Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Hanus Vang byggiverkfrøðingur Hóskvøldið 3. mars var kunn­ i n g ­a r ­f u n d u r í skúl­anum á Hvíta­nesi um ætl­ aða tunn­ilin undir Tanga­firði. Teit­ur Samuelsen, sum umboðaði tunn­ ils­felagið, greiddi frá, og fólk fingu høvi til at seta spurningar og siga sína meining. Eitt norskt verkfrøðingafelag hevur alt tað tøkniliga undir hond. Felagið hevur góðkenning til ætlanina frá Landsverki og Yvir­ friðingarnevndini. Hon er undir donskum yvirræði. Tá vit borgarar skulu gera eitt­ hvørt við hús okkara, innan sum uttan, so skulu vit fáa byggiloyvi fyrst. Tí er tað løgið, at tunnilsfelagið fór undir vegarbeiði 1. mars, ella tveir dagar fyri kunningarfundin. Hvítanesnevndin ella Tórs­havn­ ar Kommuna hava ikki havt málið til viðgerðar, og tessvegna er einki loyvi givið til arbeiðið, sum farið er í gongd. Er tað ikki ódámligt at eitt alment partafelag soleiðis setur seg oman fyri "lóg og rætt"? Hvussu ávirkar hetta Hvítanesi? Løgið er, at tunnilin kemur upp í Rossagili í 20 metra hædd frá sjóvar­mála. Hetta krevur 300 metra eyka tunnil, av tí at hallið er 50‰. Tunnilsmunnin á Hvítanesi er í mitt einum sethúsaøki. Hetta økið er samtykt og lýst av býráðnum og góðkent av landsstýrinum. Nú hetta rýkur, fer ikki at bera til at seta búgv har í framtíðini. Afturat hesum fer hesin vegur við høgum bakaðum garði at skugga fyri vesturskininum. Tað verður heldur ikki gott, tá stórkavi kemur. Og so dunið frá tungu ferðsluni! Týðiligt var á fundinum, at bygd­ ar­fólkinum ikki dámdi ætlanina. Sandvíkar Víst varð á á fundinum, at annar møguleiki er at lata tunnilin koma upp í Sandvíkum. Har er gott og slætt lendi. Har verður tunn­ils­ munnin í 5 metra hædd, og so verður ein vegur upp á einar 250 metrar niðan í eina rundkoyring, umleið har sum verandi oman­ koyring er. Teinurin til Havnar verður hin sami, men farleiðin á flogvøllin verð­ur 5-600 metrar stytri hjá eystur­oyingum. Grótið Nøgdin av gróti úr tunlinum verður einar 600.000 kubikkmetrar, ella um 1,5 miljón tons. Hesi skulu kanska koyrast langt og tyngja veg­irnar. Tí er kanska skilagott at hyggja eftir alternativa uppskotinum hjá Niels Midjord, J.P. Gregoriussen og Fríða Dalsgarð um eina havn innan fyri Sandvíkar. So kundi tunnilstilfarið verið vippað beinleiðis upp á pláss og gjørt nyttu. Hetta kundi verið høvuðshavn Føroya! Nærum mitt millum Tórs­ havn og Glyvrar. Vælsignaðu! Royni at fáa sum frægast burturúr fyri Føroyar! P.S. Heitið á greinini sipar til tá SVF var inni á Skálafirði fyri nøkrum árum síðani og spurdi fólk hvat tey hildu um tunnilin. Øll svaraðu at so fór at vera so deiliga skjótt til Havnar! Havnartunnilin Kaldbak Hvítanes Sund 0 -5 30 10 20 50 60 -40 70 -35 -30 -25 -20 -10 -15 80 40 120 160 110 -45 15 25 35 45 55 65 -50 -55 170 180 190 90 200 75 85 210 5 220 130 -60 140 95 150 230 115 125 240 -65 100 -70 250 2 -75 105 260 270 135 165 -5 45 95 180 140 10 -30 -50 -30 120 100 110 -35 -30 35 -45 100 85 10 -40 150 100 170 -50 70 150 140 -15 170 -40 5 150 -25 110 120 5 -5 -55 40 5 160 60 130 2 100 95 90 105 90 60 115 -45 -5 150 -45 110 125 150 -20 80 150 -45 30 20 50 -35 15 140 30 -45 150 -35 -35 40 55 25 140 -10 80 -50 120 110 130 -40 -60 230 Tórshavn Hoyvík Nólsoy Argir Strendur Toftir Rituvík Nes Kaldbak Kollafjørður Æðuvík Hvítanes Syðradalur Sund Signabøur Saltnes Norðadalur Kaldbaksbotnur Runavík Kolbanargjógv 0 500 1.000 250 Metrar Havnalag við Sandvíkar Tunnilsvegur Brimgarður Brimgarður 100 m breið bryggja eblaðið sos.fo Uppkomingin í Rossagili í kotu 20 Alternativið í Sandvíkum í kotu 5 Møgulig havn