Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 22 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tá Sosialurin vitjaði á Havn­ ar­skrivstovuni í Fuglafirði tíð­liga í síðstu viku, var Akra­berg júst komin aftur av túri. Teir høvdu 855 tons av frystum og avhøvdaðum fiski, meginparturin toskur, sum teir skipaðu upp til goymsluna hjá Bergfrost. – Jú, her hevur hevur ver­ ið nógv virksemi á havna­ lagnum. Articon hev­ur sprongt tunlar fyri Havs­ brún, J & K Petersen Contrac- tors byggja 60 metrar av djúp­havn, og haraftrat er alt tað vanliga virksemi, sum er her á bryggjuni. Betri umstøður Rólant Højsted, havnar­ meist­ari, sigur, at hóast Fugla­fjørður nú fer at hava 240 metrar av djúphavn, er hetta eingin metur ov nógv. – Skipini, sum koma á Fugla­fjørð, eru stór, og tey størru uppsjóvarskipini eru stívliga 80 metrar long. Vit hava stór farmaskip á Fugl­ a­firði, sum koma eftir fiska­ vørum, og vit hava stór skip, sum koma inn at bunkra í oljuhavnini. Hann vísir á, at P/F Pela­ gos landar bara eitt skip í senn og gjarna eru onnur skip, sum eiga tørn, antin á felt­inum ella á veg til lands. – Men, tað kemur eisini fyri, at vit hava meira enn eitt og tvey uppsjóvarskip á Fuglafirði í senn, leggur hann aftrat. Havnarmeistarin sigur, at nú djúphavnin fær 60 met­ rar aftrat, fer tað kortini at gera góðan mun, at tey fáa handfarið tríggjar funktiónir í senn, sum hann tekur til. Tá Rólant nevnir tríggjar funktiónir, hugsar hann um, at tá verandi útbygging verður liðug, kunnu trý stór skip liggja við djúphavnina sam­stundis. Meira vørugjald – Tað fer eisini at koma Fugla­fjarðar kommunu til góðar, at vit fáa eitt stórt bingju­pláss niðan frá nýggja bryggju­kantinum. Hetta er eitt økið, sum er umleið 60 ferðir 100 metrar, og vanligt er, at tríggjar bingjur kunnu standa oman á hvørji aðrari. At um­støðurnar til avskiping verða nógv bøttar við einari bingjuhavn, fer vónandi at gera, at meginparturin av fiska­vørunum í goymslunum fer um bryggjukantin – og ikki eftir havna­lagnum og gjøg­num miðbýin í Fuglafirði á stóru­m trailaravognum. Rólant Højsted sigur, at hetta samstundis fer at merkja, at Fuglafjarðar havn fer at fáa meira í vøru­gjaldi, tí einki vørugjald fæst fyri vøru, sum fer av havna­lag­ num á trailara. – Eg meini, at einar 1000 bingjur við umleið 20 tonsum í hvørjari fóru eftir havnalagnum og gjøgnum miðbýin í fjør. Trailarar koma við tómum bingjum og flyta tær fullar úr býnum aftur, og 1000 bingjur gevur tilsamans 2000 túrar eftir havnalagnum og gjøgnum miðbýin. Vónandi verður hetta tal nógv minni, tá vit hava fingið bingjuhavnina, sigur havnarmeistarin, sum leggur aftrat, at ein stakkari til flutning av bingjum nú eisini er komin til bygdina. Nógv fleiri skip Rólant Højsted sigur, at byrj­anin av hesum árinum hevur verið góð, tá ræður um skipaferðslu inn- og út eftir Fuglafirði. – Í januar og februar í ár høvdu vit tilsamans 178 skipavitjanir, og somu mán­ aðir í fjør var talið 130, sigur havnarmeistarin. – Eg meini, at einar 1000 bingjur við umleið 20 tonsum í hvørjari fóru eftir havnalagnum og gjøgnum miðbýin í fjør. Trailarar koma við tómum bingjum og flyta tær fullar úr býnum aftur, og 1000 bingjur gevur tilsamans 2000 túrar eftir havnalagnum og gjøgnum miðbýin, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted FUGLAFJØRÐUR FÆR BINGJUHAVN TÍÐINDI Tað bragdar á Norðhavinum – Besti bátur, eg higartil havi landað, hevði 3000 pund av snellufiski. Annars hava bátarnir javnan ligið millum 1000 og 1500 pund hvønn dagin, sigur Jóhan K. Joensen á Eiði wVilmund Jacobsen Í 2002 og 2003, tá nógvur vár­ fiskur var at fáa norðan fyri, kundu út við 100 snellubátar leggja fiskin upp á Eiði ein leygardag. Aðrar dagar, tá tað viðraði í vártíðini, kundi talið av bátum saktans liggja millum 40 og 60 í ein dag. Seinastu árini, nú snellu­ útróðurin ikki hevur vignast, hevur talið av bátum sum heild verið lítið. Í ár eru ein­ ir 15 bátar komnir úr øðr­um økjum í landinum og hava fingið sær støð á Eiði í vár­ tíðini. Millum hesar eru eis­ ini nakrir bátar úr Suður­oy. Jóhan K. Joensen, sum plagar at landa fiskin hjá snellu­bátunum, sigur, at bát- ar­nir higartil í várróðrinum javnan hava ligið millum eini 1000 og 1500 pund upp á dagin. Talið av bátum hevur ligið um 20, og vanliga er ein maður á hvørjum báti. Onkuntíð tveir. – Besti bátur, eg higartil havi landað, hevði 3000 pund av snellufiski, og her vóru tveir mans við. Annars hava teir javnan ligið millum 1000 og 1500 pund hvønn dagin. Fisk­urin, sum menn hava fing­ið, hevur verið bæði feit­ur og góð­ur. Jóhan K. Joensen sigur, at snellufiskiskapurin higar­ til hevur vignast betri enn seinnu undanfarnu árini, og tá tað hevur viðrað, hava menn sum oftast gjørt hampi­ligar dagar. Tað eru fáir, sum einki hava fingið. – Tað er umleið ein mán­ aði síðan, at várróðurin byrj­ aði, og vit plaga at siga, at van­ligt er at royna út í hálv­ an apríl. Vanligt var, at menn góvust um páskirnar, men páskirnar liggja so tíðliga í ár, sigur Jóhan K. Joensen. At kalla allur snellu­fisk­ urin, sum kemur upp á land á Eiði í løtuni, endar inni á gólvinum hjá P/F Báta­fiski, ið hevur góðkenda land­ ing­ar­miðstøð. Tað er Fiska­ mark­naður Føroya, sum selir fiskin, ið verður koyrdur út til keyp­ararnar. – Tað fer at koma Fuglafjarðar kommunu til góðar, at vit fáa eitt stórt bingjupláss niðan frá nýggja bryggjukantinum. Hetta er eitt økið, sum er umleið 60 ferðir 100 metrar, sigur havnarmeistarin - Í januar og februar í ár høvdu vit tilsamans 178 skipavitjanir, og somu mánaðir í fjør var talið 130, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted