Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 MELDURIN Sosialurin havið. Teens in Missions og Transform eru frá­lík tilboð til teirra, ið ynskja eina smakki­roynd av trúboðara­ lív­inum, sigur Jóhan Petur Johannesen Ongar kollveltandi broytingar Síðani sína fyrstu ferð til TeenStreet í 2010 gjørdist hann meiri og meiri virkin í felagsskapinum. Í 2011 fór hann aftur við á TeenStreet og í 2012 gjørdist hann nevdnar­limur í nýggju felags­kirkjuligu nevndini, og nú er hann so vorðin leiðari í felags­skap­inum. Hann sigur, at hann fyrst og fremst fer at halda á við tí arbeiði, sum undanfaru leið­ ararnir hava lagt sum grund. Talan verður ikki um nakrar kollveltandi broytingar. – Oddmar og Anita Tausen, sum hava verið leið­ arar seinastu árini, hava gjørt eitt ómetaliga stórt og gott arbeiði. Áðrenn tey vóru Hjørleif og Gidda vang trú­ føst umboðsfólk í mong ár, með­an OM Føroyar enn var part­ur av donsku deildini, og eg eri takksamur fyri at sleppa at byggja víðari á ta grund, sum Hjørleif, Gidda, Oddmar og Anita hava lagt, sigur hann. – Operation Mobilisation hevur fimm kjarnuøki, sum tey virka innan fyri. Fyst og fremst boða vit gleði­boð­ skapin. Sum ein avleiðing av hesum royna vit at seta nýggjar samkomur á stovn í økjum, har eingin sam­ koma er. Annars arbeiða vit saman við samkomum á stað­num, sigur Jóhan Petur Johannesen, sum eisini vísir á, at OM í stóran mun leggur seg eftir at nýta innføddar leið­arar í samkomunum. Triðja virkisøki er menn­ ingar­hjálp og neyðhjálp. – OM ger nógv burtur úr at arbeiða móti menn­ iskja­handli. Eitt dømi um hetta er í Moldova, har vit hava eitt dagsentur, har ung­ar gentur koma og fáa sær eina seymiútbúgving. OM hevur eisini eitt stórt arbeiða millum skøkjur­nar í Wien, sum er vorðið høvuðs­ staðurin fyri skøkjulevnað í Evropa seinastu árini, greiðir Jóhan Petur Johannesen frá. Í heyst hevði Sosialurin eina samrøðu við Bjørg Clementsen, sum við einum OM-toymi arbeiddi millum flótta­fólk á markinum mill­ um Serbia og Kroatia. – Flóttafólkastreymurin setur eitt ógvusligt trýst á nógv øki í Evropa. OM hevur tí toymi bæði á Lesbos og í Serbia, sum virka millum flótta­fólkini, ið royna at flýggja til eitt betri lív í Evropa, sigur hann. Fjórða virkisøki er sosialt rættvísi, har OM royn­ir at vera ein rødd fyri tey, ið onga rødd hava, meðan fimta virkis­øki er læru­sveina­ger­ ing. – Okkara ynski er at venja og útrusta tey lokalu trúgv­ andi í so stóran mun, at tey sjálvi kunnu bera arbeiðið víðari seinni. Vit ynskja ikki, at tey skulu vera tengd at hjálp frá trúboðarunum alla tíðina, men at menna tey til at gerast leiðarar sjálvi, so at trúboðararnir møgu­ liga kunnu fara víðari til eitt ann­að stað við evangelii­ num, sigur Jóhan Petur Johannesen. Fíggjarliga avbjóð­ ingin er hin størsta Jóhan Petur Johannesen dylir ikki fyri, at kanska størsta avbjóðingin hjá teim­um, ið ynskja at virka sum lang­tíðartrúboðarar, er hvussu arbeiðið skal fíggjast. – Ein kann spara pen­ing saman, men fyrr ella seinni verður upp­spar­ingin eisini burtur. Í trú­boðara­virk­sem­ inum er eingin vegur uttan um at hava fólk at stuðla sær fíggjarliga. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá OM er tí, at kunna um tað arbeiðið, sum trúboðararnir gera og eggja fólki at stuðla teimum, sigur hann. Jóhan Petur Johannesen hevur eina vón um, at um 5, 10 ár, hevur OM Føroyar sent 20 føroyingar út í fulltíðar lang­tíðarmisjón. Men hann er greiður yvir, at tað setur stór krøv, serliga til tað fíggjar­liga. Hann vísir eisini á, at í nógvum londum eru krøv­ini til uppihaldsloyvi nú herd, so at ein hevur tørv á størri fíggjarligari trygd fyri yvir­høvur at sleppa inn í landið. – Vit ynskja, at trú­boð­ arar­nir skulu sleppa undan at hugsa um, hvaðani næsta mál­tíðin skal koma. Vit ynskja, at teir skulu nýta tíð­ina at fortelja øðrum um Jesus, ikki at biðja um pengar frá teimum heima. Tí er tað at samla fíggjarligan stuðul ein av høvuðsábyrgdunum hjá okkum í OM Føroyar. Skulu vit hava trúboðarar í full­tíðar­misjón, so er tað neyð­ugt, at vit onnur stuðla teim­um fíggjarliga, sigur Jóhan Petur Johannesen. Føroyingar eru kortini raskir at geva. Tá Logos Hope vika var í fjør, ein vika, har fokus varð sett á at samla pening til Logos Hope, gomlu Norrøna, komu 600.000 krónur inn í Føroyum. – Tað eru vit sera takksom fyri og ikki sørt errin av heldur. Tørvurin er tó stórur. Tað kostar 75 milliónir krón­ ur um árið at reka Logos Hope, men so hava eisini 5 milliónir menniskju vitj­ að Logos Hope hesi fáu ár­ ini, hon hevur verið í tæn­ astu, sigur Jóhan Petur Johannesen. Hann óttast tó ikki, at tað fer at ávirka samkomurnar neiliga, at 20 føroyingar skulu út í fulltíðarmisjón og nógvir aðrir í styttri tíðar­ skeið. – Vit ynskja at senda tey bestu avstað, landsliðið hjá okkum. Men vit bera ong­ an ótta fyri, at hetta fer at ávirka samkomurnar, tí ferð eftir ferð síggja vit, at maður kemur í mans stað. Tá ein er farin út at virka sum trú­boð­ ari, so eru altíð onnur, sum traðka til í samkomuni, so at arbeiðið ikki dettur niður fyri, sigur hann. Bið, gev og far Ein trúboðarafelagsskapur skal senda trúboðarar út og Jóhan Petur Johannesen hev­ur tí eina avbjóðing til tey trúgv­andi í Føroyum. – Heimurin verður ikki betri av, at tú situr og dámar og deilir á Facebook ella situr og tárar í sofuni framman fyri sjónvarpinum. Tú mást gera okkurt, um tú vilt broyta heimin. Far sjálvur ella stuðla onkrum, sum fer, er áheitanin frá nýggja leið­ ar­anum. – Í OM plaga vit at siga, at tú mást biðja, geva ella fara. Tað eru kanska bara nøk­ur fá av øllum teimum, sum fara á TeenStreet, sum ger­ast trúboðarar, men vón­andi fara hini at biðja og geva, sigur Jóhan Petur Johannesen at enda. danjal@sosialurin.fo – Vit ynskja ikki, at tey skulu vera tengd at hjálp frá trúboðarunum alla tíðina, men at menna tey til at gerast leiðarar sjálvi, so at trúboðararnir møguliga kunnu fara víðari til eitt annað stað við evangeliinum, sigur Jóhan Petur Johannesen Mynd: Álvur Haraldsen