ein javnleik.
– Nei, tað hevði eg ikki.
Vit fóru eftir øllum. Tað fara
vit altíð á heimavølli, eisini
hóast mótstøðuliðið eitur
Víkingur, sigur høgribakkur
in hjá HB.
HB legði seg á odda 1-0
beint áðrenn hálvleikssteðg
in, men tað var ikki ætlanin,
at HB bara skuldi leggja seg
at verja um tað leiðsluna.
– Tað var ikki avtalan. Vit
ætlaðu okkum út at spæla
sama spæl, men tað riggaði
ikki heilt. Víkingarnir vóru
raskir, sigur Jógvan Rói.
Hann sigur, at hóast
sera góðu byrjanina upp á
kappingarárið, so er málið
framvegis at røkka topp 4.
Hann sigur eisini, at hann
er ógvuliga væl nøgdur við
nýggja venjaratoymið.
– Tað hevur riggað øgiliga
væl, eisini við Magna Mohr
sum fysiskum venjara og
Albert Ellefsen sum hjálpar
venjara, sigur Jógvan Rói og
leggur afturat:
– Teir arbeiða serliga við
at vit skulu fáa spæligleðina
fram, at vit hava tað frítt og
koyra á. Vit eru eitt lið, sum
hevur nógva orku, og tað
royna vit at gagnnýta.
albinus@sosialurin.fo
Fróði Benjaminsen, sum í síðstu viku gjørdi sáttmála
við HB, fekk comeback og spældi seinasta hálvan tíman
ímóti Víkingi. Hetta var dystur nummar 411 í Effodeildini
og dystur nummar 240 í HB-troyggjuni. Hann er 38 ár
og eigur eisini metið fyri flestar A-landsdystir (86).