týsdagur 15. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Undir reystum fjøllum høgum
liggur bygdin, fjálgt og trygt,
frægir her í fornum døgum
funnu býli gott og dygt
Albeittar her liggja líðir,
hamrar skrýða fjøll so reyst,
drottin gav tær mikil prýði.
Hósvík mær er bygdin best.
Hóri (brot)
Við hesi kvøðu lýsir Edvard Hermansen
fjálgu og aldagomlu heimbygd sína Hósvík.
Her varð hann borin í heim tann 11.
mars 1935, og her andaðist hann tann 20.
november 2015, áttati ára gamal.
Tó at Edvard í síðstuni sást við minkandi
megi, komu boðini um burturferð hansara
óvæntað.
Foreldur Edvards vóru Bodil, f. Hansen
í Toftum, og Herman Hermansen, bæði úr
Hósvík. Trý vóru systkin hansara. Herman,
sum andaðist í 2010, var útróðrarmaður,
Jonny, sum andaðist í 2008, var leiðari á
Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Yngstur er Hans Jacob, sum er einastur
eftir á lívi.
Barnaár Edvards runnu í Hósvík, har
móðir hans aldi upp systkinaflokkin og
fjálgaði um hús og heim, meðan faðirin sum
sjómaður helt húskinum uppi.
Ikki vóru systkinini øll komin til mans,
tá ið pápin fýratiníggju ára gamal fall frá,
og fingu tey tí longu á ungum árum lívsins
strongu kor at sanna.
Edvard fór sum ungur til Havnar at
starvast, har hann var virkin í ymsum fyri
tøkum her í býnum stóran part av ung
linga- og manndómsárum sínum, einamest
niðri á Eystaru Bryggju.
Vit, sum vuksu upp í Havnini tá á døg
um, góvu okkum sum vera man far um
henda bragdliga, men fyrikomandi mann og
fingu stundum eitt vinarligt prát við hann.
Eftir at hava búleikast í høvuðsstaðnum
í okkurt um ein mansaldur fór Edvardi at
leingjast norðuraftur á gamlar gøtur.
Nú rennur fram fyri meg fyrsti morgun
mín til verka sum lærari í Hósvík í 1985.
Bussurin hjá Berinti Justinussen steðgaði
á í býlinginum yviri í Toftum, har ein 49
ára gamal maður fór út úr teirri fremri
hurðini á rutubussinum, meðan ein 33 ára
gamal maður fór út úr teirri aftari. Talan er
um okkum báðar, Edvard. Kvikur vart tú á
fótum fram við húsunum hjá ættarfólkum
tínum yviri í Toftum og inn í bygdina henda
morgun, og tí fullu vit ikki í prát báðir.
Henda morgun legði tú lunnar undir
heimferð tína til Hósvíkar aftur, til bygdina,
sum tær var best.
Vit komu at kennast seinni. Gjørdust
vinir og samverkamenn á ymsum økjum.
Minnist aftur á góðar og fjálgar løtur saman
við tær, Edvard.
Eftir at vera fluttur norðuraftur til Hós
víkar hevði Edvard eitt skifti sína egnu
handilsfyritøku í heimbygdini, men sein
astu mongu árini var hann knýttur at virk
inum hjá Thomasi Dam á Hálsi í Havn.
Argingarsamur var Edvard av lyndi, og
tað er ikki sørt, at tú hómar ein farra av
hesum bragdi í brái og brosi hans í myndini
omanfyri.
Edvard var sjálvstýrismaður og var
eitt skifti virkin í nevndini í sjálvstýris
flokkinum. 67 ára gamal var hann í 2002
við til at skipa samgongu millum Tjóðveldi,
Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýris
flokkin á Tingi.
Var í mong ár kirkjuráðsformaður og
deknur í Hósvík. Somuleiðis skúlastýrisfor-
maður í Hósvíkar skúla og í Felagsskúlanum
á Oyrarbakka.
Virkin í felagslívinum í bygdini til tað
síðsta.
Edvard var tikin úr leikum sum røðari,
og tí varð stundum heitt á hann um at røða
á fundum og á stevnum.
Var kendur við skaldanavninum Hóri.
Afturat knøppum yrkingum og leikandi
løttum táttum legði Edvard eftir seg vakrar
og inniligar sangir og sálmar.
Edvard var giftur Jonhild, ættað úr
Leynum. Synir teirra eru Bogi og Bartal.
Bogi og unnustan Gunn eiga dóttrina Fridu.
Harafturat er ein dóttir Edvards, Rúna, sum
býr í Íslandi saman við manni og børnum.
____
Úr morguntámi sólin spratt,
og himin gjørdist heiður.
Einki órar feigur
brátt er til bana...
Ein er hann,
sum veitir megi,
lættir um tregi
á sorgardegi.
Velli brátt aftur fyri degi.
Hóri
Ærað veri minnið um Edvard Hermansen.
Árni av Reyni
Edvardi Hermansen
til minnis
Sóknast eftir upplýsingum
um S/S Botniu
Nýggj bók um gamla DFDS-
skipið S/S Botnia er ávegis.
Rithøvundurin Bjarni Åkes-
son Filholm er byrjaður
at skriva eina nýggja bók
um ferðamannaskipið S/S
Botnia, som eisini sigldi
upp á Føroyar í byrjanini av
1950'unum.
Bjarni Åkesson Filholm
hevur áður skrivað fleiri
bøkur um føroysk og donsk
skip sum t.d. Tjaldur, Smiril,
Norske
Løve,
Dronning
Alexandrine,
Kronprins
Frederik og Kronprinsesse
Ingrid hjá DFDS.
Nú er hann so byrjaður
upp á eina bók um S/S Botnia
hjá DFDS. Skipið varð bygt í
1912 sum S/S Aarhus. Í 1948
skifti skiðið navn til Botnia
og fór at sigla í fastari rutu
millum
Keypmannahavn
og Helsingfors í Finnlandi.
Frá 1949 til og við 1952 vóru
Føroyar við í ferðaætlanini
hjá Botniu, og skipið varð
væl kent her í oyggjunum.
Um tað eru nakrir av
lesarum okkara sum kenna
til S/S Botniu og t.d. hava
myndir, frásagnir ella ann
að tilfar um skipið, so er
Bjarni
Åkesson
Filholm
sera áhugaður í at koma
í samband við hesi fólk.
Adressan er: Bjarni Åkesson
Filholm, Virkelyst 45, 9800
Hjørring, Danmark.
Mailadressan er:
bjarnifilholm@gmail.com
S/S Botnia. Mitt fyri síggjast foreldrini hjá rithøvundanum Bjarna Åkesson Filholm
Bjarni Åkesson Filholm
60 ára føðingardagur
Sunnudagin 24. apríl verður
Jacob Jacobsen 60 ár. Føð
ingardagurin verður hildin í
VB-húsinum leygardagin 23.
apríl kl. 19.00. Tey, ið ynskja
at hátíðarhalda dagin saman
við mær, verða vinarliga biðin
at boða frá á tlf. 224847 ella
276866 í seinasta lagi 15. apríl.
70 ára føðingardagur
25. mars fyllir Martin Garða
líð, Vestmanna 70 ár. Føð
ingar-dagurin verður hildin
skírisdag, 24 mars heima í
Garðatún 17, kl. 18:00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Prógv
Herman F. Christiansen hev
ur tann 1. mars 2016 lokið
prógv sum cand.mag. í søgu
og heimspeki við lærda há-
skúlan í Keypmannahavn..
95 ára føðingardagur
Mikudagin 23 . mars fyllir
Selinda høj strendur 95 ár.
Dagurin verður hildin á Ellis
heiminum í Runavík frá kl.
15:00 - 18:00. Øll eru hjartaliga
vælkomin. Eg gleði meg at
síggja tykkum.
70 ára føðingardagur
28. mars fyllir Marianna
Poulsen, Hvalba 70 ár. Føð
ingardagurin verður hildin
leygardagin 02. Apríl 2016 í
Arbeiðarafelagshúsinum,
Bíarvegur 145 frá kl. 13.00
til 19.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Brúdleyp
19. mars, 2016, giftast Lillian
Larsen, Fuglafjørður og Ørv
ar Jacobsen, Fuglafjørður.
Vígslan verður í Fuglafjarðar
kirkju kl. 12.00. Veitslan
verður fyri innboðnum í
Bygdarhúsinum í Leirvík