Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Tað er ótrúliga óheppið og harmiligt, at ein misskiljing, torførur mailur og ein vandaleys tablett skuldi fella russisku tennis stjørnuna, Mariu Sharapova. Hon er sjálvandi ósek í øllum, og kundi ikki funnið upp á at tikið nakað, sum er til hennara fyrimun. Hetta er jú alt ein misskiljing – ella tað roynur Maria Sharapova at fortelja okkum, meðan hon av øllum alvi roynur at bjarga stuðulsvtalunum, sum hon hevur við eitt nú Nike og Porsche. Eg loyvi mær bara at ivast, um veruleikin nú ikki hevur meiri kant enn so. Eitt topp-ítróttarfólk, sum hevur stuðulsavtalur fyri fleiri hundrað milliónir, ið ikki lesur upp á dopinglistan. Eg havi hug at siga, at tað kundi hon gjørt millum mynda­ tøkurnar. Eg havi eftirhondini lisið meg eitt sindur klókan upp á undan­førslurnar, tá tað kemur til doping. Vit kenna øll Lance Armstrong, ið avsannaði líka til tað seinasta. Tættast upp á okkum hava vit Sun Yang, sum hevur heimsmet á 1.500 metra teininum, ið Pál Vitalis Joensen svimur. Kinesiski svimjarin svimur so skjótt, at hann onkuntíð svimur skjótari enn í 1.500 metra svimjing, enn aðrir gullvinnarar klára á styttri teinum. Sun Yang bleiv síðani fangaður í eini dopingroynd, og nú vísti tað seg, at hann hevði ein hjartafeil, ið ger at hann má taka heilivág. Ja, hjartafeil! Maðurin, sum er heimsinsskjótasti nakrantíð á 1.500 metrum hevur hjartafeil. Hetta minnur ikki sørt um Lance Armstrong, sum á ótrúligan hátt vann Tour de France sjey ferðir upp í slag, eftir at hann hevði havt krabbamein. Fræslur ítróttur liggur í skeljasor, eftir fleiri avdúkingar seinnu árini. Rennarar úr Kenja, sum fylla seg við EPO og russisk ítróttarfólk, sum verða systematisk dopaði við eitt nú vakstrarhormonum. Tað er av stórum týdningi, at altjóða doping mynduleikin, WADA, saman við øðrum fáa tamarhald á støðuni sum skjótast, ella verður doping høvðusevni til OL í Rio í summar. Eg ynski Mariu Sharapova alt gott. Hon er eitt fríksligt íkast saman við Caroline Wozniacki, sum topp-ítróttarfólk við persónligheitum – men eg keypi ikki umberingarnar, tá tað kemur til doping. trondur@sosialurin.fo Stakkals Maria KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Heini Vatnsdal er einasta navnið, sum fyllur eitt sindur meiri í myndini enn vanligt. Kraftmikli miðvallarin hevur ikki verið í landsliðshitanum í eina tíð, men hevur nú funnið seg til rættis í Fremad Amager, har hann spælir fast. Tað hevur fingið Lars Olsen, landsliðsvenjara, til at úttaka miðvallaran, sum hevur verið sæddur sum langtíðaravloysarin hjá Fróða Benjaminsen, ið er givin á landsliðnum. Viljormur Davidsen er skaddur og verður ikki við. Vinstri bakkurin, sum spælir við Vejle, hevur havt fast pláss á vinstra bakki, men verður helst avloystur av Gilla Sørensen, tí ongin beinleiðis vinstri bakkur er úttikin. Teir 19, ið Lars Olsen hevur boðsent, eru hesir: Gunnar Nielsen, FH (Ísland) Teitur M. Gestsson, HB Tórður Thomsen, B36 Jónas Þór Næs, B36 Atli Gregersen, Víkingur Bárður Hansen, Víkingur Jóhan Troest Davidsen, HB Sonni Ragnar Nattestad, FH (Ísland) Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (Danmark) Róaldur Jakobsen, B36 Sølvi Vatnhamar, Víkingur Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (Danmark) Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest (Rumenia) Hallur Hansson, Vendsyssel FF (Danmark) Brandur H. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark) Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark) Klæmint A. Olsen, NSÍ Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (Danmark) trondur@sosialurin.fo ONGIN JOKARI HB FIMM SPÆLARAR Á U21 LANDSLIÐNUM Tróndur Arge Bill Mc.Leod Jacobsen hevur úttikið U21-landsliðshópin til dystirnar ímóti Týsklandi og Eysturríki, sum verða seinni í mánaðinum. 24. mars spæla Týskland og Føroyar á Volksbank Stadion í Frankfurt, og fimm dagar seinni skal føroyska liðið spæla á Generali Arena í Wien, har eysturríkar eru vertir. Nýggir í hópinum eru Teit jacobsen og Ari Mohr Olsen. Samstundis er hetta fyrsti dystur hjá Hørði Askham, ið ikki hevur verið tøkur vegna skaða síðani seinasta dystin í 2014, tá Føroyar vunnu 1-0 á Montenegro, við máli sum Ári Mohr Jónsson skoraði. Til dystin móti Týsklandi verður Bill Mc.Leod Jacob­sen tó noyddur at síggja burtur frá Benjamin Heine­sen, ið er leik­bannað­ur, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki verður við ímóti eystur­ríkarum, men verður tá ístaðin partur av A-landsliðnum. Í hesum sambandi hevur Bill Mc.Leod Jacobsen, venjari úttikið hesar 20 spælararnar: Fríði Sigurðsson, B68 Elias Rasmussen, Víkingur Leivur Joensen, ÍF Ári Mohr Jónsson, HB Andrias H. Eriksen, B36 Sonni Ragnar Nattestad, FH (Ísland) Hørður Askham, B36 Bartal Wardum, HB Magnus Egilsson, HB Gestur B. Dam, B36 Jonas Gejel Hansen, FC Helsingør (Danmark) Hákun Edmundsson, B68 Benjamin Heinesen, B36 Betuel Hansen, Silkeborg IF (Danmark) Jóannes Bjartalíð, KÍ Patrik Johannesen, AB Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark) Jákup Thomsen, FC Midt­ jylland (Danmark) Ari Mohr Olsen, HB Teit Jacobsen, HB trondur@sosialurin.fo Lars Olsen hevur úttikið 19 spælarar, sum skulu við til venjingardysti móti Liktinstein Marbella leikvøllinum í suðurspania 28. mars Ari Mohr Olsen og Teit Jacobsen eru nýggir á U21 landsliðnum, sum skal takast við Týskalnd og Eysturríki