mánadagur 14. mars 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Vilmund Jacobsen
T
ann 18. februar í ár vóru liðin
trý ár, síðani Norðoya Sparikassi
læt deild upp í Fuglafirði. Fólk,
vinnulív og kommunan vóru sera fegin
um aftur at hava ein peningastovn í
býnum.
Sum hesi trý árini eru liðin, er tað
vorðið meira náttúrligt fyri fuglfirð
ingar, fólk í grannabygdunum og í
Eysturoy sum heild, at peningastovnur
aftur er í Fuglafirði.
Norðoya Sparikassi er einasti
peningastovnur, sum hevur deild í
Fuglafirði, og stovnur og starvsfólk
eru sera væl móttikin.
Stuðla í økinum
Øllum kunnugt er Fuglafjørður lut-
falsliga stórur býur við ríkum vinnulívi
og ríkari mentan.
– Vit ynskja at vera sjónlig í økin
um. Tá Norðoya Sparikassi hevur fing
ið so góða undirtøku í økinum, ynskja
vit sjálvandi eisini at geva nakað aftur
til okkara viðskiftafólk.
Tað sigur Marner Mortensen, stjóri
í Norðoya Sparikassa.
Sum dømi um, at sparikassin virð-
ismetir ítróttin og tað arbeiði, sum lagt
verður í ítróttar-og mentanarvirksemi,
vísir stjórin á, at sparikassin er stuðul
hjá ÍF Flogbólti, sum fyri stuttum
gjørdist steypavinnari.
– Á trý ára stovningardegnum hjá
deildini í Fuglafirði undirskrivaðu vit
lýsingaravtalu við Effo-liðið í fótbólti
hjá ÍF.
Marner Mortensen leggur aftrat,
at Norðoya Sparikassi eisini hevur
stuðlað fimleiki og øðrum mentanar
ligum tiltøkum í Fuglafirði.
Ein lítil familja
Á deildini hjá Norðoya Sparikassa í
Fuglafirði starvast í løtuni trý starvs
fólk, Poul Jákup Mohr, sum er leiðari,
Heri Lamhauge og Mary-Jana á
Reynatrøð.
Í januar í ár byrjaði Kristian Peter
sen, sum eisini er fuglfirðingur, í starvi
hjá Norðoya Sparikassa.
Kristian Petersen er royndur í leik
um. Hann byrjaði í Føroya Banka í
1977 og starvaðist har í 25 ár. Eitt
nú var hann leiðari á deildini hjá bank-
anum í Klaksvík í níggju ár.
Seinastu fimm árini hevur Kristian
Petersen, sum eisini hevur havt sína
starvstíð í Eik Banka umframt øðrum
peningastovnum, verið stjóri í P/f
Fiskaaling.
– Síðani eg byrjaði í Norðoya Spari
kassa, havi eg følt, at hetta er eitt gott
arbeiðspláss við fittum og dugnaligum
starvsfólkum. Mínar royndir higartil
eru, at starvsfólkahópurin í Norðoya
Sparikassa meira kennist sum ein
lítil familja, ið vil gera sítt til at veita
viðskiftafólkum hollastu og bestu
tænastu, sigur Kristian Petersen.
Allar tænastur
Deildarleiðarin í Fuglafirði, Poul Jákup
Mohr og Ann Viktorsdóttir Stauss,
sum starvast á marknaðardeildini hjá
Norðoya Sparikassa, byrjaðu bæði í
starvi í 2007.
Poul Jákup Mohr vísir á nógva
virksemi í Fuglafirði, og at økið tí er
rættiliga attraktivt.
– Tað er næstan ómøguligt at fáa
fatur á einum húsum í Fuglafirði. Tá
hús verða sett til sølu, verða tey sum
oftast seld ógvuliga skjótt. Seinastu
tíðina hava vit eisini merkt, at fólk
vilja byggja nýtt.
Ann Viktorsdóttir Stauss á markn-
aðardeildini hjá Norðoya Sparikassa
sigur, at stovnurin, sum er hin elsti
peningastovnurin í landinum, stovn
aður 24. september í 1919, hevur
allar tær tænastur, sum ein peninga-
stovnur bjóðar.
– Á heimasíðu okkara – www.ns.fo
– kann lesast um tænastur okkara og
møguleikar annars. Fólk eru eisini
altíð vælkomin at seta seg í samband
við okkum á tel. 475000, sigur Ann
Viktorsdóttir Stauss.
Norðoya Sparikassi
vorðin natúrligur
partur av Fuglafirði
– Sum hesi trý árini eru liðin, er tað vorðið meira náttúrligt fyri fuglfirðingar, fólk í
grannabygdunum og í Eysturoy sum heild, at peningastovnur aftur er í Fuglafirði
Ann Viktorsdóttir Stauss,
marknaðarfólk, Mary-Jana
á Reynatrøð, kundaráðgevi,
Kristian Petersen (nýggjur í
starvi) og Poul Jákup Mohr,
leiðari á deildini hjá Norðoya
Sparikassa í Fuglafirði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Síðani eg byrjaði í Norðoya Sparikassa, havi eg
følt, at hetta er eitt gott arbeiðspláss við fittum
og dugnaligum starvsfólkum. Mínar royndir
higartil eru, at starvsfólkahópurin í Norðoya
Sparikassa meira kennist sum ein lítil familja,
ið vil gera sítt til at veita viðskiftafólkum
hollastu og bestu tænastu
Kristian Petersen