Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-14, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mars 2016síða 57

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 11 • 14. MARS 2016 25 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Loftbrúgvin komin fyri at vera Danjal av Rana Í desembur 2014 gjørdu Atlantic Airways, Norður­ landa­húsið, Menta­mála­ráðið og Tórs­havnar Kommuna eina sam­starvs­avtalu um eina loft­ brúgv, mynd­að eftir íslendsk­ ari fyri­mynd. Á einum øki skilir føroyska skipanin seg tó frá ís­ lendsku, tí í Føroyum er skipanin galdandi fyri all­ar lista­greinar og ikki bara tón­leikin. Endamálið er at veita lista­ fólkum ein stuðul til ferða­ seðlar, so tað gerst lættari hjá teimum at hava fram­førslur og -sýningar uttanlands. Fríggjadagin var nýggj av­ tala undir­skrivað. Avtalan frá desembur 2014 var ein roynd­ ar­ætlan, meðan nýggja avtalan er ein varandi trý ára avtala. Upp­hæddin er tó óbroytt, ein millión er sett av til at stuðla uttan­landsferðum hjá før­oysk­ um lista­fólkum. – Vit hava fingið 8 til 12 um­sóknir um mánaðin hetta fyrsta árið og hava goldið 362 ferðaseðlar. Til­samans hava vit nýtt eini 600.000 krónur, sigur Jóan Petur Hentze, trivn­aðar­ stjóri í Tórshavnar kommunu. Sam­bært honum eru tað fyrst og fremst tón­leikarar, ið hava nýtt til­boðið, men eis­ini onkur mynd­lista­fólk og bók­menta­ fólk. Í stuðulsnevndini sita um­ boð fyri Norðurlandahúsið, Tórs­havnar kommunu, Atlantic Airways og Menta­mála­ráðið. Tey møtast eina ferð um mán­ aðin at taka støðu til inn­komnu um­sóknir­nar. – Endamálið er fyrst og fremst at geva føroyskum lista­fólkum møgu­leikan at fara uttan­lands at luttaka á til­tøkum, og samstundis fremja før­oyska mentan og list uttan­ lands, sigur Jóan Petur Hentze. Hann er væl nøgdur við hetta roynd­ar­árið og heldur, at royndar­ætlan­in hevur eydnast væl. – Vit hava verið rættiliga strong við okkara viðgerðum av umsóknum í ár, men halda okk­ um hava havt ein góðan leist kortini. Nú fáa vit at síggja, um umsóknirnar fara at vaksa í tali, nú skipanin er vorðin varandi. Ein millión krónur hevur so víst seg at vera nokk fyribils, sigur Jóan Petur Hentze. – Tað kann vera, at vit fara at loysa eitt sindur upp fyri strongu av­mark­ingunum, sum eru í við­tøkunum, men tað velst um, hvussu nógvar um­sóknir koma. Um vit koma út móti heysti, og tað enn er pen­ingur eftir, kann hugs­ast, at vit vera eitt sindur laga­ligari at hava við at gera, sigur Jóan Petur Hentze. Ársins loftbrúgv Nevndin fyri loftbrúnna hevur valt at geva eina virðisløn til bestu um­sókn­ina um stuðul frá nevndini. Á tíðinda­fund­inum fríggja­dagin varð virðislønin hand­að Hamferð og Theodor Kapnas tók móti virðislønini vegna bólkin. Bólkurin søkti nevndina um stuðul til konsertferð sína í Týsklandi, Sveits og Fraklandi fyrr í ár. Nevdnin helt, at um­ sóknin og konsertferðin lýstu væl endamálið við loft­brúnni, har ungu limirnir í bólk­inum høvdu verið á for­kunn­ugari kon­sert­ferð í mið­evropa. Virðis­lønin er ein uttan­lands­ ferð til bólkin. Ein millión krónur um árið verður latin í ferðastuðuli til føroysk listafólk Aðalfundur Lýst verður til aðalfund í felagsskúlanum á Oyrarbakka 15. mars kl. 19. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Á fundinum verður eisini kunnað um verkætlanina viðvíkjandi Hvalastøðina við Áir. Ferðavinnan í Eysturoy Árni Olsen, marknaðarleiðari á Atlantic Airways, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum og Síf Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum. Theodor Kapnas úr Hamferð tekur móti heiðurinum fyri Ársins loftbrúgv