týsdagur 15. mars 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað fer at fáa heilt álvarsligar
avleiðingar fyri føroysku
fólkakirkjuna,
samtykkir
Løgtingið
lógaruppskotið
um at loyva samkyndum at
giftast.
Hesum
ivast
Føroya
biskupur, Jógvan Fríðriks
son, als ikki í, nú álitið frá
trivnaðarnevndini er til við
gerðar í Løgtinginum.
– Tað er púra greitt, at
verður uppskotið samtykt, so
verður trýst lagt á kirkjuna
at signa samkynd, sum eru
gift borgarliga , sigur hann.
– Og fáa tey ikki eina
slíka signing, so endar málið
í rættinum, tí tey samkyndu
fara at kenna seg vera fyri
mismuni. So tað verður rætt
urin, sum tekur endaligu
støðuna – hvørki kirkjan
ella Løgtingið, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Álitið viðgjørt í dag
Løgtingið hevur givið mál
inum um rættin hjá sam
kyndum at sleppa at giftast,
langa og góða viðgerð.
Hetta, bæði tí talan er um
eitt mál, har kantarnir eru
hvassir og meiningar brótast
um málið, men eisini tí talan
er um eitt mál, sum er torført
at loysa tekniskt.
Málið var fyri í seinastu
samgongu, men tá vann tað
ikki frama. Nú eru tað fýra
tingkvinnur, sum hava lagt
uppskotið fram.
Tær eru Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi,
Kristianna
Winther Poulsen, Javnaðar
flokkurin, Hanna Jensen,
Framsókn, og Sonja Jógvans
dóttir, uttanflokka.
Talan er um meira enn eitt
uppskot, tí broytingar skulu
gerast í hjúnabandslógini, so
samkynd bæði kunnu giftast,
men eisini skiljast.
Tí eru tað tvær ting
nevndir, sum hava viðgjørt
málið.
Trivnaðarnevndin lat sítt
álit í vikuni, men nevndin
hevur býtt seg í ein meirluta
og ein minniluta.
Meirlutin tekur undir við
uppskotinum og mælir Løg
tinginum til at samtykkja
uppskotið, men vil flyta
gildiskomuna frá 1.juli til 1.
desemner í ár.
Meirllutin umboðar sam
gonguna. Tey eru Katrin
Kallsberg, Tjóðveldi, Óluva
LÓGIN EIN HÓTTAN
MÓTI SAMLAÐU
FÓLKAKIRKJUNI
Jógvan Fríðriksson, biskupur, óttast fyri ógvusligum
avleiðingum, verður samkyndum loyvt at giftast
HJÚNABANDSLÓGIN
– Eg ivist í um biskupur kann verða sitandi sum biskupur, um hann á
hendan hátt verður settur uppá pláss av rættarskipanini. Hann noyðist at
leggja frá sær og fara úr fólkakirkjuni, heldur Jógvan Fríðriksson
Myndir: Álvur Haraldsen
Løgtingið hevur givið málinum um rættin hjá samkyndum at sleppa at giftast, langa og góða viðgerð