mánadagur 14. mars 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Vilmund Jacobsen
Í
desember síðsta ár keypti KJ
Hydraulik bygningin, sum Havnar
Timburhandil seinastu árini hevur
átt á Kambsdali.
– Vit fara at brúka bygningin til
goymslu av stórum tingum, eitt nú
motorum, kranum, stórum kveylum
av slangum og ymiskum øðrum, sum
vit hava í okkara vøruútboði.
Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ, sigur,
at sølubúðin, sum eisini verður í hes
um bygningi, fer ikki at líkjast tí, sum
Havnar Timburhandil hevði á Kambs
dali.
– Tað eru heilt onnur og størri ting,
sum vit hava í okkara vøruútboði, og
hareftir verða goymsla og sølubúð
sjálvsagt.
KJ hevur í fleiri ár leigað seg inn í
hølum, sum Havsbrún eigur á Kambs
dali, og nú Havsbrún skuldi brúka hesi
høli, passaði tað KJ væl, at timbur-
handilin kundi keypast.
– Okkum dámar bygningin, sum vit
hava keypt frá Havnar Timburhandli,
sera væl, og vit halda, at hann er sum
»stoyptur« inn í okkara konsept.
Tey stóru tingini
Ólavur A. Olsen sigur, at vørugoymslan
hjá KJ í fyrsta lagi er ætlað virksem
inum hjá fyritøkuni og teimum mongu
viðskiftafólkum, feløgum og komm
unum, sum KJ hevur.
– Vit hava nógvar kommunur,
entreprenørar, maskinverkstøð og
veitarar annars sum viðskiftafólk,
bæði her í nærumhvørvinum, Klaksvík
og út eftir Skálafjørðinum, og vit
ynskja at veita eina so góða tænastu,
sum yvirhøvur tilber.
Hann sigur, at á vørugoymsluni hjá
KJ finst ein hópur av øllum maskin-
tekniskum og hydrauliskum lutum til
vinnuna.
– Vit hava alt frá fýra tummarørum
til stórar uppsamlingstangar, sum eitt
nú verða brúktir í samband við vega
gerðir, havnaløg og aðrar stórar og
smáar verkætlanir.
Ólavur A. Olsen væntar, at goymsl
an og sølubúðin alment lata upp eina
ferð í apríl í ár.
Hjá KJ arbeiða tey eisini við øðrum
broytingum. Tá vørugoymslan, sum
hevur verið í høvðsbygninginum, flytir
út, fer niðara hæddin í bygninginum at
verða brúkt til hydrauliskan verkstað,
og síðan verða nakrar skrivstovnur
innrættaðar í ovaru hæddini.
– Smiðjubygningurin, sum stendur
her ovari, og sum er bygdur í 1987,
verður eisini bygdur út niðan eftir við
400 fermetrum, og her verður smiðju
parturin tvífaldaður, sigur stjórin.
Tveir alibátar
Í fjør hevði KJ sáttmála um tilsamans
seks alibátar.
– Higartil í ár hava vit sáttmála
um tveir, ein til Luna og ein til Marine
Harvest. Hetta verða samstundis
størstu alibátar, sum vit hava latið
byggja. Teir verða 15,50 metrar langir
og sjey metrar breiðir. Báturin til Luna
verður leveraður í august, og báturin
til Marine Harvest verður leveraður í
september. Hesi seinni báturin hevur
bygginummar 44.
Í februar fekk Bakkafrost eisini ein
alibát, sum KJ hevur latið byggja.
KJ Hydraulik byggir sínar aliringar
á Eiði, og tá mest hevur verið at gera,
hava fleiri mans verið til arbeiðis.
– Beint í løtuni er eitt sindur slakt
við aliringum, men tað fer at koma
aftur, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólav
ur A. Olsen.
KJ hevur keypt
timburhandilin
á Kambsdali
–Timburhandilin er sum stoyptur inn í okkara konsept, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur A. Olsen
KJ hevur keypt timburhandilin á
Kambsdali, sum verður brúktur
til vørugoymslu og sølubúð
– Timburhandilin passar
ógvuliga væl inn í okkara
konsept, sigur Ólavur
A. Olsen, stjóri í KJ
KJ leveraði ein alibát til
Bakkafrost í februar í ár, og
seinni í ár fáa Luna og Marine
Harvest hvør sín alibát