Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN SENDIR HUNDRAÐTALS FØROYINGAR Á TRÚBOÐARA­ FERÐ HVØRT ÁR Visti tú, at einki land í heiminum sendir fleiri trúboðarar út í misjón per íbúgva enn Føroyar. Føroyingar í hópatali eru í fulltíðarmisjón í løtuni, og hvørt ár fara hundraðtals aðrir á styttri misjónsferðir Danjal av Rana Ein av kendastu trúboðara­ felagsskapunum her í Føroyum er Operation Mobilization, sum næsta ár fyllir 60 ár. Gjøgnum legur sum Love Europe og seinni Teen Street, bíbliuskúlar sum Luke, trúboðaraferðir ymsa staðni í heiminum, ella fyri før­oy­ingar kanska fyrst og fremst gjøgnum skipini Doulos, Logos, Logos II og nú Logos Hope, hava føroyingar í tús­unda­tali verið knýttir at felags­skap­inum í størri ella minni mun. Í mong ár var Operation Mobilization, ella OM, sum tað vanliga verður nevnt, óleys­iliga knýtt at brøðra­ sam­kom­unum, hóast tað á al­tjóða stigi er ein tvør­ kirkju­ligur felagsskapur. Í 2012 var tó lagt á annan, ein meiri felagskirkjuligan bógv, sam­stundis sum tað bleiv av­gjørt, at føroyska deild­ in skuldi gerast sjálv­støð­ug og ikki longur vera undir donsku deildini. Broyt­ingar vóru gjørdar í nevnd­ini fyri at endurspegla nýggja (Felagskirkjualiga)fríkirju­ liga samleikan. Gjørdist av tilvild partur av OM Fyri tveimum vikum síðani var nýggjur leiðari settur fyri felagsskapin og fyri fyrstu ferð er hann ikki úr brøðra­ sam­komuni. Jóhan Petur Johannesen er upp­vaksin í Oasuni í Hoyvík. Ei heldur er hann gamal í garði í OM, men var í mong ár virkin í einum øðrum trúboðarafelagsskapi, sum eisini er í Føroyum, nevn­iliga Ung í trúarvirki, ella Youth With a Mission. – Tað kom als ikki av sær sjálvum, at eg gjørdist virkin í OM, greiðir Jóhan Petur Johannesesn frá. Longu í 1991 var hann fyrstu ferð á ferð við YWAM, tá í Grikka­ landi. Síðani var hann fleiri trú­boð­ara­ferðir við felags­ skap­inum, millum annað var hann toymisleiðari, tá eitt toymi úr Føroyum fór til Atlanta í 1996, meðan OL var hildið har, at boða evan­ geliið. Frá 2006 til 2008 sigldi hann við Mercy Ships, sum var trúboðaraskip knýtt at YWAM, fyri tað mesta í vestur­afrika. – Tað var ikki fyrr enn í 2010, at eg fyrstu ferð um­ hugs­aði at fara ein túr við OM, og var hetta kanska mest av tilvild. Ein systur­ dótt­ir umhugsaði at fara til TeenStreet, sum OM skipar fyri, men hon var nakað ung at fara einsamøll. Eg um­ hugs­aði sjálvur at fara og tá eg hoyrdi, at hon eisini vildi sleppa, avgjørdi eg at fara við, kanska líka nógv fyri henn­ara skuld, greiðir Jóhan Petur Johannesen um sín fyrsta túr við OM. Tætt tilknýti millum OM og Føroyar TeenStreet er ein felags­ kirkju­lig stevna, ið hvørt ár verð­ur hildin í Týsklandi. Sein­astu árini eru hvørt ár hundraðtals føroyingar farnir á hesa stevnuna og eru Føroyar best umboðaða land­ið á stevnuni. Flestu før­ oy­ingar munnu antin kenna til TeenStreet ella vita, at okkara gamla Norrøna nú eitur Logos Hope og siglir í tænastu hjá felagsskapinum, so tað er eitt tætt tilknýti mill­um Føroyar og OM. Í løt­ uni eru 14 føroyingar í tæn­ astu umborð á Logos Hope, átta vaksin og seks børn. Johan Petur Johannesen viðgongur eisini, at tað eru hesi bæði, TeenStreet og Logos Hope, sum eru berandi part­arnir av arbeiðinum hjá OM í Føroyum. – Nú eru fyrireikingarnar til TeenStreet seinni í ár væl í gongd og væntandi fer eitt stórt føroyskt ferða­lag av­ stað aftur í ár. Sam­stund­is royna vit eisini at kunna um onnur tilboð OM hevur, so sum Teens in Mission, ið er eitt stutttíðar trú­boð­ara­ toymi, eini 10 dagar, har ferð­ ast verður til millum ann­að Moldova og Albania, og Transform, ið vanliga varð­ ar eitt sindur longri, og har ferðast verður í ymisk­um londum runt um Mið­jarðar­ Vit ynskja at senda tey bestu avstað, landsliðið hjá okkum Jóhan Petur Johannesen