mánadagur 14. mars 2016síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
31
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Einki egg er líka
H
já Gómagott hava tey úr at gera
nú páskirnar nærkast. Kirstin
Hammer stendur og sproytar
nugga inn í nøkur smá egg, tá Viku
blaðið fær orð á hana.
– Eggini rúka sum heitt breyð, so
her er nógv trýst á. Vit arbeiða hart
fyri at nøkta eftirspurningin á eggum,
sigur hon.
Fyri hálvum árum síðani fór hon at
arbeiða fulla tíð við Gómagott at gera
føroyskt konfekt og byrjanin hevur
verið stak góð. Nú páskini standa
fyri framman er tað fyrst og fremst
páskaregg, sum eru í framleiðslu.
– Tað mest sermerkta við eggunum
frá Gómagott er, at hvørt egg er heilt
serstakt. Sjokolátan á ovaru helvt av
egginum er hondsproytað, so ikki tvey
egg eru eins, sigur Kirstin Hammer.
Lokið á eggunum er sermerkt á tann
hátt, at tað er partvís opið, so ein sær,
hvat er í eggunum.
Annars er alt við eggunum hond
gjørt, bæði eggið sjálvt og tað, sum
er í eggunum.
– Vit nýta sjálvandi einans tær
bestu rávørurnar og í tann mun, tað er
møguligt, nýta vit eisini føroysk ráevni,
sigur Kirstin Hammer. Eingi tilgjørd
smakkievni, litevni ella haldevni eru í
eggunum, ei heldur søtievni.
– Eggini smakka tí av tí, sum tey
eru gjørd av. Smakkar tú hindber, so er
tað tí, at hindber er í sjokolátuni. Ein
onnur avleiðing av hesum er, at eggini
altíð eru frísk og nýgjørd, tí tey halda
sær ikki so leingi, sigur hon.
Eggini koma í tveimum støddum,
ein stødd til vaksin og ein til børn.
Innihaldið í eggunum er ymiskt.
– Tey vaksnu fáa hondgjørda kon
fekt, við marsipan, nugga, karamel og
øðrum góðum. Í eggunum til børnini
er ymiskt hondgjørt góðgæti, bæði
hart góðgæti og sjokoláta, sigur hon.
Eggini eru at fáa í Brell, Árs-tíð
unum, Fípuni í Miklagarði og Kaffi
hús-inum í Havn, hjá Flora í Klaksvík,
í Orkis í Runavík og í tollfríu søluni á
flogvøllinum í Vágunum.
– So um tú skalt niður at ferðast
um páskirnar, er upplagt at taka eitt
egg við til tíni kæru, sigur Kirstin
Hammer.
Kirstin Hammer hevur úr at
gera, nú páskirnar nærkast
Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum
við eini verkætlan um at reinsa hav
botnin við trælsrass, vann ársins
íverksetarakappingin millum fólka
skúlanæmingar.
Fríggjadagin 4. mars var ein full
settur salur í Norðurlandahúsinum
karmur um finaluna til SkúlaFM 2016.
Dómsnevndin valdi verkætlanina
Ocean Clean, sum tær báðar Sólvá
Magnadóttir og Sunnvá Midjord
Mikkelsen stóðu aftanfyri. Fyritøkan
er eitt gjøgnumbrot innan reinsan
av havbotni við trælsrass. Umframt
at reinsa botnin undir og rundanum
alibrúk við at nýta trælsrass, verða
trælsrassini útflutt og seld til Fjar
eystur sum ein gloypibiti.
Vinningurin til vinnandi bólkin
var, umframt Gullfræið sum Edward
Fuglø hevur sniðgivið, ein kekkur uppá
5.000 kr. sum Eik Banki hevur givið.
Harumframt lat Føroya Tele eitt gávu-
kort áljóðandi 1000,- kr til hvønn
næm-ing í vinnarabólkinum.
Nummar tvey í kappingini var ein
bólkur frá Nám X, við eini verkætlan
um at framleiða elorku og hita burtur
úr øllum lívrunnum evnum til føroysk
húsarhald.
Sum nummar trý valdi dómsnevnd
in eina føroyska app, ið næmingar á
Skúlatrøð høvdu ment, ið inniheldur
kostráðgeving og venjingarætlanir.
Finalan í Skúla FM er endabresturin
fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við
íverksetan síðan skúlaárið 2015/
2016 byrjaði.
Tilsamans seks bólkar vóru við í
finaluni hesuferð. Øll hugskotini vóru
góð og framløgurnar vóru framúr
skarandi.
Í dómsnevndini sótu Jenny Lyder
sen úr Mentamálaráðnum, Áki Leitis-
stein Hansen úr Føroya Tele, og
Magnus Emil Poulsen frá Eik Banka.
Skúlin á Fløtum vann SkúlaFM 2016