Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 14. MARS 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen M agnus Midjord er formaður í havnarnevndini hjá Fugla­ fjarð­ar kommunu, og havnar­ nevndin fevnir nú eisini um tað, sum vinnunevndin áður hevði við at gera. – Tað hendir nógv á havnarlagnum í Fuglafirði, og soleiðis hevur verið í fleiri ár. Vit hava fingið eitt stórt uppsjóvarvirkið úti á havnalagnum. Havsbrún hevur latið borað tveir goymslu­tunlar. Arbeitt verður við at leingja Pelagos-bryggjuna við 60 metrum inn eftir, soleiðis at Fugla_ fjørður nú kemur at hava 240 metrar bryggjukant við djúphavn. Haraftrat koma teir umleið 22 metrarnir út eftir innara enda á djúphavnini og kant­ urin framvið sjálvum endanum, har Havsbrún ætlandi fer at byggja stóra goymsluhøll. Vinnunevndarformaðurin sigur, at aftrat hesum hevur verið fylt út og planerað syðst á havnaøkinum og uttan fyri oljugoymsluna, har Vón­in skal byggja sítt nýggja og stóra virk­ semi. Byggja nýtt Magnus Midjord vísir á, at nýggi bygn­ ingurin hjá Vónini verður rættiliga stórur - ja, einar 100 metrar langur. – Vit hava ikki strongt á at fáa Vón­ina at byggja, nú virksemið á havnarlagnum hevur verið so stórt, og nógv koyring hevur verið aftur og fram. Men, nú skuldi planeraða økið hjá Vónini verið klárt, og tað passar okkum væl, nú goymslutunlarnir hjá Havsbrún eru boraðir. Tað er Framherji, sum hevur keypt gomlu hølini hjá Vónini. Magnus Midjord sigur, at Fugla­ fjarð­ar kommuna er í samráðingum við Havsbrún um, hvussu teirra goymslu­bygningur kann plaserast niðri á havnarlagnum. – Samskifti hevur verið aftur og fram, og eg ivist onga løtu í, at vit skjótt fara at koma ásamt um eina loysn. Sum kommuna noyðast vit eisini at hugsa um farleiðina og trygdina, og tí kann nýggi bygningurin hjá Havsbrún ikki byggjast so langt oman, at koyrandi ikki er fram við bryggjukantinum. Um bryggjukantin Formaðurin í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu sigur, at samstundis, sum djúphavnin nú verður 60 metrar longri, fær Fuglafjørður eisini nógv betri umstøður til bingjur og avskiping av fiskavørum. – Tað er eingin loyna, at okkara ynski er, at alt, sum verður avskipað úr Fuglafirði, fer um bryggjukantin – og ikki á trailarum eftir vegnum. At avskipa eftir vegnum gevur nógva tunga ferðslu gjøgnum vakra mið­ býin í Fuglafirði, og tað haldi eg er ógvuliga óheppið. Haraftrat kemur, at Fuglafjarðar havn missir inn­tøkur av vørugjaldi, tá avskipingin fer eftir vegnum á trailara og ikki um bryggju­ kantin, sigur Magnus Midjord, vinnu­ nevndar­formaður hjá Fuglafjarðar komm­unu. Fuglafjørður fær nógv betri umstøður á havnarlagnum – Okkara ynski er, at alt, sum verður avskipað í Fuglafirði, fer um bryggjukantin - og ikki á trailarum. At avskipa eftir vegnum gevur nógva tunga ferðslu gjøgnum vakra miðbýin. Fuglafjarðar havn missir eisini inntøkur av vørugjaldi, tá avskipingin fer eftir vegnum og ikki um bryggjukantin, sigur Magnus Midjord, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu - Tað hendir nógv á havnarlagnum í Fuglafirði, og soleiðis hevur verið í fleiri ár, sigur formaðurin í vinnunevndini, Magnus Midjord Mynd: Birgir W. Høgnesen Hóast Fuglafjørður skjótt hevur 240 metrar av djúphavn, er mangan trongt inni á vánni, tá stóru skipini koma á Fuglafjørð Mynd: Jóannes S. Hansen