mánadagur 14. mars 2016síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
28
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lena torir at syngja
um tað trupla
L
ena Ande2rssen gav fríggjadagin
út nýggja útgávu, sum er hennara
mest persónliga higartil.
Útgávan, sum kallast Eagle In
The Sky, leitar atur til barnaárini í
Kanada, sum vórðu merkt av einum
pápa, ið var bundin av rúsdrekka, og
har mamman arbeiddi náttarvaktir fyri
at fáa gerandisdagin at hanga nøkun
lunda saman.
– Lena Anderssen hevur ongantíð
verið bangin fyri at syngja um trupul
evni. Hon er ein reiðilig songkvinna,
ið vekir okkara hugflog og kenslur, tá
hon skrivar sangir. Lena letur innara
hurðina upp og vísir okkum á sínar
innastu kenslur. Hon er ein søgusigari,
har lívstreytir og tyngd ganga aftur í
songum hennara, ið verða væl virdir av
góðum og løttum tónaløgum sum hon
og Niclas Johannesen í tøttum sam¬
starvi gera í felag, skrivar Sosialurin í
ummæli um vikuskiftið.
Blaðið gevur útgávuni gott um
mæli og kallar hana gjøgnumførda
og tíðarleysa.
– Útgávan er eisini sera væl fram
leidd, har tað veruliga hoyrist, at tað
eru livandi menniskju aftanfyri hvønn
tóna á nýggju útgávuni, ið er tann
besta hjá Lenu Anderssen til dags
dato.
Sosialurin letur útgávui 4 av 5
stjørnum.
Stjørnur úr Danmark
Eisini í Danmark hevur Lena Andersen
fingið gott ummæli fyri nýggju útgáv
una.
Virda danska tónleikasíðan Gaffa
hevur ummælt Eagle In The Sky, og
ummælarin heldur, at Lena aftur
stendur sera sterk við sínum tónleik,
og nýggja útgávan er ein gjøgnumført
góð útgáva.
– Eagle In The Sky er eitt djarvt
stig upp eftir stiganum, og útgávan
lyftir seg tónleikaliga upp um vanligt
mainstream, skrivar ummælarin.
Hann heldur, at eitt óvanligt bland
á ljóðførum riggar væl, og tað gevur
á ein trúverdigan hátt sangunum al
tjóða dám. Tað lýsir í myrkrinum,
heldur ummælarin.
– Talentið hjá Lenu Anderssen at
skriva og framføra sangir foldar seg
út. Hetta er stórt, ambitiøst og væl
gjøgnumført, sigur ummælarin hjá
Gaffa, sum letur Eagle In The Sky fýra
stjørnur.
BASIM
OVAST Í
JAPAN
Í 2008 gjørdist Basim kendur, tá ið
hann varð við í X Factor kappingini.
Eisini føroiyingar tóku eygagóða
unglingin til sín, og Basim hevur
havt konsertir í Føroyum.
Nú er Basim komin á tónatindin
hinumegin jørðina. Basim hevur
skrivað tveir sangir til útgávu hjá
japanska bólkinum Generations,
og útgávan er nú blivin nummar
1 í Japan, sum verður roknað sum
ein av størstu tónleikamarkaðum í
heiminum.
Basim hevur áður skrivað sangir
til onnur at framføra – eitt nú
skrivaði hann sangin Boomerang til
Emin, sum er úr Aserbajan. Í løtuni
er Basim í Los Angeles í USA, har
hann arbeiðir við egnum tónleiki.
Lena Anderssen leitar á nýggjari útgávu aftur til barnaárini
í Kanada, sum ikki bara vóru løtt og hugalig
Á páskum skal føroyski leikbólkurin
Det Ferösche Compagnie luttaka á
navnframa Ibero-American Theater
Festival of Bogotá í Kolumbia, sum er
ein av heimsins størstu leiklistafesti
valum:
Leikbólkar úr 25 ymiskum londum
og út við 3 milliónum áskoðarar úr
øllum heiminum luttaka.
Festivalurin verður fyriskipaður
annaðhvørt ár um várið, og í ár er
hann í tíðarskeiðnum 11.-27. mars.
Innbjóðingin til henda stóra festi
valin kom umvegis Norðurlandahúsið
í Føroyum, sum fekk fyrispurning frá
festivalinum um, hvat leikverk Før
oyar møguliga kundu bjóða fram á
norðurlendska framførslupallinum,
og valið fall á leikverkið REGN við Det
Ferösche Compagnie.
REGN er triðja leikverkið, ið eks
perimenterandi leiklistabólkurin hevur
framført, síðani hann byrjaði sítt virk
semi í 2010. Á vári 2012 var Det
Ferösche Compagnie á listauppihaldi
í Írlandi, har tey saman við navnframa
danska leikstjóranum, Nina Kareis,
framleiddu og frumframførdu REGN
í býnum Longford. Søgan stavar frá
einari eldri føroyskari søgn um eina
gentu og ein drong úr hvør sínari
grannabygd, ið gerast góð, men kær
leikin teirra millum er trupul og bann
aður. Tey, ið framføra eru Kristina
Sørensen Ougaard, Kjartan Hansen
og Jens L. Thomsen.
Føroyskt regn
í Kolumbia
Føroyskur leikbólkur verður við á
heimsins størsta leiklistafestivali
LAILA Á
SUMMAR
FESTIVAL
Songkvinnan og fjøllistakvinnan
Laila av Reyni skal framføra á
Summar Festivalinum í august.
Laila av Reyni gav fyri kortum
út sína aðru útgávu, sum kallast
Stay. Hetta er ein melankolsk
elektropopútgáva, sum er ein ferð
gjøgnum tónleik, kenslur og visu
ellu listina. Laila tekur støði í sam-
tíðini og teimum avbjóðingum,
sum lívið hevur við sær.
Laila fer á Summar Festivalin-
um at hava framførslu, har hon
umframt tónleikin eisini dregur
aðrar partar av sínari list inn í
framførsluna.
Summar Festivalurin verður
hildin í døgunum frá 4. til 6. au-
gust.
Lena Anderssen fær sera góð ummæli fyri nýggja
útgávu, sum er hennara mest persónliga higartil
Leikverkið Regn verður við á
altjóða festivali í Kolumbia