mánadagur 14. mars 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Vilmund Jacobsen
Í
desember 2015 keypti Bergfrost
teir seinastu tunlarnar, tunnil 4 og
2 og miðgongdina til allar fimm
tunlarnar frá Fuglafjarðar kommunu.
Frammanundan hevur felagið keypt
tunlarnar 5, 3 og 1, og eigur Bergfrost
nú allar fimm tunlarnar, sum Fugla
fjarðar kommuna í sínari tíð bygdi.
Símin Pauli Sivertsen er stjóri í
Bergfrost, og hann er eisini umsiting-
arleiðari hjá felagnum Framherja.
– Teir tríggir fyrru tunlarnir, 5, 3 og
1, vórðu keyptir fyri 8 miljónir krónur,
og nú hava vit keypt tunnil 4 og 2
umframt miðgongina fyri 7 miljónir
krónur.
Stór arbeiði
Stjórin vísir á, at Havsbrún hevur
leigumál í tunli 4 og 2, men flytir
vænt-andi út í juni mánaði í ár. Hesir
seinastu tveir tunlarnir hava ongar
frysti-instalatiónir, men eru brúktir
sum goymslutunlar til vørur hjá Havs
brún.
– Tá Havsbrún flytir út, fara vit
beinanvegin í holt við at rigga hesar
báðar tunlarnar til frysting. Tað er
eitt stórt arbeiði, sum skal gerast,
og byrjað verður við at vaska. Hetta
verður rættiligt stórvask. Tá tunlarnir
eru vaskaðir, skulu teir skrótast, sum
tað verður rópt. Hugt verður eftir
loftinum fyri at tryggja, at alt er í lagi.
Tá alt hetta er gjørt, verða tunlarnir
turkaðir og síðan málaðir hvítir innan.
Símin Pauli Sivertsen sigur, at tað
er ikki fyrr enn alt hetta er gjørt, at
farið verður í holt við instalatiónirnar,
sum skulu verða í tunlunum og mið
gongini.
– Maskinrúmið, sum er, verður nak
að útbygt, rør skulu leggjast, og blás
arar og fordamparar skulu setast upp.
Millum tær størstu
Stjórin væntar, at øktu frystimøguleik
arnar hjá Bergfrost verða klárir at taka
í nýtslu einaferð í 2017.
– Verandi goymslukapasitetur í
frystitunlunum 1, 3 og 5 liggur um
15.000 tons, og tá tunnil 2 og 4
umframt partur av miðgongini verða
liðug at taka í nýtslu, fer goymslu-
kapasiteturin at tátta í tilsamans
25.000 tons.
Símin Pauli Sivertsen væntar, at
goymslukapasiteturin hjá Bergfrost,
tá útbyggingin er liðug, fer at teljast
millum størstu goymslur til fisk í
norðurlondum.
– Umframt at hetta fer at geva
okkum øktar og nýggjar møguleikar,
fáa vit eisini rúm inni í tunlunum fyri
umplattingarhøll, eins og pláss verður
fyri truckunum inni í tunlinum.
Í fjør fóru umleið 130.000 tons
inn og út úr frystitunlunum, men
Bergfrost hevur ikki havt tað pláss til
frysting, sum ynskiligt hevur verið.
– Av nýggjum og øktum virksemi
her í Fuglafirði er serliga virksemið
hjá P/F Pelagos, sum krevur stóran
goymslukapasitet. Áður megnaðu vit
eisini at servisera eitt nú russiskar
trolarar, men hetta hevur ikki borið
til við verandi frystitunlum og økta
eftirspurninginum eftir frystikapasi
teti.
Eisini útlendingar
Símin Pauli Sivertsen sigur, at nú
Bergfrost fær nýggjar møguleikar við
øktum frysti- og goymslukapasiteti,
ætlar felagið at fáa fatur aftur á út
lendskum skipum, sum kundu hugsað
sær at lagt fiskavørur upp í Fuglafirði.
– Hugskotið er, at tá russisku trol
ararnir koma til lands, skal ikki verða
neyðugt hjá teimum at bíða eftir
farmaskipi. Tá kunnu teir leggja fiska-
vørurnar upp her í Fuglafirði og fara
aftur til fiskiskap.
Stjórin sigur, at í sínari tíð var so
stórur eftirspurningur eftir frysti
kapasiteti, at hann – um hann vildi –
saktans kundi fylt alla goymsluna við
fiski hjá eitt nú russiskum trolarum.
– Málið við okkara útbygging
er at kunna bjóða bæði føroyskum
og útlendskum virkjum og skipum
goymslupláss, sigur Símin Pauli
Sivertsen, sum vísir á, at Bergfrost
leggur stóran dent á at veita viðskifta
feløgum eina góða og álítandi tæn
astu.
Tá viðskiftafeløg skulu hava vørur
út úr tunlunum hjá Bergfrost, senda
tey ein teldupost og biðja um at fáa
vøruna út.
– Vit hava nógv viðskiftafeløg, og
inni í tunlunum er vøran hjá hvørjum
felag sær neyvt uppdeild, so eingin ivi
er, tá vøran verður umbiðin. Soleiðis er
tað heldur eingin trupulleiki hjá okkara
arbeiðsfólki at finna røttu vøruna og
neyvt at avgreiða bíleggingina, sigur
stjórin í Bergfrost, Símin Pauli Sivert
sen.
Goymslan hjá Bergfrost
verður 25.000 tons
Símin Pauli Sivert
sen, stjóri í Berg
frost, væntar, at
goymslukapasitet
urin hjá Bergfrost, tá
útbyggingin verður
liðug í 2017, fer
at teljast millum
størstu goymslur til
fisk í norðurlondum
Henda myndin vísir, hvussu tunlarnir hjá Bergfrost, eru sprongdir inn í benið
– Vit leggja stóran dent á at veita
viðskiftafeløgum eina góða og
álítandi tænastu, sigur stjórin í
Bergfrost, Símin Pauli Sivertsen