mánadagur 14. mars 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 11 • 14. MARS 2016
30
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Váðasteinur við línu-og garnaloyvi
Vilmund Jacobsen
Á sumri í 2014 keyptu toftamenn
línu-og garnaskipið Váðastein, sum
Jóhan í Hoyvík læt byggja á Tórshavnar
Skipasmiðju í 1977. Felagið, sum tá
keypti skipið, var nýstovnaða felagið,
P/F 19. mai 2014. Skipið, sum fiskar
við línu í veiðibólki 3, hevur eisini
garnaloyvi til svartkalva.
Váðasteinur, sum er stívliga 39
metrar langur og 8,5 metrar breiður,
fekk nýggjan motor í 2003. Motorurin
er ein Deutz Diesel, 749 kW/ 1015
HK, og ferðir liggur um 10 sjómíl.
Tað var P/F Váðasteinur í Havn,
sum átti skipið, og útgerðarmaður var
Birgir Simonsen, sonur Jóhan í Hoyvík,
sála.
Tað vóru fleiri lokalir íleggjarar
í Nes kommunu, sum settu pening í
nýggja felagið.
Martin
V.
Heinesen
gjørdist
nevndarformaður, og stjóri og reiðari
Niclas Davidsen.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin hesa vikuna er ein Rambler
Rebel hjá Torkil V. Hansen, sum koyrdi
á bilstøðin i Auto í Havn.
Tað vóru bert tveir svartir Rambler
Rebel av akkurát hesum modellinum.
Annan átti Steingrím Simonsen í
Vestmanna, hann hevði nummar
Fø7.410 og so hesin Fø7.400 hjá
Torkil Hansen. Her sæst bilurin í rutu
koyring oman fyri Vestmanna.
Rambler Rebel vórðu framleiddir
av American Motors í USA, fyrst frá
1957-1960 og so aftur í 1967, tá teir
avloystu teir so væl kendu Rambler
Classic. Hesin Rambler Rebel er frá
umleið 1970. Rambler Rebel skiftu í
1971 navn til Rambler Madador.
Berg Motors umboðaði Rambler í
Føroyum.
SKIPASØGA
BILASØGA
Jóhan í Hoyvík læt Váðastein byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977
Rambler
Rebel frá 1970
Fyrsta setan hjá Gordrúgvanum í ár gav 9.000 pund, og henda dagin seldu teir fyri umleið 90.000 krónur