fríggjadagur 27. august 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 162 - 27. august 2004
Nr. 162 - 27. august 2004
23
Heimadesign
3/346 lit
PDF
MI
MIÐBÝURIN
URIN
MI
MIÐBÝURIN
URIN
e
i
n
u
m
s
t
a
ð
a
l
t
á
e
i
n
u
m
s
t
a
ð
a
l
t
á
C
M
Y
K
23
22
Í miðbýnum í Havn lat her-
fyri ein nýggjur búnýtis-
handil upp, nevndur Heim-
design. Eigarin, Tróndur
Skaalum, er 25 ára gamal og
varð útlærdur sum sølumað-
ur fyri einum ári síðani.
Men hann vildi ikki arbeiða
sum vanligur sølumaður fyri
onkran annan og valdi tí at
royna sjálvur.
– Eg helt, at tað manglaði
ein búnýtishandil, ið seldi
designvøru.
Føroyingar
hava higartil ikki gingið
serliga høgt uppí design
innanfyri køksamboð, og
servican hjá teimum flestu
er ofta okkurt, tey hava arv-
að. Men tað er nú um at
broytast. Serliga tey ungu
vilja hava kvalitet, sum sær
gott út samstundis, og tað
er tað, sum eg selji, sigur
Tróndur.
Design vørur
Hann leggur dent á, at hann
ikki selur merki, sum aðrir
handlar í býnum selja,
tvørturímóti er hann eina-
umboð í Føroyum fyri fleiri
av merkjunum.
Í Heimdesign fært tú
køksamboð, so sum knívar,
grýtur og ellutir, tú fært
vínartiklar, stell, gløs og
mangt annað.
– Tá eg fái mína næstu
sending í november mán-
aði, vænti eg, at sortimentið
verður fult. Tá fari eg mill-
um annað at kunna bjóða
merki sum vælumtókta
Royal Copenhagen, Aida
við designaranum Mads
Odgaard, Søholm porce-
læn, Spiegleu, Stelton og
vøru við kenda designaran-
um Erik Bager, sum fyrr ar-
beiddi hjá Royal Copen-
hagen, men nú er farin fyri
seg sjálvan. Hetta eru alt
dygdarvørur, sum tó hava
ein sámuligan prís, greiðir
Tróndur Skaalum frá.
Eisini innan bestikk og
knívar hevur merkið nakað
at siga. Tróndur sigur, at
onkur merki eru serliga
kend fyri sín góða kvalitet
og at hann selur nøkur
teirra.
– Eg havi teir vælumtóktu
Raadvad knívarnar og eg
selji eisini kenda merki
Fiskars. Men tað eru fleiri,
sum vegna gikt og annað
ikki fáa nýtt vanligu køks-
útgerðina. Tí havi eg eisini
ergonomiska køksútgerð av
merkinum Brix. T.d. havi eg
hjálpitól til at lata krukkur
o.a. upp við, sigur Tróndur.
Mótin innan
køksútgerð
Tróndur Skaalum sigur, at
tað avgjørt er móti í køks-
tingum. Men hann skiftir
ikki so ofta, sum t.d.
klædnamótin ger.
– Stálið hevur verið á
móta nú í nøkur ár og træ er
eisini altíð vælumtókt. Í
løtuni er porcelænið inspir-
erað av asia, við avlongum
tallerkum og krússum við
ongum handtøkum. Men
nøkur ting eru sjálvandi
altíð á móta, og eitt hvítt
stell kanst tú altíð nýta,
sigur Tróndur.
Víðari sigur hann, at
hann altíð kann útvega
vøru, sum hann ikki hevur í
handlinum, um kundin
ynskir tað.
– Mítt mál er, at um
kundin ynskir okkurt ávíst,
so kann eg altíð skaffa tað.
Fyrst leiti eg sjálvandi í
katalogunum við merkjum,
sum eg longu umboði, men
hava teir tað ikki, kann eg
altíð seta meg í samband við
onkran, sum hevur ynsktu
vøruna, greiðir hann frá.
– Serliga tey ungu, sum
nú byggja sær hús, ynskja
at hava alt vakurt og
gjøgnumført í køkinum,
samstundis sum kvalitetur-
in er í hásæti. Um tey t.d.
velja sær hvítvørur av rust-
fríum stáli, so kunnu vit
bjóða at útvega grýtur,
knívar og aðra køksútgerð
av sama tilfari, soleiðis, at
alt hóskar saman. Tað er ein
tænasta, vit bjóða, sigur
Tróndur. Hann endar við at
siga, at fólk eru vælkomin
at seta seg í samband við
hann. – Saman skulu vit
nokk finna røttu loysnina,
heldur hann.
Føroyingar ynskja
designvørur
Móti er eisini innan servisu. Her vísur Tróndur eitt stell, inspirerað av Asia. Krúss uttan
hondtøk er nýggjasti mótin sigur Tróndur
Mynd: Jens Kristian Vang