mánadagur 14. mars 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
aftur við U17-liðnum hjá
Brabrand. Eitt ár seinni skifti
eg til Viby, har eg spældi við
Danmarksseriuliðnum
og
var við til at vinna teir upp
í 2. division. Eg byrjaði at
skjóta mál og fann gleðina
við fótbóltinum aftur, sigur
Sebastian.
Eisini
eksdaman,
sum
hann var saman við í fýra ár
og júst eru farin hvør til sítt,
hevði stóran týdning fyri at
hann fekk lívið aftur á beint.
– Hon fekk meg at finna
meg sjálvan og at gera tað,
sum eg elski. Hon lærdi
meg at seta prís upp á tað,
man tekur sær fyri, sigur
Sebastian.
Viby
Triðbesta deildin skuldi tó
vísa seg at vera alt ov stinn
til Viby, sum flutti beinleiðis
niður aftur í Danmarks
seriuna. Sebastian hevði tó
møguleika at verða verandi
í triðbestu deildini, tí:
– Brabrand, sum spældi
í 2. division, ringdi aftur
til mín, og eg tók av. Eg
tímdi væl aftur til fel
agið, har eg fann meg
sjálvan aftur á vøllinum
og hevði gleði av at
spæla fótbólt, greiðir
Sebastian frá.
Við Brabrand gekst
ógvuliga væl, men fel
agið endaði á triðja
plássið
og
gjørdist
tískil júst ov stutt til at
flyta upp í næstbestu
deildina.
Eftir
miseydnaðu
uppflytingina
fekk
Brabrand nýggjan venj
ara, men hetta hóvaði
hópinum illa, og heili
seks spælarar valdu at
skifta felag. Ein teirra
var Sebastian Pingel,
sum nú bleiv par
aður saman við
Odder, har fyrr
verandi venjari
hansara i Viby,
Henrik Gudmandsen, var
venjari.
Í Odder fekk hann eina
harðliga byrjan, har hann
fyrst breyt nøsina, og í fyrsta
dystinum eftir nasabrotið
datt á ein lítlan stein á vøll
inum, har hann meiddi sær
eina æðr tætt við knæið.
Eftir hetta hevur hann
tó verið ein av stuðulsleik
arunum í Odder, og ítróttar
stjórin í felagnum hevur
áður sagt við bold.dk, at
hann hevur støði til at spæla
í Superliguni.
Til Føroya
Sebastian
Pingel
hevur
verið til royndarvenjing í
Noregi, men har forðaði ein
ryggskaði honum í at fáa ein
sáttmála burturúr. So var tað
B36, sum bankaði á dyrnar.
– Eg var her og royndar
vandi, og eg fekk eitt gott
inntrykk av felagnum og
fólkunum umkring felagið.
Mær dámdi eisini væl tað,
at B36 spælir góðan fótbólt,
sigur Sebastian, sum valdi at
taka av føroyska tilboðnum.
– Eg vildi bara gjarna av
stað, tí eg havi altíð ynskt
at royna okkurt nýtt, sigur
Sebastian og vísir á, at hann
er útbúgvin timburmaður
og tískil altíð hevur okkurt
at venda aftur til.
– Hetta er heilt greitt eitt
fet rætta vegin hjá mær, tí
støðið er hægri her. Kanska
man spældi meira fysiskt á
mínum gamla liði, tí har vóru
vallirnir verri og tað snúði
seg um at mosa ígjøgnum.
B36 spælir betri fótbólt, teir
hava bóltin nógv og skapa
feiri
møguleikar,
sigur
Sebiastian og peikar á, at
hann í Odder mangan kom
til hús og hugsaði, at hann
ikki so frægt sum hevði ein
møguleika at skjóta mál.
– So hetta er avgjørt eitt
fet upp í støði hvat tí við
víkur, leggur hann afturat.
Trívist væl
Sebastian Pingel er nú í
einum nýggjum landi, nýggj
um felagi og hevur sett sær
nýggj mál.
– Eg havi verið skaddur í
fýra vikur, so eg kenni ikki
so væl støðið í deildini, men
málið hjá mær er at koma
inn á vøllin. Eg haldi sjálvur
eg fekk eina góða byrjan og
skoraði í fyrsta dystinum.
Vónandi kann eg blíva við at
skjóta mál og elska at spæla
fótbólt, sigur Sebastian, sum
eisini ætlar sær at verða
føroyameistari.
– Málið hjá liðnum er at
vit skulu geva alt hvønn ein
asta dyst, óansæð um vit
møta toppi ella botni. Nú
var eg ikki við til at vinna
FM í fjør, men tað hevði ver
ið stuttligt at roynt, og tað
er tað, vit stíla eftir, sigur
Sebastian.
Hóast hann bara hevur
verið her í stutta tíð, so er
hann fallin væl til.
– Tað er ikki tí at tað
hendir allarmest í verðini
heruppi, men tað passar mær
væl, tí sum persónur havi eg
mangan havt ov nógva orku í
mær, um eg kann siga tað so,
og eg havi brúk fyri at koma
niður á jørðina. Her kann eg
finna meg sjálvan og brúka
orkuna skilagott og fáa sum
mest burtuúr á vøllinum,
sigur hann og leggur afturat:
– Eg føli meg væl. Eg havi
fingið nógvar vinir og vit eru
javnan saman um kvøldini.
Tað hevur nógv at siga, tá
eg onga familju havi her. Eg
veit eisini frá Odder av, at tá
ið man hevur tað gott saman
sosialt, so er man eisini fúsur
at gera meir fyri hvønn
annan á vøllinum, sigur
Sebastian Pingel at enda.
FÓTBÓLTUR