Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 14. MARS 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen Kavarafyritøkan hjá Høgna Kjeld í Fuglafirði, Green Marine, byrjaði sítt virksemi við eitt nú at reinsa botnin á skipum, meðan tey lógu á sjónum. Haðani stavar navnið »green« við tað, at minni maskinorka verður brúkt, tá skipini eru rein – og minni orka og minni oljunýtsla, merkir samstundis rein­ari umhvørvi. Sum árini eru gingin, er Green Marine vorðið ein alsamt størri part- ur av havnaútbyggingum, viðlíka­ halds­arbeiði og tænastuveitingum til havna­løg. Seks mans Høgni Kjeld sigur, at seks mans eru í starvi hjá felagnum, og nógv tann mesta tíðin og orkan í dag fer til havna­byggingar. – Fasti staburin í løtuni telur seks mans, men tá neyðugt er við størri kapasi­teti, leiga vit kavarar eftir tørvi. Green Marine, sum hevur eitt ógvu­ liga gott samstarv við fleiri entre­ prenørar, borar, spreingir, sveisar, sker jarn og stoypir, og ein afturvendandi tænastuuppgáva hjá fyritøkuni er at skifta sink á skipsskrokkum og í havna­løgum móti teringi. – Uppgávurnar hava verið nógv­ ar og ymiskar, og ein var sum undir­ veitarar hjá RTS Contractors at leggja slangu um Skálafjørðin. Slangan varð løgd niður á umleið 55 metra dýpi, og aftan á varð hon filmað, sigur Høgni Kjeld. Havnabyggingar Green Marine er við í útbyggingini av havnalagnum í Fuglafirði, har teir eru undirveitarar hjá J&K Petersen, ið stendur fyri hesum arbeiði. Hetta er ein størri útbygging, har sjálv at­ løgu­síðan verður longd við 60 metrum niður á í minsta lagi 12 metra dýpi. – Her hava vit verið næstan síðan byrjan fyri umleið hálvum øðrum ári síð­an, sigur Høgni Kjeld. Fyritøkan hjá honum ger eisini ymis­k­ar viðlíkahaldsuppgávur á havna­lagið annars fyri Fuglafjarðar komm­unu. Green Marine arbeiðir í løtuni eisini fyri Bakkafrost á Glyvrum, har ein minni partur skal byggjast út í sjógvin – líka sum inn ímóti Glyvra kirkju. – Vit reinsa botnin, og her gera vit eisini stoypiarbeiði sjálvir. At stoypa er eisini ein partur av okkara virksemi, leggur Høgni Kjeld aftrat. Eisini í Grønlandi Green Marine hevur eisini arbeitt í Grøn­landi, og her verður væntandi farið í gongd aftur í mai. Í Grønlandi hava teir serliga verið partur av havna­byggingum. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Green Marine og Høgna Kjeld kunnu ringja á tlf. 770060. Green Marine arbeiðir undir vatni – Vit bora, spreingja, sveisa, skera jarn og stoypa, og ein afturvendandi tænastuuppgáva er at skifta sink á skipsskrokkum og í havnaløgum móti teringi, sigur Høgni Kjeld, sum samstarvar við fleiri entreprenørar – Eg eri góðkendur av Kirby Morgan at servisera teirra kavarahjálmar, sigur Høgni Kjeld, sum eigur og rekur kavarafyritøkuna, Green Marine Vilmund Jacobsen Miðnámsskúlin á Kambsdali er eitt velduga stórt arbeiði, sum byggi­fyri­ tøkan Heildarverk hevur lagt eftir seg. Nú líður móti endanum, og ætlanin er, at alt arbeiðið skal verða liðugt út á summarið. Umframt tað stóra arbeiði, sum er gjørt framman fyri skúlan - ella við at binda »hestaskógvin« saman, sum onkur vildi sagt – skal Heildarverk eisini byggja umleið 300 fermetrar upp í skúlan á teirri síðuni, sum ikki sæst frá høvuðsvegnum. – Tað, sum vit skulu byggja uppí her, fevnir um einar 300 fermetrar í einari hædd, og hetta skal brúkast til eina kreativa deild, tónleikastovu og annað. Vit eru byrjaðir at stoypa fundamentir, og síðan verður farið í gongd við sjálva uppíbyggingina. Tað sigur Tórfinn Nón, tá Viku­blað- ið í síðstu viku vitjaði í Fugla-fjarðar komm­unu. Stór útbygging At miðnámsskúlin hevur verið fyri stórari útbygging og partvís umbygg­ ing, sæst, tá tú kemur á skúlaøkið. Høgi bygningurin er umsitingar­ byg­ningur í tveimum hæddum á 150 fermetrar hvør hæddin. Síðan eru hølir til lærarafyrireiking og stórt bókasavn – ella miðlasavn, sum tað verður rópt – á umleið 390 fermetrar. – Umframt arbeiðið við uppí­ bygg­ing, hava vit eisini umbygt inni í verandi skúla, har onkrar eyka skúla­ stovnur eru komnar. Vit hava bygt millumgongir, og vit hava bygt eina stóra gongubrúgv, ið líka sum bindir báðar skúlarnar saman. Tórfinn Nón sigur, at Heildarverk hevur brúkt at kalla alla sína orku á Kambsdali, nú henda stóra verk­ætl­ anin hevur verið fyri. – Vit hava verið einir 10-12 mans á byggiplássinum, og nú fara vit so eisini at brúka nakað av arbeiðsorku til uppíbyggingina hinumegin, har krea­ tiva deildin verður, sigur hann. Krevjandi bygging Tórfinn Nón ásannar, at nýbyggingin og umbyggingini á Kambsdali hevur sett rímiliga stór krøv til byggifyri­tøk­ u­na. – Her eru nógvar detaljur, og her eru nógvir krókar, sum hann tekur til. Hann vísir á, at fjør vetur royndist ógvuliga harðbalin, meðan teir annars vóru í holt við uttanduraarbeiði. - Nú gongur at kalla alt arbeiði fyri seg innandura, og tað ger, at veður og vindur ikki hava so stóran leiklut longur, sigur Tórfinn Nón, sum eisini fegnast um at hava góðar undir­ veitarar aftrat sær til ymisku upp­gáv­ urnar. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Heildarverk, kunnu ringja á tlf. 218949/ 219949. Nú nærkast endanum á Kambsdali Síðan á sumri í 2014 hevur byggifyritøkan Heildarverk í Fuglafirði, sum Tórfinn Nón og Jan Mohr eiga og reka, arbeitt við at byggja uppí og partvís umbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali Nú líður móti endanum við miðnámsskúlanum á Kambsdali Myndir: Birgir W. Høgnesen – Nýbyggingin og umbyggingini á Kambsdali hevur sett rímiliga stór krøv til byggifyritøkuna, sigur Tórfinn Nón hjá Heildarverk