Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 Klettskarð, Tjóðveldi, og Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðar­flokkurin. Har­um­ framt er Sonja Jógvans­dóttir eisini limur og eiisini hon tekur undir við upp­skot­ inum. Minnilutin, sum eisini um­boðar andstøðuna, er greið­ur og avgjørdur og mæl­ir tinginum til at fella upp­skotið. Andstøðunevndarlimirnir eru Jógvan á Lakjuni, Fólka­ flokkurin, Jenis av Rana, Miðflokkurin, og Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­ bands­flokkurin. Kirkjan skrædnar Ongin í Løgtinginum er førur fyri at siga um uppskotið verður samtykt ella ei. Fellur tað í tinginum í dag, so er tað burtur og kann ikki leggjast framaftur í hesi tingsetuni. Biskupur óttast fyri, at verður uppskotið samtykt, so fer fólkakirkjan at skrædna. Fleiri orsøkir kunnu vera til tess, men noktar biskup­ur til dømis at signa tvey samkynd, sum eru gift borgar­liga, so ivast han ikki í, at eitt slíkt mál endar í rættar­skipanini. Kemur skipanin so til ta niðurstøðu, at biskupur hev­ ur brotið lógina, so má tað fáa avleiðingar. – Eg ivist í um biskupur kann verða sitandi sum biskup­ur, um hann á hendan hátt verður settur uppá pláss av rættarskipanini. Hann noyð­ist at leggja frá sær og fara úr fólkakirkjuni, heldur Jógvan Fríðriksson. Fer biskupur úr kirkjuni, so er bara ein spurningur um, hvussu nógv fylgja honum. – Verður tað helvtin av kirkju­fólkinum, 30 prosent ella 10 prosent? Eg veit tað ikki, men fólkakirkjan fer at merkja avleiðingarnar, sigur biskupur. Jógvan Fríðriksson held­ ur, at vit áttu at givið okk­ um tíð at viðgjørt hes­ar grundleggjandi sam­felags­ ligu broytingarnar áðrenn málið bleiv so heitt. – Hetta er eitt mál, sum vit eiga at loysa virðiliga, men tað hevur ikki eydnast okk­ um í hesi prosessini. Tí eru kantarnir vorðnir so hvassir at ringt er at koma til eina niður­støðu, sum øll kunnu taka undir við, sigur hann. Hvørki biskupur ella fleiri tingfólk, sum vit hava tos­að við, ivast ikki í, at fáa samkynd ikki signing í kirkj­ uni, so gongur ikki long tíð fyrr enn tey reisa eitt sakar­ mál. – Tí grundleggjandi ynskja tey samkyndu at sleppa undan mismuni, sigur biskup­ur. Rættarnevndin situr við einum parti av teimum broyt­ ingum, sum skulu ger­ast. Rættarnevndin hevur ikki skrivað álit enn og iva­samt er, nær tað verður lagt fram. Tær broytignar, sum rættar­nevndins kal taka støðu til, er um tey smkyndu kunnu skiljast – altso á sama hátt, sum hinkynd kunnu skiljast. Álitini eru sjálvandi ná­ grein­ilgia viðgerðin av lóg­ar­uppskotunum, men fram­lagda álitið frá trivn­ aðar­nevnd­ini – og kom­andi álitið frá rættar­nevnd­ini – eru ikki veg­leið­andi fyri, hvørja polit­iska støðu Løg­ ting­ið tekur til hetta mál. HJÚNABANDSLÓGIN Tey samkyndu ynskja at sleppa undan mismuni Fáa tey ikki eina slíka signing, so endar málið í rættinum, tí tey samkyndu fara at kenna seg vera fyri mismuni . So tað verður rætturin, sum tekur endaligu støðuna – hvørki kirkjan ella Løgtingið