Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 32 Sosialurin STØRV Starvið sum stjóri í SALT er leyst at søkja. Um SALT SALT er ein tónlistarligur, leiklistarligur og myndlistarligur pallur; eitt stórsligið og inn­ bjóðandi hús, ein framtíðar ráðstevnuskáli, ein komandi ferðafólkaattraktión, eitt hús, har vælvera og blíðskapur eyðkenna gerandisdagin og har fólk eisini viðhvørt hvøkkast við. SALT er skipað sum privatur grunnur – Saltsilogrunnurin – við egnum viðtøkum og sjálvstøðugari nevnd við 3 limum sum ovastu leiðslu. Saltsilogrunnurin hevur til endamáls at eiga og reka Saltsiloina sum mentanarhús. Raksturin av grunninum verður fíggjaður við árligum stuðuls­ veitingum á løgtingsins fíggjarlóg og frá Tvøroyrar kommunu. Um starvið og førleikakrøv Vit vænta, at tú ert ein gávaður generalistur við leiðsluroyndum, og at tú hevur eina akademiska útbúgving. Tú ert ein persónur, sum dugir at síggja sterku eginleikarnar hjá tínum med­ menniskjum, tú ert ikki bangin fyri at lurta og at taka avgerðir. SALT hevur longu eina serstaka søgu. Vit vænta, at umsøkjarin hevur fíggjarligt innlit. Tú hevur drúgvar royndir og gott handalag at samskifta við politiskar myndugleikar, bæði kommunalar og landspolitiskar, eins og tú hevur drúgvar royndir við stuðuls­ grunnum og fundraising. Tú skalt duga at bróta upp úr nýggjum, og tú ert førur fyri at taka við stórum avbjóðingum til tess at skapa eitt livandi og spennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við nevndina fyri Salt­ silo grunnin. Tú skalt kunna arbeiða á føroyskum, donskum og enskum máli. Tú skilir, og virðismetir, týdningin av sterkum relatiónum, og tú megnar at inspirera og fáa starvsfólkini við tær í eini støðugari menning av SALT. Vit vænta, at tú hevur livandi áhuga fyri mentanini, at tú hevur ans fyri umskaringini av altjóða rákum og føroyskum mentanar­ lívi, og at tú dugir at virðismeta slíkt, sum rørist í lokalsamfelagnum til tess at styrkja um baklandið hjá mentanarhúsinum. Setanar- og lønartreytir Starvið sum stjóri í SALT verður lønt sambært 38. lønarflokki í sáttmálanum millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastu­ mannastarv. Afturat lønini verða goldin 15% í eftirløn. Nærri treytir um starvs á­ seting ar og løn verða eftir avtalu millum Saltsilogrunnin og stjóran. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn Eru spurningar um starvið kann umsøkjari venda sær til Saltsilogrunnin, Kristian Hol­ bæk, á telefon 22 97 96 ella á k.holbaek@ gmail.com, ella Eirik Skála, á telefon 21 35 37 ella á eiskala@olivant.fo”eiskala@ olivant.fo. Umsókn við prógvum og lívsgongdar­ lýsing (CV) skal sendast til Kristian Holbæk, undir Heygnum 43, 800 Tvøroyri, ella á teldupostadressuna k.holbaek@gmail.com. Umsóknin skal vera okkum í hendi í sein asta lagi týsdagin, 29. mars 2016, kl. 12.00. Stjóri til SALT SamferðSlumálaráðið Søkt verður eftir løgfrøðingi (cand.jur.) til Samferðslu málaráðið. Starvið Starvsuppgávurnar eru m.a. at evna til ló­ garuppskot og kunngerðir og at málsvið­ gera mál innan virkis økið hjá Samferð­ slumálaráðnum. Førleikar Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúg­ ving frá hægri lærustovni í løgfrøði. Fólk, ið eru um at vera liðug við hesa útbúg­ ving, kunnu eisini søkja starvið. Setan Starvið verður sett sambært avtalu. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir verða sam bært sátt­ mála millum Fíggjar málaráðið og BLF. Nærri upplýsingar um starvið Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar, kunnu seta seg í samband við Rúna Joen­ sen, aðalstjóra, tlf. 306000 ella 558070. Umsókn: Umsóknir við prógvum, c.v. og møguli­ gum við mæl um skulu sendast til: Samferðslumálaráðið Tinganes Postboks 64 110 Tórshavn Ella við telduposti til: smr@smr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í sei- nasta lagi 1. apríl 2016. LØGFRØÐINGUR TIL SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ Samferðslumálaráðið Landsstýrismaðurin í samferðslumálum um sit ur ar beiðs marknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, barsils skipan, vanlukkutryggingarmál, brunaumsjón, buss koyring og farmakoyring, bygda­ og oyggja leiðir, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, kavaramál, landshavnir, landsvegir, samferðslumál, tyrlu pallar og fyri situr fast ar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni. Stovnar undir ráðnum: Strandfaraskip landsins, Landsverk, Akstovan , Arbeiðseftirlitið, ALS. Harum framt eru almennu partafeløgini Eystur­ og Sandoyar tunlar, Vágatunnilin, Norðoyar­ tunnilin og Vága Floghavn undir ráðnum. www.smr.fo TRIVNAÐAR- OG FERÐAVINNUMENNARI Undir Sands kommunu er nýtt starv sum trivnaðar- og ferðavinnu- mennari leyst at søkja. Starvið er ¾ starv, við møguleika fyri fulltíðarstarvi. Starvið verður staðsett í umsitingarbygninginum hjá Sands kommu- nu. Arbeiðsuppgávurnar verða m.a: • Gera og samskipa trivnaðartiltøk í kommununi. • Virka ferðavinnuni í kommununi at frama. • Passa heimasíðuna hjá kommununi. • Virka sum millumlið millum borgarar og stovnar. • Til reiðar at átaka sær aðrar fyrifallandi kommunalar uppgávur. Førleikakrøv: • Góð samstarvsevni • Íverksetanarhugburð • Gott hugflog • Álítandi • Ágrýtin • Nærløgd/lagdur • Greið/ur í øllum samskifti og duga at vísa virðing. Fyrimun hevur tann, sum hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan økið. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran, á 211930. Umsóknir skulu stílast til Sands kommunu, Mørkin Mikla 3, og freistin at søkja starvið er mikudagin 23. mars 2016. Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo