mánadagur 14. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat gekk galið
ímóti Skála í gjár?
– Vit vóru ikki klárir í høvdinum,
og tað sást longu undir upp
hitingini, haldi eg. Vit runnu við
høvdunum ímillum beinini og
vóru ikki klárir frá byrjan. Tað er
als ikki gott nokk. Eingin skal vera
yvir nøkrum - vit eru eitt lið, har
vit skulu hjálpa hvørjum øðrum
í mótgongd. Einasta skotið, teir
hava í dystinum, skora teir upp á.
Ert tú nøgdur við
egin avrik fyrstu
tveir dystirnar?
– Tað hevur verið í lagi, og eg eri
ikki ónøgdur. Fyrsta dyst fekk eg
víst at eg havi okkurt at bjóða í
álopspartinum, fekk mítt fyrsta
mál við hørðum arbeiði, vilja
og avbjóðingum í einum dysti,
har vit ikki heilt spældu upp til
okkara besta. Hóast eg júst eri
komin aftur frá skaða eftir fýra
vikur, so vísir formurin seg at
vera góður.
Kendi tú nakran í Føroyum
áðrenn tú komst higar?
– Nei, ikki reiðiliga. Eg kenni tó
nakrar í Danmark, sum hava
spælt í Føroyum.
Hvat er tað besta
við Føroyum?
– At kunna hugsavna seg meiri
um fótbóltin og at eg havi fingið
so góðar vinir, sum eg havi. Eg
kenni meg vælkomnan allastaðni,
og tað er deiligt, tá ið ein er burtur
heimanífrá. Felagslívið í B36 er
kanóngott at vera ein partur av.
Hvat er størsti munurin á
Føroyum og Danmark?
– Veðrið. Tað kunnu vera allar
fýra árstíðir ein og sama dag.
Heglingur, kavi, regn og sól. Men
vakurt er tað veruliga!
Vikan ið fór
Føroyka U19 landsliðið
luttekur í Women’s Trophy-
kappingini, sum er í Tblisi
í Georgia. Føroyska liðið
vinnur stórt til finaluna, sum
verður vunnin á Georgia.
Maria Sharapova boðar frá,
at hon er tikin fyri doping.
Dopingroyndin, sum er tikin til
Australian Open kappingina,
inniheldur meldonium, ið
bleiv bannað um ársskiftið.
Pál Vitalis Joensen vinnur
kapping í Edinburgh, og
luttekur av tí sama ikki á
fyrsta FM á langgeil. Hetta
er ein liður í at røkka OL í
Rio komandi summar.
38 ára gamli Fróði Benjaminsen
finnur gaggurnar fram, og
ger nýggjan sáttmála við
HB. Hann boðaði í fjør frá,
at hann fór at gevast, men
tekur nú eitt ár afturat í HB.
Dómarafelagið og FSF eru í
orðadrátti, eftir at formaðurin
í dómaranevndini hjá FSF
letur illa at ávaringini hjá
dómarafelagnum um verkfall.
Partarnir hava gjørt fyribils
avtalu frá til 3. apríl.
Kaj Leo í Bartalsstovu
byrjar á fyrsta sinni inn fyri
Dinamo Bukarest, tá felagið
í steypakappingini tapur
3-0 fyri Concordia Chiajna.
Gøtumaðurin kemur hóast
alt væl frá uppgávuni.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Leading er nýggjasta bókin
hjá Sir Alex Ferguson. Bókin er
ein blanding av leiðslu ráðum og
endurminningum hjá Sir Alex
Ferguson frá yrkisleiðini sum
venjari. Skotin er eitt eindømi í
nýmótans fótbólti, har feløg skifta
venjara upp til eina ferð um árið.
Sir Alex Ferguson stóð við sum
venjari hjá Manchester United í 26
ár, har hann millum annað vann 13
meistaraheiti.
Tó situr tú eftir við eini kenslu,
at tú sleppur ikki heilt framat Sir
Alex Ferguson og hansara leiðara
hátti.
Bókin er bygt upp soleiðis at
Sir Alex fortelur um eitt øki av
leiðslu á gangin. At kalla øll ráð
verða undirbygt at avgerðum hjá
honum – bæði góðum og minni
góðum. Tað merkir so samstundis,
at tú lesur eina bók, sum í nógvar
mátar er ein lummafilosofi best
vinnandi venjaranum í Premier
League. Mín spurningur er hvussu
nógv onnur fáa brúkt tey ráðini.
Tá tú sum eg, hevur fylgt
Sir
Alex
Ferguson
gjøgnum
hansara yrkisleið, so siti eg við
somu kenslu, sum tá eg læs
endurminningirnar hjá honum.
Eg veit tað mesta og føli ikki, at
eg fái so nógv eyka. Tað er eitt
sindur tað sama her, men bókin
er væl skrivað og góður lesnaður
fyri ein venjara, deildarleiðara og
fótbóltsfjeppara.
Ein forkláring er helst, at
tað er ikki so djúpt og torført at
verða ein leiðari. Tað er kanska í
veruleikanum eitt sindur einfalt,
men tú skal verða sinnaður at liva
sum ein leiðari. Tað var Sir Alex
Ferguson. At hann so heldur, at
Manchester United kundi vunnið
Champions League í 2009 og 2011
á Barcelona, tað má hann um – tað
haldi eg ikki!
LES HANA UM: Tú er ein venjari,
deildarleiðari, ella ein Sir Alex fan
IKKI LESA HANA UM: Tú væntar
at kunna reka eina fyritøku aftaná
HVUSSU ER HON AT LESA: Bókin
er greið og væl skrivað
HVAT SIGUR TÚ? Verd at lesa,
men ikki eta øll ráðini rátt
trondur@sosialurin.fo
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarhendingar og onnur ítróttarlig tiltøk…
★★★★★★
FAKTA Sir Alex Ferguson er í dag 74 ára gamal og er umboðsmaður fyri Manchester United. Hann er mangan at síggja til dystir hjá felagnum,
men sigur í bókini, at hann ongantíð hevur verið freistaður at taka við aftur, hóast gongdin hevur verið minni góð
Atli Gregersen vísandi til Fróða Benjaminsen og
styrkina hjá HB í samrøðu við Kringvarpið
Maria Sharapova um ákoyringar, at hon bleiv ávarað
um at Meldonium nú er á dopinglistanum
– Tá tú kanst skifta ein mann inn, sum
hevur spælt 85 landsdystir
– Eg havi ongar umberingar, men tað passar
ikki at eg bleiv ávarað fimm ferðir
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sebastian Pingel
Aldur: 22
Ítróttur: Fótbóltsspælari (B36)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Minnist tú enn hvussu nýggi FIFA forsetin eitur?
2 Hvussu eitur pápi B36 spælaran, Sebastian Pingel, sum á
sinni skoraði móti Føroyum við danska landsliðnum?
3 Úr hvørjum landi kemur Maria Sharapova?
4 Hvør skoraði hattrik fyri Giza/Hoyvík í 1. umfari í 1.
deild?
5 Hvar hevur FM fyri tey ungu í flogbólti verið um
vikuskiftið?
6 Hvat er tað mesta tú kanst fáa í dart við trimum pílum?
7 Hvussu langur er hylurin í Páls Høll?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Gianni Infantino
2: Frank Pingel 3: Russlandi
4: Bjartur Kjærbo 5: Trongisvági/Suðri 6: 180
7: 50 metrar 8: Jógvan Skeel Nolsøe
Bókin:
Sir Alex Ferguson: Leading
ÍTRÓTTAR UMMÆLI