týsdagur 15. mars 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32
STØRV
Sansir og Kvinna
søkja bókhaldara/
móttøkufólk
Tú fært ábyrgdina av bókhaldi, skuldarum og ognarum. Tú skalt
avgreiða dagliga bókhaldið, greiða lønarviðurskiftini og gera
annað skivstovuarbeiði. Tú fært eisini ábyrgdina av móttøkuni,
og skal millum annað gera klárt til fundir og frokost.
Umráðandi er, at tú hevur hollan kunnleika til bókhald og
viðkomandi royndir. Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og
dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert røkin, arbeiðir
skjótt og væl og ert fyrikomandi.
Sansir eru ein samskiftisfyritøka, sum arbeiðir við virkissam
leika, branding og marketing. Sansir geva blaðið Kvinnu út, sum
kemur út 8 ferðir um árið. Á Sansum arbeiða 17 fólk.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. mai.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við
Tór Verland Johansen á tel 299 372 ella torverland@sansir.fo.
Umsóknin skal sendast við teldubrævi til torverland@sansir.fo.
Umsóknarfreistin er leygardagin 26. mars kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Alice Simonsen er frá 1.
mars sett í starv sum leiðari
í Áarlon, dagstovninum í
Kvívík.
Hon er útbúgvin náms
frøðingur í 1995 og hevur
tíðliga á sínari starvsleið
eitt nú arbeitt á Føroya
Barnaheimi og í Margarin
fabrikkini.
Seinnu árini hevur Alice
Simonsen eitt nú starvast
sum dagligur leiðari hjá
Barnabata og sum málsvið
geri hjá Suðuroyar Barna
verndartænastu.
– Seinasta arbeiðsupp
gávan, sum Alice Simonsen
hevði, áðrenn hon byrjaði í
starvinum í Áarlon, var at
seta á stovn ungdómshús í
Vági, og hevur hon virkað
sum leiðari har síðan 1.
februar 2014.
Tað veit Kvívíkar komm
una at siga, og tað er eisini
Kvívíkar
kommuna,
sum
eigur viðheftu mynd av
borgarstjóranum og nýggja
dagstovnaleiðaranum.
Bárður Lydersen hevur
lært til myndamann hjá
Per á Hædd og hevur eisini
havt egið studio í Klaksvík
í fleiri ár. Harumframt
hevur Bárður eisini arbeitt
nógv við grafikki – bæði á
Estra og í egnum virki og í
altjóða høpi.
Poul Rasmussen er 23
ára gamal og kemur úr
Runavík. Hann er settur
í starv sum forritari, og
verður hansara fremsta
uppgáva at forrita heima
síður saman við Petur
Kirke og Kajsten Højgaard.
Ein av grundunum til,
at lýsingarstovan í Eystur
oynni hevur fleirfaldað
starvsfólkatalið
síðsta
árið, er tí at kommunur og
fyritøkur í oynni hava tikið
lógvatak um fyritøkuna,
umframt
at
fyritøkan
hevur
fingið
nógvar
nýggjar kundar frá øðrum
økjum eisini.
post@sosialurin.fo
1. apríl 2014 tekur Marjun
Olsen Lützen við starvinum
sum samskipari í Byggi
harrasamtaki
Føroya.
Marjun Olsen Lützen er úr
Klaksvík, er 34 ára gomul
og útbúgvin cand. mag. í
altjóða viðurskiftum og
alheimsgerð frá Aalborg
Universiteti. Seinastu tvey
árini hevur Marjun verið
skrivari og fulltrúi á Sendi
stovu Føroya í Bruxelles,
eins og hon hevur starvast
í Skiftirættinum á Dómara
skrivstovuni í Havn.
Stóra
byggivirksemið
í Føroyum í hesum árum
hevur fingið Byggiharra
samtak Føroya at brynja
seg til nýggja veruleikan og
seta í starv ein samskipara,
sum skal mynda arbeiðið
hjá samtakinum og gera
strategiskar ætlanir fyri
virksemið. Endamál sam
skiparans er at mynda
arbeiðið hjá felagnum í
størri mun, eins og at gera
strategiskar ætlanir fyri
virksemið.
post@sosialurin.fo
NÝGGJ Í STARVI
NÝSETT STARVSFÓLK
Alice Simonsen
skal leiða dag
stovnin í Kvívík
Krea hevur sett tvey fólk í starv
Marjun Olsen Lützen
skal byggja land