Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 14. MARS 2016 21 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen Fyritøkan Klima.fo er stovnað av Jens Kristiani Haraldsen í 2004. Tey fyrstu árini arbeiddi hann sjálvstøðugur fyri at byggja fyritøkuna upp innan eitt mest sum óroynt øki. Klima.fo fekst mest við at eftirhyggja gamlar hitaskipanir og ventilatiónir, men so við og við komu fleiri størri arbeiðir, samstundis sum at starvsfólkatalið vaks. Tað fyrsta stóra arbeiði var um- og útbygging av Kvívíkar skúla, ið var ein stór uppgáva at taka á seg. Síðan hevur Klima.fo gjørt nógv stórarbeiðir, bæði nýgerðir og umbyggingar. Í hesum sambandi kunnu nevnast arbeiði sum eitt nú Løgtingshúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Skúlan við Løkin, Skúlan við Løgmannabreyt, Ósáskúlan og nýggja skúlan á Argjahamri. Klima.fo er í dag ein leiðandi fyritøka í Føroyum innan stýring av ventilatión og inniluft. Í samrøðu við Vikublaðið sigur eigarin, Jens Kristian Haraldsen, at hann í løtuni hevur einar 7-8 mans í arbeiði. – Vit eru gjarna undirveitarar hjá hvs-fyritøkum, tá ræður um stórar verkætlanir. Vit gera allan automatikkin, talvur og annað, soleiðis at alt verður stýrt á teldu. Jens Kristian Haraldsen sigur, at millum stóru verkætlaninar, sum Klima. fo hevur verið við í seinnu árini, er eitt nú nýggi Bank Nordik-bygningurin og Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju. – Klima.fo hevur serliga elektrikarar og maskinmeistarar í starvi, sigur eigarin, ið sjálvur er útbúgvin elektrikari og el-instalatørur. Í løtuni er Klima.fo partur av verkætlanini at byggja upp í miðnámsskúlan á Kambsdali, har byggifyritøkan Heildarverk eigur arbeiðstøkuna. – Vit eru eisini við í stóru verkætlanini á Bakka, har stóra laksavirkið verður bygt, sigur Jens Kristian Haraldsen. Klima.fo leiðandi innan stýring av ventilatión og luft – Vit eru gjarna undirveitarar hjá hvs-fyritøkum, tá ræður um stórar verkætlanir. Vit gera allan automatikkin, talvur og annað, soleiðis at alt verður stýrt á teldu, sigur eigarin av Klima.fo, Jens Kristian Haraldsen Bið um matin frá okkum Toftag. 1 · Fuglafjørður · Tel. 444081 · Fartel. 241081 · Fax. 444954 vit koyra út har landfast er Heitar rættir – tað besta av tí besta RESTAURANT MUNTRA 45 ÁR 6. MAI