mánadagur 14. mars 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Sebastian Pingel er navnið á
nýggja B36-leikaranum, sum
varð limaður inn í hópin í
februar og helst er sæddur
sum avloysari hjá Hans Paula
Samuelsen ella sum ein eyka
møguleiki í álopinum.
22 ára gamli danin hevur
seinasta
hálvttriðja
árið
spælt við Odder í triðbestu
donsku deildini, men undan
tí hevur hann havt eina
hendingarríka yrkisleið, har
hann eitt skifti gavst full
komiliga við fótbólti, men tó
byrjaði aftur og síðani hevur
verið spáddur at røkka heilt
upp á tindarnar.
Stjørnulið
Sebastian er sonur Frank
Pingel, sum hevur spælt 11
dystir fyri danska A-lands
liðið og hevur umboðað
stórfeløg sum Newcastle og
Fenerbahce. Tað var hend
an heimin, Sebastian varð
føddur inn í, og fyrstu tíðina
av lívi sínum búði hann í
Turkalandi, har pápi hansara
hevði skotið nógv mál fyri
Bursaspor og síðani varð
seldur til Fenerbahce.
Frank Pingel stríddist tó
við skaðar og varð noyddur
at gevast sum fótbóltsleikari
longu sum 31 ára gamal. Eftir
hetta gekk leiðin heimaftur
til Danmarkar og tíðin var
komin at geva stafettina víð
ari til næsta ættarliðið, har
sonurin
Sebastian
skuldi
roynast sum fótbóltsspælari.
Pingel-familjan er heima
hoyrandi í Århus-økinum,
og tað er eisini í eyðkenda
jútlendska felagnum AGF,
at Sebastian hevur fingið
sína fótbóltsuppaling. Har
gekk væl og fótbóltsevni
hansara komu av álvara til
sjóndar. Helst hevði hann
arvað okkurt frá pápanum,
hóast pápin var áleypari og
Sebastian um hetta mundið
spældi sum sentralur mið
vallari.
Sum 14 ára gamal var
Sebastian liðskipari á liðnum,
sum
gjørdist
danmarks
meistari, og liðfelagar hans
ara vóru eitt nú Viktor
Fischer, sum í dag spælir við
Ajax og danska landsliðnum,
Jens Jønsson, lyklaleikari hjá
AGF, og seinni eisini Casper
Sloth, sum í dag spælir við
Leeds United.
Lærdi frá sær
Nú feðgarnir báðir høvdu
nógv við fótbólt at gera,
so gekk prátið sum vera
man lystiliga um fótbólt
heima við hús, og her fekk
Sebastian eisini nøkur góð
ráð við á vegnum til fótbólts
leið sína.
– Hann hevur altíð trúð
upp á meg. Hann hevur
givið mær góð ráð, men sam
stundis eisini latið meg stýrt
tí sjálvur. Vit eru báðir per
sónar, sum geva tí 100%, tá
ið tað skal til. Hann hevur
lært meg, at hóast man ikki
altíð spælir væl, so er tað
minsta krav at geva alt, sum
man eigur, sigur Sebastian
Pingel, sum var 17 ára gamal
tá ið hann flutti heimaífrá.
– Tað hevur lært meg at
standa á egnum beinum,
sigur hann.
Frank Pingel hevur ikki
verið serliga nógv innbland
aður í fótbólti síðani hann
stillaði gaggurnar á hillina,
men eitt skifti traðkaði hann
til sum venjari hjá Aarhus
Fremad, og fyri átta árum
síðani var hann vøddamýkj
ari hjá AGF.
Í
dag
starvast
Frank
Pingel sum goymslumaður,
men hann er einans part
tíðarsettur vegna trupulleik
ar við eina knænum.
Gavst
Hóast góð ummæli og góð
úrslit í einum ungum aldri,
so gekk tað ikki heilt sum
ætlað hjá Sebastian Pingel
við tí annars knallgóða ár
ganginum í AGF.
– Árini gingu, onnur ting
byrjaðu at blíva áhugaverd
og eg hugnaði mær meira
enn at spæla fótbólt. Eg byrj
aði at trappa niður, spældi
ikki serliga nógv og í eitt
hálvt ár steðgaði eg heilt,
greiðir Sebastian frá, sum
um hetta mundið var 16 ára
gamal.
– Eg havi ikki altíð verið
Guds besta barn, men eg
havi lært av feilunum, sigur
Sebastian, sum síðani aftur
tók dik á seg.
– Eg byrjaði at spæla
Hann hevur áður verið eitt risa talent í donskum fótbólti, har hann var
liðskipari hjá Danmarks besta liði í sínum árgangi og spældi eitt nú
saman við Viktor Fischer. Sum árini gingu fekk hann tó hug á øðrum
enn fótbólti, og einu tíðina gavst hann heilt. – Eg havi ikki altíð verið
Guds besta barn, men eg havi lært av feilunum, sigur Sebastian Pingel,
sum nú er komin føroyameistararnar í B36, har hann heldur støðið
vera hægri enn á liðunum hann frammanundan hevur spælt við
FÓTBÓLTUR
SEBASTIAN PINGEL
PINGEL
– EG HALDI SJÁLVUR
EG FEKK EINA GÓÐA
BYRJAN OG SKORAÐI
Í FYRSTA DYSTINUM.
VÓNANDI KANN EG
BLÍVA VIÐ AT SKJÓTA
MÁL OG ELSKA AT
SPÆLA FÓTBÓLT
VAR IKKI
ALTÍÐ GUDS
BESTA BARN
Myndir: Álvur Haraldsen
ALTÍÐ GUDS