Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bergur D. Joensen Leingi stóðu m ú r ­a r ­n i r um Kon­ stan­ti­nopel – nú­ver­andi I s t a n ­b u l . Hetta tí, at teir kristnu bý­san­tin­ararnir høvdu hegnis­liga laga upp tveir múrar um býin. Ein ytri og ein innari. Tá ið so báðir múrarnir um­síðir fingu rivur, bar til hjá áleyp-ararunum – os­ mannunum – at taka býin, sein­asta skansa um kristnu sið­mentanina í gamla, eystur­rómverska ríkinum. Hetta hendi í 1453. Um Føroya løgting sam­ tykkir samkynt hjúnalag, fellur “ytri múr­urin” um kristnu mentan føroyinga. Og so er bara “innari múr­ ur­in” eftir, Fólkakirkjan og kristnu sam­komurnar í landi okkara. Eg heiti inniliga á tykk­ um, sum vit hava valt at umsita tann “ytra múrin” at atkvøða ímóti broytingini av hjúnabandinum ella at atkvøða blankt. Tit hava lis­ ið og hoyrt, at ein av teim­ um, sum settur er at um­sita tann “innara múrin”, sókn­ arpresturin í Leirum, longu hevur sprongt rivur í “sín” múr – og at aðrir prestar t.d. Marjun Bæk hava sagt og skrivað tað sama, meðan aðrir bíða “eitt sindur”... LGBT steðgar ikki – held­ ur ikki liberalu kreft­ir­n­ar í Fólkakirkjuni og í sam­kom­ unum. LGBT hevur sama enda­ mál um allan heim, og sama álopshátt, látur­liggering og niðring av teimum, sum eru ósamd. Hetta hendir umvegis almennu miðlarnar – men “bara” við orðum. Skelds­orðið “homofob” t.d. hevur verið nógv at hoyrt, og hvør unnist við at kallast tílíkt? Og ber nakar kenslu við strategibókina handan alt hetta “After the ball – How America Will Conquer Its Fear and Hatred of Gays in the 90´s” eftir Marshall Kirk og Hunter Madsen frá 1989 ? Sum ár og nú mánaðir eru farnir, havi eg eygleitt, at tað gerast alt­samt færri og færri her á landi, sum tora at tala og at siga sína hugsan... Jú, londini um okkum eru ym­iskt, og tí eru frávik í framferðini hjá LGBT frá einum landi í annað, - um tað gagnar endamálinum! Hjúnalagið er ein mað­ ur og ein kona! Hetta vistu sjálvt rómverjar, sum ikki kendu til kristna ment­an. Væl kendu teir til sam­kynd­ an levna og alskyns levna, men hjúnalagið var ein mað­ ur og ein kona. Hetta vistu teir, og hetta veit hvørt mansbarn í Før­ oy­um - innast inni. Hvørji rættindi samkynd skulu fáa í landi okkara, av­ gerð lóggávuvaldið – tvs. Føroya løgting. Og um tað ber til at orða og fáa í lag onnur rættindi enn hjúnalag til samkynd, har kenna tit svarið. Men tit kenna eisini hvørji onnur rættindi og broytingar koma í kjalar­vørr­ inum, um samkynd kunnu ganga í hjúnalag. Tað “kyns­ leysa samfelagið” er væl ávegis í Svøríki og ger eisini um seg í Danmark longu. Vit vita ikki, hvat hendir landi okkara innan tað al­ menna og tað kirkjuliga. Men tryggleikin og virðis- grund­arlagið hjá fólki okk­ ara hevur verið tengt at tí “innara múrinum”, sum tit við politiska valdinum hava vart við tí “ytra múrinum”. Hvussu skjótt tað gongur at fella tann “innara múrin” um hjúna­bandið millum mann og konu, eftir at tann “ytri” er fallin, síggja vit t.d. í Danmark, Íslandi og Grøn­ landi. Har standa kirkjurnar nú opnar at gifta samkynd. Kristna siðmentanin í Evropa eins og kirkjurnar liggja í andaleypi. Hví? Tí politik­arar og prestar hava ikki umsita tann “múr”, sum hvør hevði ábyrgd av, á rætt­ an og fulldyggan hátt! Tann verðsligi myndugleikin hevur ávirkan á tað andaliga, eins og tann andaligi mynd­ ug­leikin hevur ávirkan á tað verðsliga. Fyri um 500 árum síðan setti Martin Luther sína lít til Guds og verðsliga myndug­leikan um verju, tað sama ger tað kristna fólkið í landi okk­ara í hesum døgum. Áheitan á Føroya løgting KJAK Ingolf S. Olsen Løgtingslimur fyri Tjóðveldi Nú hevur kjak aftur stungið seg upp um, hvat skal henda við bummgjaldinum, tá Vágatunnilin er útgoldin, og landið fær hann til ognar. Sum er hevur landið ikki nakra heimild at krevja inn bummgjald. Men Vágatunnilin skal ikki einsa­mallur pilkast burtur úr rest­ ini av landsvegakervinum og fáa serligar ásetingar um bummgjald, eftir at hann er útgoldin, utt­an so at tað hendir í einari saman­hang­ andi gjaldsskipan fyri alt lands­ vegakervið ella sum minimum fyri raksturin av øllum tunlunum í landinum. Og Vágatunnilin ella onnur einstøk vegastrekki skulu held­ ur ikki pilkast út til umvegis bumm­gjald hvør sær at skula fíggja ger av nýggjum tunlum ella vegastrekkjum. Ein samferðslunýskipan er tiltrongd, eisini tá tað snýr seg um fíggingina av landsvegakervinum. Men so leingi ein slík nýskipan ikki er sjósett, skulu galdandi avtalur og lyfti haldast. Í »Løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund«, sum varð samtykt í 2000, stendur soleiðis í grein 1, stk 4: ”Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vága­tunn­ ilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.” Hendan orðingin letur lítlan iva vera um, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki bara kann lata raksturin av Vágatunlinum halda áfram í tunnilsfelagnum, sum um onki var hent og við verandi bummgjaldsskipan, tá tunnilin er útgoldin. Eitt av argumentunum hjá lands­ stýris­manninum fyri framhaldandi at lata p/f Vágatunnilin hava ábyrgdina av rakstrinum er, at Vága­tunnilin risikerar at enda aftast í viðlíkahalds-bíðirøðini, um hann bara verður tikin upp í restina av landsvegakervinum. Til tað er at siga, at Vágatunnilin eins og aðrir tunlar í landinum skulu lúka strang trygdarkrøv. Gera teir ikki tað, verða teir stongdir, so eg vildi hildið, at eisini Vágatunnilin vildi verði hálaður eitt sindur fram í bíðirøðina, um hann nærkaðist teimum mørkunum. Men hugskotið um sjálvsfígging av viðlíkahaldinum av tunlunum er fínt. Gjaldið skal bara ikki verða ásett og kravt inn fyri hvønn tunnil sær. Skal bummgjald framhaldandi krevjast inn at fíggja viðlíkahaldið, eftir at tunnilin er útgoldin, skal tað henda í einari samanhangandi skipan fyri allar tunlar í landinum. Til dømis kundi eitt rímniligt gjald verið tikið, tá koyrt verður gjøgnum ein tunnil, sum so samstundis gevur atgongd til uttan meirgjald at koyra gjøgnum allar tunlar í landinum tann dagin. Er ynskið, at almennar sam­ ferðsluútbyggingar framhaldandi skulu fíggjast heilt ella partvíst við brúkaragjøldum heldur enn yvir vegskattin, so kann tað vera eitt hugskot, at verandi tunlar eisini eru við til at fíggja sjálva byggingina av nýggjum tunlum, men so skulu allir tunlarnir – bæði teir gjøgnum fjøll og teir undir firðir og sund – við í ta puljuna, so fíggingin verður so samhaldsføst, sum til ber. Tunlarnir skulu fíggjast samhaldsfast Tannteknikarin er ein spesialiserað tannklinikk, ið veitir tænastur innan tannprotesur, bæði á klinikkini og heima hjá tær sjálvum, um hetta ynskist. Heimatænasta? Er torført hjá tær at koma á klinikk­ ina fyri at fáa viðgerð, kanst tú ring ja og fáa eina tið heima hjá tær sjálv um. Allar viðgerðir, ið verða veitt ar á klinikkini, veitast eisini í heimin um. T a nn te kn ik ari n TANNTEKNIKARIN TORMÓÐUR DJURHUUS AUT. KLINISKUR TANNTEKNIKARI BØGØTA 14 100 TÓRSHAVN TELEFON 252028