mánadagur 14. mars 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
26
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Stórar konsertir
í grannalagnum
ZZ Top á havnalagi
Amerikanski rockbólkurin ZZ Top er kanska líka kendur fyri stóru skeggini hjá oddamonnunum sum
fyri tónleikin, men teir spæla herligan rocktónleik og hava havt fleiri hitt. Bólkurin var stovnaður í
1969, og teir hava í 45 ár varðeitt upprunamanningina. Teir eru sterkir tónleikaliga og duga at brúka
eitt nú blues inni í teirra rockuniversi. Í summar eru teir á konsertferð í Europa og ein av konsertunum
verður hildin á havnalagnum í Aarhus tann 13. juli.
Nickelback í Globen
Tað verður stundum gjørt gjøldur við tónleikinum
hjá Nickelback, sum skal eitast at verða í so
lættisopparockur, men Nickelback dugir at seta
radiorock saman og fáa sangirnar út til ein stóran
skara av fólki. Í fjør hevði kanadiski bólkurin 20 ára
jubileum, og í ár kunnu teir upplivast á konsertum í
Europa. Teir spæla í fleiri av norðanlondum, og ein
av konsertunum verður í Globen í Stockholm tann
6. september.
Muse í Forum
Enski rockbólkurin Muse hevur við sínum stundum
sveimandi og melankolska og stundum ágangandi
og lívaliga rocktónleiki vunnið hjørtu kring allan
heimin, og á palli skulu teir verða framúr góðir.
Muse hevur á sínari europeisku konsertferð tvær
framførslur í Keypmannahavn. Teir spæla í Forum
tann 8. juni, og tann konsertin er longu útseld.
Eykakonsert er sett á skránna dagin eftir, og har ber
framvegis til at keypa atgongumerki.
Justin Bieber í Íslandi
Hann er ein av størstu poppstjørnum í heiminum í
løtuni, og seinastu tíðina er hann eisini farin at gera
enn betri poppsangir. Á stóru konsertferðini, sum
Justin Bieber er á, hevur hann sett Ísland á skránna.
Justin Bieber hevur tvær konsertir í stórari høll í
Kópavogi tann 8. og 9. September. Tað skuldi verið
ómakaleyst hjá føroyingum at gjørt eitt svipp yvir til
Íslands at hoyra Bieber á konsert.
Queensrÿche á Amager
Í 1998 kom Queensrÿche við útgávuni Operation:
Mindcrime, sum verður mett sum ein tann besta
konseptútgávan nakrantíð. Amerikanski rockbólkurin
hevur – meira og minni – verið virkin síðani 1982,
og teir hava víst góðan form á konsertum seinnu
árini. Í ár koma teir aftur til Europa at spæla, og
ein av konsertunum verður í føroyskum grannalagi
á Amager. Queensrÿche spælir í Amager Bio tann
2. september. Fyri tann skuld ber til at hita upp á
Oyrasundskolleginum.
Coldplay í Barcelona
Bretski superbólkurin Coldplay er á konsertferð
í summar, og nógvir føroyingar munnu longu
hava ognað sær atgongumerki til konsertir í
Keypmannhavn í juli. Men nú tað er blivið lættari
og meira vanligt at ferðast til Barcelona, kundi høvi
verið at uppliva Coldplay júst har. Bólkurin hevur
tvær konsertir á Estadi Olimpic í Barcelona – tað
verða 26. og 27. mai.
Rihanna á Wembley
Songkvinnan, sum er ættað av Barbados, fer á
stóra konsertferð í summar. Anti World Tour kallast
konsertferðin, sum eisini røkkur til norðanlond. Men
konsertin á legendariska Wembley Stadium í London
fer ivaleyst at verða ein av teimum mest minniligu.
Rihanna spælir á Wembley tann 24. juni.
Beyonce í Amsterdam
Amerikanska songkvinnan Beyonce telist millum stóru poppstjørnurnar í heiminum í løtuni, og
hennara konsertir eru verulig show, har tað ikki verður spart upp á nakað. Í summar verður Beyonce
á The Formation World Tour í Europa, og ein av konsertunum verður hildin í Amsterdam í Hollandi.
Hetta kundi verið eitt gott høvi at vitja hugnaliga hollendska høvuðsstaðin.
Mong gleða seg ivaleyst til lívliga føroyska summarið við alskyns tiltøkum, har tað ber til at uppliva konsertir við
føroyskum og útlendskum bólkum. Men nógv fólk eru eisini á ferð og leitað upp konsertir uttanlands. Eisini eru
tað tey, ið fara av landinum fyri at uppliva sín yndisbólk. Vit hava hugt í konsertskránna hjá nøkrum av teimum
bólkunum, sum eru á ferð í Europa komandi mánaðirnar og funnið onkur góð boð uppá stórar konsertupplivingar