Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NORÐURLANDAHÚSIÐ TILTØK SEPTEMBER 2004 TILTØK SEPTEMBER 2004 Framsýningin "Burðardygg norðurlendsk byggilist" letur upp 3. september og er í Húsinum til 12. september 2004 FRÍGGJADAGUR 3. SEPTEMBER Kl. 17.00 Framsýningin "Burðardygg norð urlendsk byggilist" letur upp Kl. 21.00 Fólkatónleikur í Atlantis í Klaksvík; 2 trubadurar Johan Piribauer úr Laplandi og Per Warming úr Danmark. SUNNUDAGUR 5. SEPTEMBER Kl. 16.00 ÆLABOGIN konsertvitjan úr Noregi. Orkestrini Austfjord Musikkorps og Haug Misikkorps, felagskonsert í Klingruni. . LEYGARDAGUR 11. SEPTEMBER Kl. 21.00 Fólkatónleikur í Stóra Pakkhúsi í Vági 2 trubadurar John Piribauer úr Lap- landi og Per Warmind úr Danmark. FRÍGGJADAGUR 17. SEPTEMBER Kl. 09.00 Ráðstevna, innan pedagogik,trivnað hjá børnum. Fyrireikingarbólkurin Undir Brúnni. LEYGARDAGUR 18. SEPTEMBER Kl. 09.00 Ráðstevna, trivnað hjá børnum heldur fram LEYGARDAGUR 25. SEPTEMBER Kl. 09.00 Giktafelagið, almennur fundur. Kl. 15.00 Listaframsýsing við Mikael Jensen (DK) SUNNUDAGUR 26. SEPTEMBER Kl. 16.00 Aavaat-kórið frá Grønlandi, hevur konsert TÝSDAGUR 28. SEPTEMBER Kl. 19.30 Fýrhent pianokonsert við Anna-Mari Peltonen og Kati Eriikka Arikoski (FI). Norðurlandahúsið er opið gerandisdagar kl. 10.00-18.00 og sunnudagar kl. 14.00-18.00 NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790 www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo SVARTUR OG HVÍTUR SYMBOLIKKUR Síðst í september letur listaframsýning upp í Norðurlandahúsinum við dananum Mikael Jensen. Talan er um sterkar symbolskar myndir, ið innihalda eina frásøgn. Mikael Jensen er føddur í 1953 á Frederiksberg. Hann er handilsútbúgvin, hevur bæði HA og HD, og harafturat hevur hann ognað sær vitan í Jungianskari sálarfrøði og myndatulking. Hann er sjálvlærdur og fór nústaðni at tekna í 1997. Mikael Jensen hevði sínar fyrstu framsýningar á sumri 2000 í Norðurjútlandi. Hann hevur síðan verið við í fleiri sensureraðum framsýningum í Fraklandi, Bolivia og Danmark. Listamaðurin leggur stóran dent á at siga eina søgu við sínum myndum. Innihaldið er tað týdningarmesta, sigur hann. Myndirnar eru ikki í litum, tí litir eru kenslur. Við at leggja myndirnar fram í svørtum og hvítum, skal tann skoðandi sjálvur leggja sínar kenslur í, og á tann hátt sigur listamaðurin seg virða kenslurnar hjá øðrum fólk- um, heldur enn at diktera tær. Hinvegin er hann farin at forklára sínar myndir við tekstum undir, so fólk fáa hjálp til tulkingarnar. Framsýningin hjá Mikael Jensen letur upp leygardagin 25. september klokkan 15. TVEIR TRUBADURAR Í ATLAN- TIS OG STÓRA PAKKHÚSI Norðurlandahúsið skipar saman við Atlantis fyri konsertum í Atlantis í Klaksvik og Stóra pakkhúsi í Vági við tveimum norðurlendskum trubadurum Talan er Per Warming úr Danmark og Johan Piribauer úr Laplandi, sum eru kendir hvør í sínum lagi í sínum heimlandi. Per Warming er sangari, rithøvundur, háskúlalærari og ikki minst ein frálíkur frásøgumaður. Hann er viðurkend- ur fyri at samantvinna fyrilestur og fólkasang og hevur móttikið "Den folkelige sangs pris" og "Gelsted-Kirk- Scherfig-Fondens kulturpris". Per Warming er 60 ár, býr í Keypmannahavn. Hann livir sum rithøvundur og sangari og hevur innspælt fleiri fløgur við vísusangi. Johan Piribaur hevur útgivið fýra fløgur við egnum sang- um. Tann blandingin av svenskum vísutóna og samfel- agsáhuga, sum vit kenna frá Bjørn Afzelius og Michael Wiehe, fekk sína egnu rødd í Laplandi við Johan Piribau- er. Teir báðir hava havt konsertir saman við klaksvíkinginum Jógvan Andrias á Bryggjuni í Keypmannahavn fyrr í summar. Fríggjakvøldið 3. september klokkan 21 hava teir kon- sert í Atlantis í Klaksvík. Leygarkvøldið 11. september klokkan 21 framføra teir í Stóra pakkhúsi í Vági. Tað verður ein konsert í øllum ælabogans litum sunnudagin 5. september, tá ið trý orkestur fyri menningartarnað fara at spæla av øllum lívsins kreftum. Ælabogin, orkestur teirra menningar- tarnaðu, er vertur, tá ið Ausjord Musikkorps og Hauge Musikkorp úr Noregi koma hendan vegin á vitjan. Konsertferðin kom í lag, tá ið Æla- bogin síðsta summar var á orkestur- stevnu í Tróndheimi, avdúkar Eirikur Skála, ið saman við Anniku Højgaard og Ólavi Olsen standa við endan av ælaboganum. Á stevnuni vóru seks onnur orkest- ur fyri menningartarnað. Ausjord Musikkorps og Hauge Musikkorps høvdu leingi ætlað sær til Føroya, og á stevnuni kom sambandið í lag og avtalur vóru gjørdar. Á føroyaferðini eru 65 menningar- tarnað við ferðaleiðarum, og tey trý orkestrini hava hvør sær eina fjøl- broytta skrá, ið fevnir víða. Ælabogin plagar at spæla populer løg sum Pink Panter, We will rock You og Yellow Submarine. Norsku orkestrini kunnu eisini tríva í ein marsj, so tað verður undirhaldandi. Gleðin við at spæla er drívmegin, ið við vissu smittar áhoyr- aran. Norsku gestirnir koma higar miku- dagin 1. september og fara avstað aftur mánadagin 6. september. Hós- dagin 2. september hava tey skúla- konsertir, og fríggjadagin spæla tey í Fuglafirði. Leygardagin spæla tey í Havn. Sunnudagin 5. september klokkan 16 verður so sjálv í Norðurlandahúsi- num, har Jógvan á Lakjuni, landsstýr- ismaður við mentamálum, setir kon- sertina í gongd. Stórfingna framsýningin um burðardygga norðurlendska byggilist er nú komin til Føroya og verður at síggja í Norður- landahúsinum frá 3. september Summarið 2002 varð skipað fyri fel- ags norðurlendskum átaki í Berlin. Norðurlond settu sær fyri at vísa heiminum á, at umhvørvið er eitt av- markað og viðbrekið tilfeingi. Farast skal væl um, tí komandi ættarlið skulu eisini nýta og njóta heimin, og hendan hugsanarhátt eiga fleiri vinnur at leggja sær í geyma. Framsýningin vakti ans, og boð- skapurin kom fram. Síðan hevur Burð- ardygg norðurlendsk byggilist ferðast í hinum Norðurlondunum. Í heimshøpi eru Norðurlond smá, og tí má skipast væl fyri, tá ið byggj- ast skal. Stuttskygdar byggingar koma oftast aftur um brekku og enda við at verða kostnaðarmiklar. Hugtak- ið burðardygt fevnir ikki bara um skilagóða fígging og rakstur. Hartil kemur týdningurin av, at samfelagið ella økið fær nakað aftur frá einari verkætlan. Arkitektafelag Føroya bleiv sum sjálvstøðugur limur boðið at vera við á framsýningini í Berlin. Tvær føroysk- ar verkætlanir vóru tiknar við: Saman- bygdu bústaðirnir inni á Gøtu í Hoyvík og verkætlanin Huld rúm í Álvagjógv í Hesti. Báðar verkætlanirnar hava fingið virðislønir. Inni á Gøtu fekk sokallaða Kaleidoskopið frá danska arkitektafel- agnum. Huld rúm fekk aðru virðisløn í altjóða kapping, sum Unesco og al- tjóða arkitektafelagið fyri landslags- arkitektar skipaðu fyri. Norðurlendsku limafeløgini hava valt ymiskar verkætlanir sum teirra bestu boð uppá evnið. Alt frá landslagslist, býarpartsverkætlanum, húsabygging til innbúgv. Yvir 30 glasmontrur við litføgrum plansjum, umframt nøkur modell av verkætlanum eru at síggja á framsýningini. Framsýningin letur upp fríggjadagin 3. september klokkan 17. og er opin til sunnudagin 12. september klokkan 18. LITRÍK KONSERT BURÐURDYGG NORÐURLENDSK BYGGILIST HEIMKOMIN Týsdagin 28. september klokkan 19.30 verður fýrhent klaverkon- sert í Norðurlandahúsinum, har Kati Ariskoski og Anna-Mari Peltonen úr Finnlandi fara at vísa síni kynstur Kati Ariskoski og Anna-Mari Peltonen hava spælt saman sum klaverduo síð- an 2000. Tær eru um at gera seg lidnar sum finskir klaverleikarar og - lærarar. Tær hava lært fýrhent kla- verspæl hjá Carlos Juris professara og Valeria Resjan klaverleikara. Tær hava framført saman sum duo á kon- sertum í Finnlandi í Helsinki, Seinäjoki "Säveliä elokuussa-chamber music festival" árini 2001, 2002, 2003 and 2004, í Turku "Aboa Nova-festival" og í Eysturríki Austria á "Universität für Musik und Darnstellende Kunst". Kati Eriika Ariskosi (f. 1979) fór undir sína klaverútbúgving á tónlista- háskúlanum Kuopio í Finnlandi í 1986. Síðan 1999 hevur hon verið student- ur í Turku Academy of Arts, har hon verður útbúgvin klaverlærari komandi heyst hjá læraranum Jukka Juvonen. Hon hevur eisini fingið tímar á lærda tónleikahúskúlanum í Graz frá 2001 til 2003. Hon hevur havt eina røð av solokonsertum og hevur verið partur av kamartónleikabólkum í Finnlandi og Eysturríki. Hon hevur eisini spælt saman við filharmoniska orkestrinum í Turku í maj 2004 á einari konsert fyri ungar solistar. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at hon umframt at hava luttikið í kapp- ingum fyri klaver, hevur boksað og gjørdist finskur meistari í 1998. Ein klaverboksari í orðsins sanna týdningi. Ann-Mari Peltonen (f. 1980) fór at spæla klaver sum fimm ára gomul saman við mammu síni Raili Peltonen og helt fram við Carlos Turriago á tónleikaháskúla. Í 1999 byrjaði hon á Academy of Arts hjá Antti Hotti, og í 2001-2002 lærdi hon í Kekkia á Aca- demy of Performing Arts í Prag við vegleiðing frá Peter Toperczer pro- fessara. Síðan heystið 2002 hevur hon verið studentur hjá Valeria Res- jan á Helsinki tónlistaháskúla, og har gerst hon klaverlærari komandi ár. Ann-Mari Peltonen hevur fingið tím- ar bæði í Finnlandi og í Ísrael, har hennara lærarar hava verið José Ri- bera, Liisa Pohjola og Nina Svetla- nova. Hon hevur framført bæði sum einstaklingur og sum partur av kam- arorkestri í Finnlandi, Kekkia og Eyst- urríki. Nógv umbidna grønlendska kór- ið "Aavaat" hevur konsert í Norðurlandahúsinum sunnudag- in 26. september klokkan 16. Kórið "Aavaat", sum varð stovnað í 1996, er eitt blandað kór við 28 sangarum. Sum navnið bendir á, er talan um eitt grønlendskt kór mannað við grønlendingum ella fólkum við til- knýti til Grønland. Kórið hevur heim- stað í Keypmannahavn; tey flestu búgva á Sælandi, ein kemur úr Svø- ríki. Kórið hevur tað sereyðkenni mót- vegis øðrum kórum, at sungið verður á grønlendskum. Sambært endamáls- orðingini skal kórið røkja og varðveita grønlendsku sangmentanina og fólka- dansin, vísa umheiminum grønlendska mentanararvin og luttaka í ymsum grønlendskum mentanarligum tiltøk- um. Aavaat leggur eins stóran dent á varðveitslu og endurnýggjan. Málið er at varðveita ta heilt serligu grøn- lendsku sangmentanina við at taka gamla sálmar og sangir á skránna. Endurnýggjanin virkar á tveimum mót- um. Øðrumegin syngur kórið sangir og sálmar í nýggjum hami. Tær flestu av nýggju útsetingunum hevur fjø- ltáttaði kórleiðarin Mads Lumholt gjørt. Hinumegin skriva nøkur úr kóri- num nýggjar tekstir til løg úr øðrum londum. Kórið hevur verið rættiliga virkið hesi átta árini. Kórið hevur havt fleiri konsertferðir í Grønlandi og helt eitt nú fleiri konsertir í sambandi við 250 ára hátíðarhaldið fyri Qaqortoq í 1999. Kórið hevði eisini konsertferð saman við Margretu Drotning í 2000 í sambandi við 1000 ára haldið fyri Leiv Hepna. Margreta Drotning hevur fleiri ferðir biðið kórið luttikið við ym- isk høvi, eitt nú til framsýningina Exop 2000 í Hannover, og tá ið hon vitjaði Ongland á statsvitjan sama ár. Aa- vaat varð eisini bjóðað til Kanada av ICC í 2002. Harafturat hevur kórið óteljandi konsertir í Danmark og luttekur í nøkrum føstum tiltøk. Tey eru millum annað Grønland í Tivoli, konsert fyri fangum í Herstedvester og árliga fel- agskonsertin hjá føroyskum, íslendsk- um og grønlendskum kórum í t.d. Helligåndskirken. Higartil hevur kórið givið tvær fløg- ur út. Tær eru Erinarsoqatigiit Aavaat og Erinarsoqatigiit Aavaat 2000 , ið báðar hava eina fjølbroytta skrá við gomlum og nýggjum sangum í sið- bundnum og nýggjum útsetingum. FÝRHENT FLYGULKONSERT ÚR FINNLANDI GRØNLENDSKT KÓR Á VITJAN C M Y K 21 20